hoyrir einum húsarhaldi – og eisini einum skipi – til. Her er so einki tekin til armóð og neyðarstøðu. Í dag vanta tveir mánaðir og fýra dagar í, til hann hevur verið her í eitt ár. Og líkt er til, at Bogdan [...] fartelefon sínari, og sama dag ella dagin eftir er reiðarin sjálvur komin inn á Skála at fáa alt í rættlag. - Ja, hann kemur her, og so fara vit báðir niðan til PE (matvøruhandilin á Skála) og so keypi eg tað [...] breyðføða sær sjálvum, konuni og soni teirra. - Eg havi faktiskt arbeitt uttanlands síðani 1993, og tað hevur mær dámað sera væl. Tá eg so fekk møguleikan at koma til Føroyar, tók eg sjálvandi av, sigur
nakað um alt økið. Eitt og hvørt tekin um olju inni á landgrunninum fer at hava týdning, og eitt stórt fund fer at skapa nýggjan áhuga fyri økinum. Men úrslitið av Brugduboringini fer ikki at hava ávirkan [...] standa fyri framman í Mexikanska flógvanum, Azerbadjan og Vesturafrika. Men vit hava skyldur í Føroyum framvegis, og tær ætla vit okkum at halda og liva upp til. Tim Goodwin fegnast um, at BP hesi seinastu [...] hóast serfrøðingarnir og leiðslan hjá felagnum høvdu rættiliga stórar vónir til eitt oljufund líkt tí teir høvdu gjørt fleiri ár frammanundan í bretskum øki, nevniliga Foinaven og Schiehallion. Síðani er
Tórstein Christiansen og Eiler Jacobsen. Teir royndu seg á hvør sínum øki. Annar sum útróðrarformaður og hin sum skipari og reiðari. Gisti í Skálavík eitt vikuskifti herfyri og fór mær ein túr fram við [...] sitið undir Grindafossi og fiskað síl”, svaraði svágurin, og málið var avgjørt. ”Grindafossur” gjørdist kendur um allar Føroyar fyri óføran fiskiskap. Við honum var eigarin og formaðurin Tórstein í [...] Lista, og har brendi hann í sild. Tað gingu fleiri mánaðir, áðrenn manningin á ”Boðanesi” sá Føroyar aftur. Teir lógu í føstum farti millum marknaðin í Hirtshals og fiskileiðirnar í Norðsjónum og skovlaðu
turbinur og á sjógv hevur tað óheppin árin á lívfrøðina í sjónum. Mineralir, søltir, smákykn og stórar nøgdir av súrevni hopast upp í byrgingunum og koma ikki at tæna endamálinum at lívga um og føða pl [...] einans fyri at SEV skal fáa frí og stundir við framhaldandi vatnorkubyggingum. SeaWave tøknin er løgd á hillina av útlendskum alduorkuserfrøðingum, og gransking og menning fer fram innan aðrar hættir. M.a [...] sjóvarfalls-orkuverkætlanin, ið var í umbúna í samstarvi við enskar framleiðarar og granskingarsstovur í Noreg og Danmark. Føroyar eru og verða framhaldandi afturútsigldar innan burðardygga gagnnýtslu av ovurstóra
útsjónd, tína serstøku rødd, og tín stíl. Og heldur eingin annar hevur tína persónsmensku, títt umdømi og tína ávirkan – einans tú! Dávid, sálmaskaldið, hugsaði um alt hetta, og í fornu skriftunum, yrkti [...] lovsong. Eitt menniskja sum hyggur at likami sínum og skoðar inn í sál sína og undrast um markleysa virðið í tí, fer altíð at hava virðing fyri lívinum. Og eitt menniskja, sum hevur virðing lívinum, hevur [...] fjøll, hamrar og hav krevja lív teirra. Og vit hugsa um óttan, einsemið og vónloysið, tey kenna, tá tað gongur upp fyri teimum. At lívið endar her. Men ótroyttuliga leitingin á landi og havi, er ein týðulig
bygning upp á 660 fermetrar, og tað er bara helvtin av honum. Klaksvíkar kommuna og Tryggingarfelagið Føroyar hava júst skrivað undir endaliga sáttmálan um, at Tryggingarfelagið fer at byggja hina helvtina [...] manglar bert at ognartaka tað eina, og so verða hesi øll rivin niður, tí tey standa beint framman fyri læknamiðstøðini. Og tað skal verða opið frá henni og arkaduni og til Klaksvíksvegin. Annars so ljóðar [...] fermetrar. Tað arbeiðið fer í gongd í næstum. Ætlanin við tí bygninginum er, at tað, sum Tryggingarfelagið ikki nýtir, fer kommunan at leiga frá teimum. Til eitt nú fysioterapeutar og annað. Steinbjørn Jacobsen
Bergur og vísir á, at tað er altumráðandi, at Føroyar hava somu handils- og veterineravtalur við marknaðirnar, sum okkara kappingarneytar hava. Orka og tilfeingi Sum áðurnevnt, er ein stórur og týðandi [...] vinnan tollmúrar og ymsar stuðulsskipanir, men tá fríhandilsavtalan kom í gildi, og, verjugarðar og stuðulsskipanir fullu, varð samstundis farið yvir til skipanina við meirvirðisgjaldi, og alt hetta gav vinnuni [...] har umstøður og lønir eru meira lokkandi. Bergur vísir á, at Føroyar eru eitt lítið land, og tí skal so lítið til, at tað merkist væl, at kanska einir 2.000 herbúgvandi handverkarar og sjófólk arbeiða
sjálvfylgju, at hon fær pláss og tíð til at dyrka hana. Unn gongur á FHS á Kambsdali, og hon hevur ikki endaliga tikið avgerð, um hon fer víðari á HH ella fer at leggja seg meira eftir at náa dreymi sínum [...] altíð okkurt smart og annaðleiðis at heinta, sigur hon við einum smíli. Unn vil fegin læra meira innan sniðgeving, tí hon heldur seg ikki duga nóg væl at tekna mynstur og annað. Og tað er tað, sum hon [...] hon vil læra nú, tí hon heldur, at tá tað kemur til sjálva seymingina, hevur hon grundina. ? Grundarlagið við at tekna og sniðgeva manglar mær, og sum eg havi skilt, so er tað eitt krav fyri at kunna koma
Orkuveiting ? Fer eitt verkfall hjá SEV at leggja landið myrkt, er ongin ivi um, at Løgtingið fer at leggja uppí. Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í vinnumálum og hann heldur, at tað er óhugsandi, at [...] Støðan er tann, at SEV og Maskinmeistarafelagið hava samráðst seg fram til ein sáttmála og tí er støðan eitt sindur serlig. ? Her er ikki ein semingsuppskot, sum skal taka støðu til og spurningurin er so, [...] samtykt, kemur tað hartil. Bjarni Djurholm heldur avgjørt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at hava fullan og óskerdan rætt til at skipa síni viðurskifti, eisini sáttmálaviðurskiftini og tað eigur
krónur á fíggjarlógini, og ein partur av tí fer til bjargingarbátarnar. Vit hava eisini nakað av inntøku við sjúkraflutningi, sleipum og øðrum, sigur Magni á Deild. Tanum kemur afturat Lív. Ætlanin er [...] 16 metrar langur og góðar 5 metrar breiður. Til samanberingar er LÍV 12 metrar langur og 4 metrar breiður. Tanum hevur tveir motorar, ið eru 675 hestar hvør. Báturin er 40 bruttotons og vigar 27 tons. Lív [...] LÍV, halda fram. Magni á Deild og Michael Thomsen vera skiparar í fyrstu syftu, men aðrir fara eisini at vera. Tanum fer at liggja á Bursatanga í fyrstuni. Í framtíðin fer hann annaðhvørt at liggja undir