Tveir veiðimenn lagt árar inn

Millum teir føroysku veiði­menn, sum skaraðu fram úr í farnu øld, vóru teir báðir skálvíkingarnir Tór­stein Christiansen og Eiler Jacob­sen. Teir royndu seg á hvør sínum øki. Annar sum útróðrar­formaður og hin sum skipari og reiðari.
Gisti í Skálavík eitt viku­skifti herfyri og fór mær ein túr fram við Stórá. Vildi skoða Grindafoss, sum seksæringurin hjá Tórsteini var uppkallaður eftir, og skálan, sum Eiler hevur reist og innilokað, í Grind.
Grindafossur var ikki so langt niðan fyri tann stóra skálan. Tá teir gjørdu grønlandsbátin hjá Tór­steini lidnan í 1962, helt hann fyri við svágin Johs. Lydersen: ”So er tað navnið”
”Hví nevnir tú hann ikki Grinda­­foss? Tú hevur ikki gjørt ann­að heila lívið enn sitið undir Grinda­­fossi og fiskað síl”, svaraði svágurin, og málið var avgjørt.
”Grindafossur” gjørdist kendur um allar Føroyar fyri óføran fiski­skap. Við hon­um var eigarin og for­­mað­urin Tórstein í Skála­vík bestur at fiska í Føroyinga­havnini øll árini, hann var formaður har, frá 1962 til og við 1968.
Til endans helt hann tó fiski­skapin vera alt ov nógv stýrd­an av klokkuni. Hann kom heim úr Grønlandi við nýggja ”Grinda­fossi”, sum var meinlíkur Nordafar­bátunum, og fór at rógva út undir Føroyum, nú góður bátahylur var gjørdur í Skálavík.
Navnið Grindafossur fer altíð at vera knýtt at veiðimanninum Tórsteini Christiansen, sum doyði fyri einum lítlum ári síðani, mettur av døgum. Skilji, at elsti ”Grinda­fossur” er til enn, og at hug­skot er um at fáa hann aftur til Skála­víkar.
Tað verður bæði sum eitt minni um Tórstein og hansara røsku starvsbrøður, og sum minni um eina sera áhugaverda innløgutíð við føroyska bátinum, sum ikki kemur aftur.
Tá eg spákaði í Skálavík hendan sunnumorgunin, varnaðist eg, at gøtan inn frá skálavíkarvegnum til skálan í Grind hevði fingið navnið Eiler Jacobsens gøta.
Á henda hátt heiðra skál­vík­ingar søld­firðingin, sum bleiv bygd­­ar­­mað­ur teirra og leingi gekk undan í fiski­skapi um alt Norðruatlantshav.
Nú á gamalsaldri hevði hann í takklæti til bygdina og bygda­fólkið útvegað eitt stórt jarðar­stykki ovast í bygdini og var farin undir at byggja ein stóran skála til ymiska nýtslu. So stórar hallir og stovur hava valla verið í Sandoynni áður.
Eiler var eisini fiski­klógv. Royndi seg einamest í nótafiskiskapi, og var sildakongur í mong Harr­ans ár. Fyrst við ”Boðanesi”, so við ”Ísborg” og ”Sólborg” og ”Krúnborg” og so fram­vegis.
Hann fekk alla end­ur­nýggjanina av fiski­flot­anum við. Sjálvur varð hann í fimmtiárunum biðin til skipara á triðja føroyska stál­línu­­skipinum ”Beinir” hjá Kimbil. Hann fylgdi við skipinum, tá tað varð selt til Ný Fundlands, og lærdi heimafólkið at fiska við línu.
Eiler Jacobsen var mað­urin, sum setti gongd á tann stóra sildafiskiskapin hjá før­oyingum í Norðsjónum. Silda­virkini í Før­oy­um klár­aðu ikki at taka móti íslands­sildini, sum nýbygningurin ”Boða­nes” úr Havn hevði fingið við nót.
Eiler hirdi tí alla leiðina til marknað í Hirtshals. Ùt aftur komin, kastaði hann 100 fjórðingar úr Lista, og har brendi hann í sild. Tað gingu fleiri mánaðir, áðrenn manningin á ”Boðanesi” sá Føroyar aftur.
Teir lógu í føstum farti millum marknaðin í Hirts­hals og fiski­­leiðirnar í Norðsjónum og skovl­aðu bæði sild og pengar inn. Skjótt fór Eiler saman við øðrum at byggja síni egnu skip.
Sildaævintýrið var sera gott, meðan tað vardi. Síðani legði Eiler um til ymiskt annað. Svart­kjaft­urin var bæði ringur og góður, og rækjurnar komu væl við eina tíð.
Men tað var í uppisjóar­veið­uni, Eiler kendi seg mest heima. Hann dugdi væl at endurnýggja skipini og leggja tey til rættis til optimala úrtøku við góðari útgerð og nógv­ari ferð, so tey vóru skjót á markn­aðin.
Báðir hesir úrmæling­ar­nir vóru ágrýtnir. Tórstein lá ikki og bíðaði eftir fisk­inum. Hann reikaði altíð mill­um plinkarnar at finna fongin, og Eiler stóð í sam­døgur á brúnni og stýrdi leiting og fiskiskapi.
Mangar góðar fongir førdu hesir báðir til lands og kappingar­neytarnir høvdu sjálvsagt altíð eyguni við, hvar teir vóru. Helst var okkurt at fáa har.
Øvundarfólk mundu teir eisini hava, men tað fellir teimum í lut, sum skara framúr. Raskir vóru teir og spardu seg ikki.
-------------
Við kvøðu
Jógvan Arge