Strandferðsan bundið um heilan fingur, og hevur broytt ein stóran part av ferðaætlanina í morgin, bæði á sjógvi og landi. Smyril siglur sum vant í morgin ári, men ferðin, sum skuldi vera úr Havn klokkan 16 [...] verri er við siglingini um Skopunarfjørð, tí har verður Ternan løgd longu, tá ið hon kemur Skopunar á miðdegi. Eingin sigling verður út í Heyst og tað verður heldur eingin sigling út í Svínoy og Fugloy [...] mesta lagi bara tann fyrsti túrurin, verður sigldur. Eisini til Nólsoyar gevst Strandferðslan at sigla á miðdegi í morgin, tí har er síðsta fart úr Nólsoy klokkan 13. Somuleiðis er tað heilt nógvir bussar
halda vit, at tað var rímuliga stórt útsving í dygdini á filmunum, greiða Jákup og Jan frá. Teir hava í eina tíð staðið fyri sendingini Agurk á svf, har føroyingar kunnu gera stuttfilmar, senda teir inn [...] Havnini, men onkur er eisini komin av Skála, Strondum, Leirvík og Klaksvík. 3 vald út Av teimum tíggju filmunum, vóru tríggir filmar valdir út, sum verandi teir bestu. Á lítlari samkomu hóskvøldi í farnu viku [...] tað vóru vit rættiliga vælnøgdir við, siga teir báðir vertirnir í Agurk. Teir valdu at seta 3 reglur á kappingina. Fyri tað fyrsta skuldi filmarnir vera ímillum 3-5 min. Í øðrum lagi skuldi hvørki skotvápn
er ættaður úr Vík, men býr á Toftum. Ein annar er eiðismaðurin, Kjartan Egholm, ein triði Eyðfinn Jacobsen í Fuglafirði og ein fjórði Kriss Poulsen, sum er ættaður av Strondum, men býr í Havn. Nólsoyingurin [...] spølini gera, at tað gongur skjótari fyri seg; tey hiva skjótari, og tú kanst hava meira weir á trumluni og royna á djúpri vatni. Men tað er ikki altíð, at hetta hevur so stóran týdning, tó at tað í longdini [...] fiskur at fáa, so tað ræður um at sleppa avstað aftur sum skjótast, sigur hann. Ólavur fýlist annars á upsaprísirnar í løtuni, sum hann heldur vera alt ov lágar. ? Vit hava sæð, at onkur skip seinastu dagarnar
er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 180 fólk og eini nettoflyting á 411 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin [...] Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Strondum. Fólkatølini eru ein mánað afturút Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar [...] fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar
minnir á blað um pápa okkara. Pápi var av Syðradali á Kalsoynni og tískil ofta nevndur Einar á Syðradali. Hann var sonur Elsebeth Sofíu og Jákup Jacobsen (Bakka Jákup). Tey búsettust niðri á Bakka á Syðradali [...] sum hevði tín áhuga. Tá ið tú ikki vart til skips, vart tú á seiðabergi ella úti við bát, vart á møti ella hugnaði tær saman við familjuni. Á yngri árum stríddist tú hart fyri at fáa endarnar at røkka [...] fingið hetta í beinini í uppvøkstrinum á Bakkanum á Syðradali, tíni kæru heimbygd, sum tú helt so nógv av. Tú plagdi at siga, at sum níggju ára gamal dugdi tú á at skyna streym, har tú dugdi at síggja
miseydnaða karrieru uppá nakran mánaðir sum 14 ára gamal við eini trombon, ið eg mest forskrekti seyðin á Strondum við. So nei, men eg eri óluksáligani musikalskur og dugi væl at lurta. Syngur tú undir brúsuni [...] nakað av Dire Straits. Eg minnist, at eg hevði keypt Princesa "Purple Rain" í einum plátuhandli á Strondum, sum ikki er til longur. Eg var eini 13 ára gamal. Eg lærdi allar sangirnir uttanat eftir stutta [...] dansktoppen. Hornorkestur og Iron Maiden. Celine Dion. Shoppingmusikkur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? Gloria Gaynor "I Will Survive" og feitu disko croonaraløgini hjá Bee Gees. Hvør er tann
Bjarni Nielsen kom buldrandi inn á sterkmanspallin, tá hann við mohawk hársniði og brøli bjóðaði elituni av. Í 2014 bleiv hann føroya sterkasti maður fyri fyrstu ferð, men tað var líka við, at tað kiksaði [...] skuldi bara havt eitt stig, men endaði við einki at fáa. Tá skuldi eg vinna trý tey seinastu øvilsini á Jákup Súna Berg. Kensluna av at vinna ta kappingina havi eg ongantíð havt aftur, sigur Bjarni Nielsen [...] Bjarni Nielsen gevst sum sterkmaður Bjarni Nielsen er í løtuni fimmfaldur vinnari av Føroya sterkasti maður. Hóast hann gevst við at verða sterkamaður, so ætlar hann framvegis at lyfta og møguligt melda til
ein maður kom inn í Handilsbankan í miðbýnum í svenska høvuðsstaðnum, rópti og lameteraði og setti síðani ein pakka frá sær, sum sambært honum sjálvum var ein bumba. Lítla løtu seinni kom ein maður inn [...] inn á høvuðsskrivstovuna hjá Nordea, eisini í miðbýnum í Stokkhólm, tveitti ein pakka inn um dyrnar og rópti "Bumba." Sambært vitnisfrágreiðingum verður mett, at talan er um sama mann í báðum førum. Báðir [...] eisini er tømd síðani. Vitni siga, at menninir høvdu automatvápn og øks við sær, og rýmdu frá staðnum á eini Vespa. Ein Kalasjnikov-rifla er eisini funnin nærindis. Vespan er síðani funnin, men enn eru menninir
orð, og ein maður var ein maður. Men soleiðis skuldi ikki vera. Magni Laksáfoss dylir ikki fyri, at hann er vónbrotin av samgonguni. Hann sigur, at tað er eitt hjartamál hjá sær at fáa ferð á at menna grønar [...] vónbrot, og er ógvuliga óheppið og tað vísir bara muruna og lyndi í samgonguna, og tað fer at ávirka á politiska arbeiðið framyvir, heldur hann. – Tað eigur at vera sjálvsagt, at væl úr hondum greiddar semjur
mínum hjarta. Sum tað var tómligt, tá abbi, »tín fitti maður, fór herfrá«. At ikki skula síggja hann sita við vindeygað og veittra, tá man kom á vitjan. Og nú verður tað bara so heilt ótrúliga tómligt [...] tað so hugnaligt at koma til Eiðis at vitja. Tú vart altíð klár at taka ímóti, og tað var ikki eiti á, hvat tú diskaði upp við. Klár til at fara út í kjallin eftir tí, eg elskaði allarmest at fáa: skerpikjøt [...] títt hjarta ikki orkaði meira, lá tú við einum stórum smíli, og eg eri vís í, at tað smílið eigur maður tín »Louis Sigfred Andreasen«. Sum hann man verða glaður fyri at sleppa at síggja títt smíl. Góða