FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Vit eiga nógvar góðar skiparar kring landið, bæði trol- línu-og snelluskiparar, og vit eiga eisini nógvar góðar útróðrarmenn, sum hava eina velduga vitan um innaru leiðirnar.
Ein av teimum stinnastu skiparunum hjá P/F Beta, er Ólavur Samuelsen, sum er ættaður úr Vík, men býr á Toftum. Ein annar er eiðismaðurin, Kjartan Egholm, ein triði Eyðfinn Jacobsen í Fuglafirði og ein fjórði Kriss Poulsen, sum er ættaður av Strondum, men býr í Havn.
Nólsoyingurin, Leif Nolsøe, førdi Græling í nógv ár, og tað var ikki av ongum, at onkur skemtiliga nevndi hann »upsamordarin«.
Og soleiðis kundu vit hildið fram.
Fleiri virðislønir
Ólavur Samuelsen hevur sum skipari hjá P/F Beta verið við til at vunnið fleiri virðislønir og ta einu ferðina, meðan hann førdi Skarv, fekk hann ein útstappaðan Skarv, sum stendur til prýðis í stovuni hjá honum.
Spurdur, hvussu tað ber til, at fiskieydnan fylgir honum, er hann lítillátin og ger lítið burtur úr.
? Tað er torført at siga, men øll skipini hjá P/F Beta eru eins. Gorpur og Skrápur fingu eins og Skarvur og Trastur nýggj spøl fyri nøkrum árum síðan, meðan hini skipini hava gomlu spølini enn. Hann sigur, at nýggu spølini gera mun, men tað eru ikki tey, sum skapa fiskin.
? Hesi spølini gera, at tað gongur skjótari fyri seg; tey hiva skjótari, og tú kanst hava meira weir á trumluni og royna á djúpri vatni. Men tað er ikki altíð, at hetta hevur so stóran týdning, tó at tað í longdini er ein fyrimunur.
Ólavur hevur júst fylt 53 ár, og um heilsan verður, ætlar hann sær at sigla nøkur ár aftrat.
? Eg dugi ikki til annað enn at fiska, sigur hann.
Skipini liggja
Gorpur, sum Ólavur førir og Skrápur, sum Kjartan Egholm førir, hava nú ligið í meira enn ein mánaða vegna klassingar, men Ólavur væntar, at skipini verða klár at fara útaftur í dag.
? Tað er nógvur fiskur at fáa, so tað ræður um at sleppa avstað aftur sum skjótast, sigur hann.
Ólavur fýlist annars á upsaprísirnar í løtuni, sum hann heldur vera alt ov lágar.
? Vit hava sæð, at onkur skip seinastu dagarnar hava landað upsa fyri millum 3 og 4 kr. fyri kg., og tað ljóðar av ógvuliga lítlum.
Skiparin undrast yvir, at upsaprísurin í Føroyum er so lágur, tí sum hann sigur, so eru prísirnir ikki falnir uttanlands.
? Tað ljóðar millum manna, nú nógvur upsi er at fáa og nógver á marknaðinum, at keyparar »rotta« seg saman og trýsta prísin; tí er ikki óhugsandi, at vit fara onkran túrin uttanlands at selja, um vend ikki kemur í. Men hetta er ein spurningur, sum reiðaríið tekur sær av, sigur Ólavur Samuelsen, skipari.










