Góða fitta omma. Eg skilji als ikki, at tú ikki ert her hjá mær meira. Eg hevði vónað, at hesin dagur aldrin fór at koma, har tú ikki ert ímillum okkum longur. Men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú fert altíð at hava eitt stórt pláss í mínum hjarta.
Sum tað var tómligt, tá abbi, »tín fitti maður, fór herfrá«. At ikki skula síggja hann sita við vindeygað og veittra, tá man kom á vitjan. Og nú verður tað bara so heilt ótrúliga tómligt, tá tú omma heldur ikki er har. Allar tær góðu løturnar við tær fari eg at sakna. Tað verður ringt at siga, hvat eg fari at sakna mest, tí tað verður alt. Eg eri so glað fyri at hava fingið so nógva tíð saman við tær.
Altíð var tað so hugnaligt at koma til Eiðis at vitja. Tú vart altíð klár at taka ímóti, og tað var ikki eiti á, hvat tú diskaði upp við. Klár til at fara út í kjallin eftir tí, eg elskaði allarmest at fáa: skerpikjøt og nýbakað rugbreyð. Og so tínar fantastisku hendur; hvat tær ikki hava gjøgnumført her í lívinum. Meg minnist serliga, tá eg vildi hava einar hvítar hálvhosur við reyðum prikkum. Tær eru tær vakrastu hosurnar, eg nakrantíð havi sæð, og eg eri so glað fyri tær.
Tú hevur verið ein fantastisk omma, og eg kundi sagt so nógv meira. Men alt tað, sum tú hevur verið fyri meg, havi eg sagt tær, áðrenn tú fór herfrá.
Var og gav tær muss og klemm dagin áðrenn, tú vildi sleppa herfrá. Tú vart so ótrúliga vøkur at síggja, og tá títt hjarta ikki orkaði meira, lá tú við einum stórum smíli, og eg eri vís í, at tað smílið eigur maður tín »Louis Sigfred Andreasen«. Sum hann man verða glaður fyri at sleppa at síggja títt smíl.
Góða nátt og sov gott, eg elski teg .
------------
Lissi










