framum hann. Tað er helst eisini ein av orsøkunum til, at Todi hevur verið heldur trekur at skriva undir nýggjan sáttmála. Partarnir hava havt fleiri fundir í heyst og uppundir jól, men enn er einki ítøkiligt [...] Komandi mánadag verður endiliga greitt, um Todi Jónsson fer at halda fram í FCK, ella um hann fer at finna sær eitt annað felag. Fundur var millum ítróttarstjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm [...] krøvunum á møti Tað er eingin loyna, at onnur feløg hava áhuga fyri at fáa Toda Jónsson í teirra hóp, og eitt nú Poul Hansen, venjari í AGF, hevur alment givið sítt ynski til kennar um at fáa einasta føroyingin
innihaldsliga so væl sum formliga. Hetta er alkunnugt og eingin orsøk er at fara í smálutir við broytingunum. Tó kann vera nevnt, at ES nú fevnir um so nógv annað enn búskaparligt samstarv og at ES reint [...] grundsjónarmið yvirhøvur. Talan er við øðrum orðum um altjóða samgongu, sum flestøll vestureuropeisk lond vilja sleppa uppí og sum øll lond vilja samstarva og handla við. Tað er tí sjálvsagt, at løgting og [...] ómetaliga nógv at samstarva við ES um, tí hevur ein avgerð um framtíðar ES politikkin sera stóran skund. Ein slík avgerð krevur nógvar umhugsingar og kanningar, ið eiga at fevna um allar hugsandi møguleikar.
so sjáldan eru smálutir, sum gera av, um eitt lið skal hava viðrák og sigur, ella um tað skal ganga heilt øðrvísi enn teir høvdu vónað. Uppá ein máta mundi hetta kennast soleiðis hjá toftamonnum, tá teir [...] eina løtu hekk tað betri saman hjá B68, enn tað annars hevði gjørt. Heimaliðið var væl og virðiliga greitt um støðuna. Kanska vildu teir taka meiri lut í spælinum, enn teir gjørdu hesa løtuna, tá teir duttu [...] parturin í tættari og alt annað enn væl leiktari grannauppgerð. B68 var á odda 1-0, tá tað restaði ein minuttir av fyrra umfarinum. Málið fingu teir eftir 32 minuttir, og talan var um stórt verjukiks. Fyrst mistók
sínum. Tað eydnaðist tó hvørgum teirra at fremja hetta í verkið, og Stuðulsstovnurin liggur enn í Havn. Annlis Bjarkhamar er nú eisini vorðin konfronterað við spurningin, og hon hevur enn ikki tikið nakra [...] starvsfólkið er ørkymlað av støðuni, tí tey fáa ikki nøkur greið boð um framtíðini hjá stovninum. Ført er fleiri ferðir fram, at starvsfólkið á Stuðulsstovninum ynskir at vera í Havn, og hetta hava eisini [...] num og eru limir í Starvsmannafelagnum. Tað er sostatt bæði í tráð við teirra starvssetan um tey arbeiða í Runavík, Havn ella í Mykinesi. Terji á Lakjuni er sjálvur limir í Magistarafelagnum, og hansara
at vita, hvat teir halda um avgerðina hjá løgmanninum í málinum um Jørgen Niclasen, og um tey ynskja at atkvøða fyri einum møguligum misáliti. Hóast nógvar royndir, so eydnaðist tað okkum ikki at fáa hendur [...] hvørt hann er sinnaður til at atkvøða fyri einum misáliti. ?Sum formaður fyri tingbólkin fari eg ikki at taka eina støðu fyri tingmenninar, sigur Heini O. Heinesen. Hann er av teirri fatan, at hetta málið ikki [...] ikki er nakað serliga stórt, og hann heldur, at tað hevur verið onnur, sum eru størri enn hetta, har Jørgen Niclasen hevur verið upp í, ið eru farin aftur við borðini. Eitt misálit, sum fellir Jørgen Niclasen
og tískil eydnaðist ikki U21-landsliðnum at fáa nakað í stigaposan hesa ferð. Nógvir áskoðarar Nú fýra heimadystir hava verið á skránni á rað, hevur liðið tó fingið fýra stig til høldar, sum er ófør úrtøka [...] FÓTBÓLTUR Onkur hevur sagt, at til eru trý sløg av lygnum: Hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Ikki er sørt, at serliga triðja slagið av lygnum, hagtølini, gjørdu vart við seg í U21-landsdystinum millum [...] og Lettland 14, og eisini høvdu Føroyar fleiri hornaspørk, sum ofta plaga at vera ein góð ábending um gongdina. Men tað var alt samalt ein sannleiki við stórum modifikatiónum, tí á máltalvuni stóð altso
tá ið hon hevur ein góðan dag, hevur liðið eisini ein góðan dag. Joan skoraði ikki færri enn tíggju mál, og tað er als ikki gerandiskostur hjá henni. Bæði liðini tókust bara at vilja hava tíðina at ganga [...] KÍ-høllini. Sum áðurnevnt tykist avgerðin um føroyameistaraheitið at falla í Vági í næstseinastaleikumfari, men Stjørnan hevur ein truplan dyst í Vestmanna eftir um góðar tvær vikur. Tá ið klaksvíkskvinnurnar [...] Í løtuni sær tað út til, at avgerðin um føroyameistaraheitið hjá kvinnum fellur í Vági í næstseinasta leikufari tann 27 mars, tá ið oddaliðini bæði VB og Stjørnan hittast. Sum leikur gongur í løtuni, eru
líka sum avgjørdur. Um tað var orsakað av dygdunum hjá vestmenningum, ella um hoyvíkingar als onga vón høvdu um at vinna dystin, skal ikki sigast nakað um her. Allar helst var talan um eina blanding av báðum [...] førum skjóta upp um hoyvíkingarnar, so bólturin aftur kundi spíla meskarnar. Róligari Eftir at farið var um miðjuna av fyrra hálvleiki, var tað sum um vestmenningarnir vóru nøgdir um leiðsluna, sum teir [...] verjupartinum, og er Sjúrður tá eisini partur av livandi múrinum, sum uttan iva er hægsta verjan í Føroyum. Tekur tíð Fyri hoyvík kann dysturin sum so bert nýast sum staðfesting av, at tað enn er langt á mál
Dávur sigur somuleiðis, at tað ikki er greitt, hvat hetta kemur at týða fyri arbeiðið framyvir meira enn at tað fornfrøðiliga arbeiðið nú verður nakað seinkað. Um hetta kemur at hava nakran týdning fyri [...] Uppsalahaganum, og honum tørvaði nakrar upplýsningar, greiðir hann frá. Jóhan sigur, at hetta er ein spurningur um prinsipp. Hann sigur, at hann hevur ikki nakað sum helst ímóti, at tað verður grivið á [...] inntil hesi viðurskifti eru komin upp á pláss. Sum Sosialurin skilir, so er tað ikki bara Jóhan, sum ikki hevur fingið fráboðan um hetta arbeiðið. Onkur annar eigari var eisini komin framvið og hevði spurt
úr gullstríðnum, men heilt so svart er tað kanska ikki kortini. Einki er at ivast í, at HB stóð betri, um stig vórðu fingin til høldar leygardagin, men hinvegin er eitt tap á Eiði ikki nøkur vanlukka í [...] millum lítil og eingin. Hvørki nærdystir ella næstu bóltarnir vórðu vunnir, og so er altso trupult at standa ímóti, tá talan er um eitt topp-motiverað mótstøðulið. Vandatekini komu skjótt oman móti HB-málinum [...] oman móti verjuni, áðrenn hann slepti inn um til Sorin Anghel, sum ísakaldur legði bóltin framvið Bárði Johannesen í HB-málinum. Um nakað, so setti málið enn meira ferð á vertirnar, og ferð eftir ferð