Avgrevstur steðgaður

Í sambandi við Norðoyatunnilin hava fornfrøðingar grivið svørðin av, har vegurin til og frá tunlinum skal ganga, men mikudagin steðgaði ein av lendiseigarunum arbeiðinum, tí viðkomandi hevði onki fingið at vita um henda avgrevsturin

Klaksvík:
Í eina tíð nú hava fólk frá Fornminnissavninum arbeitt á Gerðabø, har tey grava svørðin av fyri at kanna um nakað fornfrøðiligt virði liggur á lendinum. Hetta arbeiðið bleiv steðgað av einum av teimum mongu eigarunum á hesum økinum mikudagin. Viðkomandi eigari, Jóhan Joensen úr Klaksvík, hevði ikki frætt eitt orð um hetta arbeiðið, og tí steðgaði hann arbeiðinum alt fyri eitt.
? Einaferð fyri jól bleiv eg uppringdur av einum manni frá Norðoyatunlinum, sum segði, at hann arbeiddi við at fáa nøkur brøv send út til eigararnar. Hann ringdi til mín, tí eg siti sum formaður í hagastýrinum í Uppsalahaganum, og honum tørvaði nakrar upplýsningar, greiðir hann frá.
Jóhan sigur, at hetta er ein spurningur um prinsipp. Hann sigur, at hann hevur ikki nakað sum helst ímóti, at tað verður grivið á hansara lendi, og somuleiðis heldur hann ikki, at nakar av hinum eigarunum hevur tað heldur, men teir halda allir, at tað er nógv fyri, at tað verður grivið á teirra lendi, uttan at tað verður boðað frá tí frammanundan.
? Um teir so ringdu til mín aftur fríggjadagin, so hevði eg óivað játtað teimum at grivið á mínum lendi, men tað hava tey so heldur ikki gjørt, sigur Jóhan Joensen.
Sostatt liggur arbeiði á Gerðabø nú stilt, og tað verður liggjandi, inntil hesi viðurskifti eru komin upp á pláss.
Sum Sosialurin skilir, so er tað ikki bara Jóhan, sum ikki hevur fingið fráboðan um hetta arbeiðið. Onkur annar eigari var eisini komin framvið og hevði spurt, hvat gekk fyri seg. Men har fingu tey so loyst trupulleikarnar og arbeiðið kundi halda fram. Sigast skal tó, at tað letur til, at tað møguliga bert var tann eini ella báðir tveir av eigarunum, har tað longu er grivið, sum høvdu fingið fráboðan áðrenn.
Einir 80 til 100 eigarar eru á økinum, har vegurin skal ganga, so tað var bert ein spurningur um tíð, inntil tann fyrsti gjørdi vart við seg. Teir flestu sáa á lendinum og plaga at nýta grasið til seyð, men í ár fáa teir, har tað longu er grivið ikki nógv burturúr. Men tað heldur Jóhan ikki er tann størsti trupulleikin í hesum.
? Trupulleikin er hann, at tað varð farið inn á ognarjørð at gera eitt arbeiði, uttan at vit eigarar fingu nakað at vita, staðfestir hann og leggur afturat, at hann ikki skilir p/f Norðoyatunnilin, at tey ikki hava gjørt meira og brúkt ta longri tíð upp á at fáa hesi viðurskifti í rættlag, tí so kundi arbeiðið byrja tað seinni, men hildið ótarnað fram.
Vegurin, sum gerast skal gongur frá Gerðabø tvørtur um Eiði og yvir í Uppsalahagan, og sum sagt, so eru tað eitt ótal av eigarum á hesum økinum. Á kunnandi fundinum, sum p/f Norðoyatunnilin hevði í Klaksvík reisti ein av eigarunum nevniliga henda spurningin um, hvussu felagið ætlaði at tryggja sær, at allir eigararnir fóru at verða vitandi um tað, sum fyriferst. Tað lat til, at hesin visti betur enn teir, sum sótu har á fundinum og kunnaðu, og í dag kunnu vit bara staðfesta, at so var.

Kleyvarskapur
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á Dávur Reinert Hansen, stjóra í p/f Norðoyatunlinum, men við Norðlýsið fríggjadagin sigur hann, at talan er um kleyvarskap onkrastaðni.
Dávur sigur somuleiðis, at tað ikki er greitt, hvat hetta kemur at týða fyri arbeiðið framyvir meira enn at tað fornfrøðiliga arbeiðið nú verður nakað seinkað.
Um hetta kemur at hava nakran týdning fyri sjálva vegagerðina, visti hann ikki at siga fyri vissu.
Men sum nú er stendur gravkúgvin á Gerðabø pinnastill.