bókmentirnar er tað kærleikin, sum dregur Helen til Føroya. Maður Helen er føroyingur, og tað er kanska vert at nevna í hesum sambangi, at hann er abbasonur Mortan Nolsøe, professara, sum á sinni tók stig [...] kvæðum og miðaldarbókmentum! Maður mín er eisini føroyingur og býr í Hoyvík, so hetta var somuleiðis ein møguleiki at sameina míni professionellu og persónligu áhugamál, sigur Helen. Granskingarverkætlanin
vørunum ber kortini til at bíleggja úr Danmark. Tollvaldið er tó ein stórur trupulleiki hjá Lian í hesum sambandi. Tí hvørja ferð, hon fær ein pakka, hevur tollvaldið skrætt hann upp, og so er okkurt oyðilagt [...] væntaði nevniliga, at eg mangan fór at keða meg á einum so lítlum plássi sum hesum. Men veruleikin er ein heilt annar. Eg havi nærum ikki havt stundir til handarbeiði, tí eg havi havt so nógv annað at gjørt [...] undir, sigur Lian ørg. Lian greiðir frá, at systur hennara sendi henni serligt indiskt karry við í ein pakka saman við føðingardagsgávuni til fimti ára føðingardagin. Hendan pakkan hevði tollvaldið latið
koma higar, sigur Lem Wah um, hví tey eru komin alla ta longu leið úr Hong Kong henda vegin. Tað er ein heilt serlig orsøk, at Lem Wah og Ho Cum kenna til Føroya. - Mær dámar øgiliga væl fótbólt, og eg havi [...] fimm dagar, sigur Ho Cum, sum tó leggur herðslu á, at Føroyar er høvuðsmálið á túrinum. Tað kundi kanska hugsast, at Lem Wah og Ho Cum, hava planlagt at koma henda vegin nú til tjóðarhátíð okkara. Men so
Gjónni frá Petur Jacob er ein opinbering í sjálvum sær. Og Gjógvin er ein geologisk opinbering. Uttan Gjónna var eingin Gjáarmaður til. Eingin identitetur hevði verið. Og tá ið ein Gjáarmaður fer út fyri [...] rin hóttir við einum bindi afturat næsta ár um ta gomlu ella eldru tíðina. Hetta er meira ein ritgerð enn ein bók. Grundarlagið Hetta virðismikla rit, sum ikki bara kann frøa Gjáarfólk, er ikki skrivað [...] viðgjørd, so at ringt er at gera eitt ummæli um so nógv undir einum. Tó skal ein roynd verða gjørd hjá einum bygdarmanni til ein annan. Tó, alt í einari so stórari bók fæst ikki við í einum ummæli. Tað er
hestakreftir og hevur verið eini 10 ár á í bátinum. Men ætlanin er at fáa burturúr ein seglbát við mastur og øllum, ið hoyrir til ein slíkan. Men fyri framman liggja sera nógvir arbeiðstímar, áðrenn dreymurin [...] og lætt, og hann hevur í hyggju at umbyggja bátin til eitt slag av stuttleikabáti. Hetta orðið er kanska ikki nóg sigandi, tí í veruleikanum er talan um størri bát, enn vit vanliga seta í samband við s [...] skal hann hava snið sum slíkur. Ikki sær hann út av nógvum, har hann liggur við bryggjuna í Lopra. Ein skrokkur. Men ætlaninar eru stórar. Allan Rajula sigur, at góður motorur er í bátinum og at hann hevur
Myndirnar hjá Frits Johannesen hava ofta ein naivan dám – ein máliháttur, sum kanska hongur saman við skapandi arbeiðinum saman við børnum, sum altíð hevur spælt ein stóran leiklut í lívinum hjá listamanninum [...] trimum so ymiskttáttaðum listamonnunum. Í skrivi frá gallarínum verður víst á, at Fuglafjørður er ein virkin lítil býur, har stórir trolarar úr øllum Europa dagliga landa sína veiðu, meðan bygdafólkið
innan tónleikin í Føroyum. Og hann nevnir, at ein sær munin sera væl, tá ein hevur verið burtur, og síðani kemur aftur. - Tað hevur nógv at siga, at ein førir ein politikk, ið gevur møguleika fyri undirvísing [...] vikuskiftunum og spældu tónleik, ið var frammi tá og kanska nakað av schifertónleiki. Vit høvdu guitar, vaskibretti, cha-cha kúlur og so høvdu vit gjørt ein kontrabass av einum the-kassa, einum kustaskafti [...] seinni, tá realskúlatíðin fekk ein enda, legði leiðina til Havnar og niðan í Hoydalar á studentaskúla á matimatiskudeild. - Nakað samstundis er Atli Hansen liðugur við ein part av síni læraraútbúgving og
nógv at práta um. Eisini legði sonur Erik og Mariu uppí við onkrum lítlum á sponskum. Men so gekk ein krukka ella krúss runt teirra millum við onkrum grønum í. Hvat er hatta, mátti eg spyrja. Jú, greiddi [...] og sólina? Nei, tvørtur ímóti dámar henni betri sjaskveður og best er at vera á skíferð – Vit hava kanska ov nógva sól í Argentina, smíltist Erik. Men tá ið Erik, sum er giftur Mariu úr Klaksvík og hevur [...] plaga tey at grilla nógv úti á páskum, sigur Erik Nielsen, sum er yngstur av fimm systkjum, og fær sær ein munn av mate og biður okkum góðar páskir.
páskir hava teir jammað fleiri ferðir á tveimum ymiskum tónleikakaféum. Tað eina kvøldið hittu teir ein mann, sum er tónleikari og framleiðari og kennir eina rúgvu av fólki innan tónleik í Spania. Honum [...] saman við Rana og Beini til onkra konsert. - Eg fái eisini gittar- og sangundirvísing frá honum. Kanska verður okkurt spennandi at frætta um sápubløðrur í Spania í summar, sigur Beinir.
Annars er stórur hugur at geva til missiónina. Ein søga er um ein mann, sum vanliga gav missiónini í mun til tað, sum hann fekk fyri grøðina. Eitt ár kom ein minni upphædd enn frammanundan, tí tað sá ikki [...] km í ein útnyrðing úr Geresse. Eg skuldi ferðast ímillum og skuldi eisini fara út í bygdirnar, sum liggja í hesum økjum. Í Geresse vóru eisini eini donsk hjún, Lisbeth og Arne Kiel Nielsen, og ein donsk [...] serliga dám at sita í smáttuni rundan um eldin. Tá kenna vit ein serligan felagsskap, sum ber yvir landamørk og tungumál. Annars er tað eisini ein partur av missiónsvirkseminum at læra mammurnar at gera