Úr Alicante á Frigg

Mikudagin verður farið við flogfari úr Alicante beinleiðis til Keypmannahavnar har fyrireikingar verða til framførsluna á Friggfestivalinum.

Mikudagin verður farið við flogfari úr Alicante beinleiðis til Keypmannahavnar har fyrireikingar verða til framførsluna á Friggfestivalinum.

 

Beinir gleðir seg at sleppa at venja saman við manningini í Kulumrótum hósdagin og fríggjadagin og at fara á pallin leygardagin klokkan 13.

Tey vóna at síggja eina rúgvu av fólki. Tað verða nakrir av teimum góðu gomlu og nýggjaru sangunum hjá Kulumrótum, ið spældir verða og eisini okkurt av løgunum hjá Beinir. Tað er altíð stuttligt at verða á pallinum saman við Rakul Ró, Martin, Vinjar og Rana. Hesaferð verða helst nógvir áhoyrarar, sum ikki hava hoyrt Kularøtur áður. Tey kunnu gleða seg til eina lívliga framførslu, har eingin fer at sleppa at keða seg eitt sekund.

Síðan tey fluttu til Alicante fyri trimum mánaðum síðan, hava Rani og Beinir fleiri ferðir spælt á gøtuni við kassagittara og eini trummu. Teir plaga at spæla sangir hjá Beini, bluesløg - sum Óvita Blues band vanliga spæla - og nøkur løg, ið eru frammi júst nú.

 

Á páskum luttóku teir fyrstu ferð í jam session á eini tónleikakafé í Alicante. Endiliga sluppu teir at spæla hart við el-gittara og trummusetti. Tað var øgiliga stuttligt. Eftir páskir hava teir jammað fleiri ferðir á tveimum ymiskum tónleikakaféum.

Tað eina kvøldið hittu teir ein mann, sum er tónleikari og framleiðari og kennir eina rúgvu av fólki innan tónleik í Spania. Honum dámar sera væl tónleikin á fløguni, og hann fer at finna tónleikarar at spæla saman við Rana og Beini til onkra konsert.

 

- Eg fái eisini gittar- og sangundirvísing frá honum. Kanska verður okkurt spennandi at frætta um sápubløðrur í Spania í summar, sigur Beinir.