Úr Noregi til Karibia til Føroya til Íslands

Ein tvíkilja liggur fyri tíðina í Vágsbotni. Ikki hevur eydnast okkum at finna út av, hvør eigur hana ella hví hon liggur her, men søguna hava vit tó megnað at grivið fram.

 

Codrington Arrow, sum tvíkiljan eitur, hevur síðani 2011 verið skrásett í Basseterre í St. Kitts og Nevis í karibiska havinum. Hon hevur har røkt rutuna millum karibisku oyggjarnar Antigua, Barbuda, St. Kitts og Nevis og Montserrat, til 2013, tá reiðaríið keypti eina nýggja tvíkilju úr Noregi.

 

Codrington Arrow er eisini norsk. Hon varð bygd í 1988 í Hyen í Noregi av Aa Marine brødrene, og sigldi til 2011 undir navndinum Fjørtoft á Sunnmøre, millum Brattvåg, Dryna, Fjørtoft og Harøya.

 

Tvíkiljan er 26,5 metrar long, 7,7 metrar breið og stingur 2,8 metrar djúpt. Hon er 152 BRT, tekur 120 ferðafólk og siglur 26 míl. Motorarnir eru tveir MWM dieselmotorar við 1142 bhk.

 

Skipið hevur ligið veturin í Southampton í Onglandi. Mánadagin var tvíkiljan í Holyhead, mikudagin í Stornoway og í dag liggur hon so í Vágsbotni. Sambært portal.fo eru tað íslendingar, ið hava keypt tvíkiljuna.