leikarunum spæla í týsku bundesliguni og í bestu fronsku hondbóltsdeildini, so arbeiðssetningurin verður sera torførur hjá føroyska liðnum. Í HM-endaspælinum fyri stuttum skoraðu niðurlendingar í miðal 35 mál [...] Mikukvøldið 12. mars klokkan 19 verður søguligur landsdystur í høllini við Tjarnir. Tá spæla føroysku og niðurlendsku manslandsliðini fyrra av tveimum EM-undankappingardystum. Sunnudagin 16. mars klokkan 14 [...] mál pr. dyst, men lótu inn í miðal 33 mál pr. dyst. So tað fer helst at krevja fitt av føroyskum málum, um okkara skulu hava stig í høllini við Tjarnir. Niðurlendski hópurin: Nr. Leikari: 1. Dani Baijens
Landsstýrið er á veg í Løgtingið við tveimum málum í sambandi við bústaðarpolitikkin. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í einum sjónvarpsbroti, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt á netið. Tað er Margit [...] skal munandi meira, enn vit gera í løtuni. Vit skulu byggja minni eindir og harvið bíligari, sigur hann. Løgmaður vísir á, at eitt er, at fólk skulu hava okkurt at búgva í. Men tey skulu eisini hava bústaðir [...] bústaðir, sum tey hava ráð at búgva í, sigur hann. Hann sigur, at tvey mál nú eru á veg í Løgtingið, sum hava við bústaðartrotið at gera. Annað er, at kommunur fáa heimild at leggja tænastugjøld á tóm hús
skilja samanhangin í uppskotinum er neyðugt at greiða frá, hvat §154b í skattalógini hevur at gera í hesum. Tað er okkara greiða fatan, at henda lógargrein í skattalógini hevur ikki pláss í hesum málinum, [...] skattað sum A-inntøka í Føroyum. Eftir at greinin varð avtikin í 2024, eru vit aftur í støðuni frá áðrenn 2012, har upphæddin verður tví- ella trýskattað. Frítøka fyri heilsutrygdargjald Í januar 2013 kom ein [...] omanfyri heimligu lógina. Eftir at avgerðin í kærunevndini var tikin, hendi sera lítið. Heilsutrygd stakk høvdið í sandin og lætst ikki um vón. Ikki fyrr enn í juli í 2020, tá Heilsutrygd og Taks hvørki høvdu
valinum sunnudagin til Samveldistingið í Týsklandi, í einum floksleiðaraumfari sunnukvøldið í týskum sjónvarpi. - Eg hevði ongantíð hugsað, at eg fór at siga hetta í eini sjónvarpssending, men eftir seinastu [...] seinastu útsøgnirnar hjá Donald Trump í síðstu viku, er greitt, at amerikanarar í stóran mun eru líkasælir við lagnuna hjá Evropa, sigur Merz. Konservativi týski leiðarin hevur leingi verið ein sterkur talsmaður [...] gjørligt, soleiðis at vit stig fyri stig veruliga kunnu røkka óheftni frá USA í verjumálum, segði Merz á floksleiðarafundinum í týskum sjónvarpi. CDU-leiðarin leggur afturat, at hann "hevur ongar tankar um
hann bíðar ikki eftir drúgvum samgongusamráðingum, leggur hann dent á. Í floksleiðarakjaki í týskum sjónvarpi í kvøld sigur Merz, at tað kann vera trupult at skipa stjórn, men leggur afturat: - Eg haldi fast [...] heimsbardaga, og Merz hevur tí ikki sterk kort í hondini í komandi stjórnarsamráðingum. Enn er ógreitt, um hann skal skipa stjórn saman við einum ella tveimum øðrum flokkum fyri at savna neyðuga meirilutan [...] valinum í dag og mælir til, at ein stjórn verður skipað "so skjótt sum gjørligt." Hann leggur dent á, at stórar avbjóðingar eru fyri framman hjá eini komandi stjór, sum skjótt skal fara til verka. - Í kvøld
krabbameinssjúklingar og onnur við álvarsomum sjúkum kundu fingið búpláss á Skálagarði í styttri ella longri tíð ella umlætting? Í viðmerking til fyrispurningin sigur tingkvinnan, at tað er ein sannroynd, at tað [...] á Skálagarði, er hart tiltrongd hjá nógvum. Í mong ár hava vit havt tørv á tí tænastu, sum Skálagarður nú kann veita. At geva fólki, sum hava fingið skaða í heilan, eina góða, fakliga og dygga tænastu [...] 20. juni 2024 setti eg landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, ein grein 52a fyrispurning, nr. 52-139/2023, um viðurskiftir á Skálagarði. Í svarinum til fyrispurningin upplýsti lan
er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í dag annan dystin í bólkaspælinum í svensku steypakappingini. Í dysti í bólki 3 leikti AIK aftur í dag javnt 1-1. Í dag var talan um 1-1 javnleik á útivølli móti [...] odda í 59 minutti. Leingi sá út til, at AIK einki fekk við sær úr Skåne, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Thomas Poppler Isherwood við einum dreymahøggi til endaligu støðuna 1-1. Í sama bólki [...] stigi. Í seinasta umfarinum komandi fríggjadag klokkan 17.30 tekur AIK móti Värnamo, og Degerfors tekur móti Trelleborg. Skulu Mikkjal og hansara menn vinna bólkin mugu teir vinna við minst tveimum málum
annað soleiðis í setanarrøðuni: “Í hesi framsýningini møta vit tveimum góðum listafólkum, báðar við rót í føroyskari mentan, náttúru, landslagið og litum. Tvey listafólk sum eru ymiskar í teirra listaliga [...] plakatini hjá tykkum sær man tvær kvinnur sitandi á tveimum stólum einsamallar úti í náttúruni hugfangaðar í eini samtalu. Man verður forvitin – eg blívi í hvussu so er. Hvat tosa tær um? Hvat tosa verk teirra [...] sýnt fram í Nordatlantisk Hus – tó ikki samstundis. Og nú tá eg síggji tykkara verk hanga lið um lið, hvussu tey tosa saman og hvussu linjurnar í landsløgunum, tit endurskapa, flætta seg inn í hvørja aðra
Við støði í royndunum at gera tunlar í Føroyum, talar nógv fyri, at ein tunnil í longdini er besta samfelagsliga loysnin, tí hon tryggjar bestu ferðamøguleikarnar til og frá Suðuroynni. Í Suðuroynni eru [...] nan í Skúvoy og tálma atkomuni við ljósregulering á arminum í rundkoyringini. Ein fyrimunur við hesi loysnini kann vera, at arbeiðstakarin hevur møguleika at gera byggipláss í Skúvoy og fara inn í fjallið [...] ístaðin fyri tveimum. Hetta kann stytta arbeiðstíðina munandi og minkar harvið um verkætlanarváðan. Samstundis økir hetta um trygdina á lidnu loysnini, tí møguleiki er at koma út í Skúvoy í einari møguligari
fyri øllum matinum, sum í stóran mun tók støði í dygdargóðum stuttfluttum føroyskum viðskera. Búnaðarstevnan leggur seg eftir at fáa fleiri áhugaverd íkøst til framløgurnar, og í ár komu millum annað gestir [...] ullavirking. Síðani var tað Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum hevði eina sera áhugaverda og viðkomandi framløgu, har hann viðgjørdi føroyskan landbúnað og búskapin í hesum. Hann tók m.a. fram, at man [...] Carlsen úr Noregi við tveimum framløgum. Tann fyrra snúði seg um Æðudún og um, hvussu hetta eisini kann verða eitt íkast til eitt nú garðsrakstur. Henda verkætlan er eisini gjørd í samráð við NORA og hevur