Í skrivliga fyrispurninginum spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir landsstýriskvinnuna soleiðis:
1. Hvussu nógv fastbúgvandi búfólk eru á Skálagarði dags dato, og hvussu nógv eru til umlætting?
2. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakað munagott fyri at fáa skikkaði starvsfólk til Skálagarð?
3. Eru fólk á bíðilista til tey tilboðini, sum Skálagarður kann veita?
4. Hevur landsstýriskvinnan umhugsað, um onnur enn fólk við seinheilaskaða kundu fingið búpláss í longri ella styttri tíð, ella umlætting á Skálagarði? Um ikki, hevði tað so verið eitt hugskot at t.d. parkinsonsjúklingar, sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og onnur við álvarsomum sjúkum kundu fingið búpláss á Skálagarði í styttri ella longri tíð ella umlætting?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur tingkvinnan, at tað er ein sannroynd, at tað hevur verið sera lítið virksemi á Skálagarði, síðan hann læt upp fyri skjótt tveimum árum síðan. – Hetta tykist løgið, tí Skálagarður bleiv bygdur, tí tørvurin á stovnsplássum til fólk við seinheilaskaða var ovurhonds stórur.
– Landsstýriskvinnan helt røðu, tá stovnurin opnaði, og segði millum annað: ”Tann hjálp, sum fólk fáa á Skálagarði, er hart tiltrongd hjá nógvum. Í mong ár hava vit havt tørv á tí tænastu, sum Skálagarður nú kann veita. At geva fólki, sum hava fingið skaða í heilan, eina góða, fakliga og dygga tænastu. Eitt heildartilboð, sum kann gera, at fólk endurvinna førleikar, og sum eisini kann stuðla undir, at fólk varðveita sínar førleikar.”
– Her er okkurt hent, tí nú eru skjótt tvey ár, síðan Skálagarður læt upp, men vit mugu tíverri ásanna, at har hevur verið meir enn hálvtómt meginpartin av tíðini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Og hon heldur fram:
– 20. juni 2024 setti eg landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, ein grein 52a fyrispurning, nr. 52-139/2023, um viðurskiftir á Skálagarði.
Í svarinum til fyrispurningin upplýsti landsstýriskvinnan, at tað var ein stór avbjóðing at fáa skikkaði starvsfólk til størvini á Skálagarði. Hetta var orsøkin til, at fult virksemi ikki var á Skálagarði, men at stovnurin skuldi byggjast upp, og at alt tók tíð.
– Um tað merkisverda skuldi verið hent, at tørvurin til fólk við seinheilaskaða nú brádliga er burtur, so kundi undirritaða hugsað sær at fingið at vita frá landsstýriskvinnuni, um hon hevur umhugsað, um onnur, enn fólk við seinheilaskaða í framtíðini kundu fingið búpláss á Skálagarði í styttri ella longri tíð ella umlætting, sigur hon.
– Um landsstýriskvinnan ikki hevur gjørt tað, so kundi verið áhugavert at fingið at vita, um hetta ikki hevði verið vert at umhugsa, sigur tingkvinnan.
– Vísandi til gongdina í málinum, lítla virksemið á Skálagarði og svarið frá landsstýriskvinnuni, ynskir undirritaða enn einaferð at seta fokus á hetta málið. Hetta er eitt álvarsamt mál, sum landsstýriskvinnan vónandi kann geva greitt svar uppá, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fóllkaflokkin at enda í svarinum.