Mikukvøldið 12. mars klokkan 19 verður søguligur landsdystur í høllini við Tjarnir.
Tá spæla føroysku og niðurlendsku manslandsliðini fyrra av tveimum EM-undankappingardystum. Sunnudagin 16. mars klokkan 14 - klokkan 15 niðurlendska tíð - hittast liðini aftur í Almere. Tá vera yvir 700 føroyingar til staðar fyri at heppa á Føroyar.
Niðurlendski høvuðsvenjarin, svenska hondbóltslegendan, Staffan Olsson hevur tikið út hópin, ið skal royna seg móti okkara monnum frammanfyri fullsettari høll við Tjarnir.
10 av úttiknu leikarunum spæla í týsku bundesliguni og í bestu fronsku hondbóltsdeildini, so arbeiðssetningurin verður sera torførur hjá føroyska liðnum.
Í HM-endaspælinum fyri stuttum skoraðu niðurlendingar í miðal 35 mál pr. dyst, men lótu inn í miðal 33 mál pr. dyst. So tað fer helst at krevja fitt av føroyskum málum, um okkara skulu hava stig í høllini við Tjarnir.
Niðurlendski hópurin:
| Nr. | Leikari: | |
| 1. | Dani Baijens | Paris Saint-Germain Handball (FRA) | 
| 2. | Jeromy van der Ban | Green Park / Handbal Aalsmeer (bara 12. mars) | 
| 3. | Samir Benghanem | Green Park / Handbal Aalsmeer (bara 16. mars) | 
| 4. | Kaj Geenen | VfL Lübeck-Schwartau (GER) | 
| 5. | Martijn Kleijkers | Billère Handball Pau Pyrénées (FRA) | 
| 6. | Lars Kooij | RK Vardar (MKD) | 
| 7. | Jorick Pol | Hurry Up | 
| 8. | Bart Ravensbergen | Frisch Auf! Göppingen (GER) | 
| 9. | Bobby Schagen | TBV Lemgo (GER) | 
| 10. | Robin Schoenaker | Sporting Pelt (BEL) | 
| 11. | Alec Smit | Pfadi Winterthur Handball (SUI) | 
| 12. | Jorn Smits | GC Amicitia Zürich (SUI) | 
| 13. | Kay Smits | SG Flensburg-Handewitt (GER) | 
| 14. | Ivar Stavast | HC ElbFlorenz Dresden (GER) | 
| 15. | Luc Steins | Paris Saint-Germain Handball (FRA) | 
| 16. | Rutger ten Velde | Frisch Auf! Göppingen (GER) | 
| 17. | Niels Versteijnen | TBV Lemgo (GER) | 










