Merz vónar nýggja týska stjórn fyri páskir

Í kvøld hátíðarhalda vit, og frá í morgin fara vit til arbeiðis, sigur Friedrich Merz í sigursrøðu í kvøld

Konservativa kanslaravalevnið hjá CDU, Friedrich Merz, sigur, at hann fer í arbeiðsklæðini longu í morgin fyri at skipa stjórn. Men í kvøld verður valveitsla, sigur hann í røðu til sínar floksfelagar. - Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters

Kanslaravalevnið hjá CDU, Friedrich Merz, lýsir sigur á týska valinum í dag og mælir til, at ein stjórn verður skipað "so skjótt sum gjørligt."

Hann leggur dent á, at stórar avbjóðingar eru fyri framman hjá eini komandi stjór, sum skjótt skal fara til verka.

- Í kvøld hátíðarhalda vit sigurin, og frá í morgin byrja vit at arbeiða, segði Merz í røðu á valveitsluni hjá flokki sínum, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Heimurin har úti bíðar ikki eftir okkum, og hann bíðar ikki eftir drúgvum samgongusamráðingum, leggur hann dent á.

Í floksleiðarakjaki í týskum sjónvarpi í kvøld sigur Merz, at tað kann vera trupult at skipa stjórn, men leggur afturat:

- Eg haldi fast um mína persónligu vón um, at vit fáa stjórn fyri páskir.

- Evropa bíðar eftir Týsklandi. At vit enn einaferð taka á okkum ein sterkari leiðandi leiklut, heldur hann fram.

CDU og bayerski systurflokkurin, CSU, fáa umleið 29 prosent av atkvøðunum, vísa exitpoll-kanningar.

Hóast hetta ger CDU/CSU til vinnara av valinum, so er talan framvegis um næst ringasta valúrslitið síðani seinna heimsbardaga, og Merz hevur tí ikki sterk kort í hondini í komandi stjórnarsamráðingum.

Enn er ógreitt, um hann skal skipa stjórn saman við einum ella tveimum øðrum flokkum fyri at savna neyðuga meirilutan.

Um tað endar við eini stjórn, sum er mannað við trimum flokkum, fara teirra ymisku dagsskráir væntandi at gera lívið truplari hjá einum komandi kanslara - og gera tað truplari hjá Týsklandi at vísa greiða leiðslu, skrivar Reuters.

Merz hevur í valstríðnum fleiri ferðir útilokað samstarv við anti-tilflytara-høgraflokkin Alternative für Deutschland (AfD), sum sambært valstøðum kemur á annað pláss á valinum.

AfD væntast at fáa millum 19,5 og 20 prosent av atkvøðunum.

Núverandi kanslarin, SPD-leiðarin Olaf Scholz, viðurkennir tapið og ynskir Merz tillukku.

Scholz viðurkennir eisini, at ábyrgdin av valósigrinum liggur hjá honum.

- Tað er eitt beiskt úrslit, segði hann í stuttari røðu til sínar floksfelagar, sambært Reuters.

- Nú er tað upp til onnur at finna ein máta at skipa stjórn, segði hann sambært dpa.

Hann leggur afturat, at hann framhaldandi fer at halda sínar skyldur, til nýggj stjórn er komin uppá pláss.

Um exitpoll-kanningarnar, sum vísa veljarastuðul uppá umleið 16 prosent fyri SPD, verða staðfestar, so verður tað talan um ringasta valúrslitið hjá týska Javnaðarflokkinum í áratíggju.

 

/Ritzau/

 

Konservativa kanslaravalevnið hjá CDU, Friedrich Merz, sigur, at hann fer í arbeiðsklæðini longu í morgin fyri at skipa stjórn. Men í kvøld verður valveitsla, sigur hann í røðu til sínar floksfelagar. - Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters