og meginpartinum av saltinum á banjaranum. Vit fóru í ísfisk undir Føroyum, rokaðust dúgliga í upsanum, teir brestust átøkir nýsum í pavninum, tað stóð bara á at skjóta, hála, bøta og spleysa, - bløðga [...] tað heldur ikki av tilvild, at Erlendur Patursson skipaði fyri at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar fyri hálvari øld síðani, á Grækarismessu í 2014, og at læknin, vinnumotorurin og politikarin Petur
rúsevni at fáa í Føroyum. 2)Prísurin á alkoholi í Føroyum er dupult so høgur á barrum, og tríggjar ferðir hægri í rúsuni samanborið við handilsprísin í London. Hesi bæði tingini vavd saman fara [...] onki hald var í sannleikanum viðvíkjandi uppruna heksajagstranini, líka so lítið hald er í sannleikanum viðvíkjandi samkyndum og rúsdrekka. Sjálvur hopi eg, at Bileftirlitið, fer at brenna sín heksabúna
í Australia v.m). Tí er ikki løgið, at hetta holið í ljóðskipanini verður fylt út við tí innlænta a-num. Sama hendir við au. Norrønt au bleiv til ey (rauðr > reyður), og fáa vit /au/ aftur í lánum sum aula [...] høsnaregg vísa tað sama; t.e., stovnurin: høsn- er fleirtal, og mann kann ikki hava eina eintalsending, -ar, afturat einum fleirtalsstovni. Hetta skuldi itið: høsnaungi og høsnaegg. Eisini ólogiskir formar sum [...] verið rættiliga ógjøgnumskygdir. Tá ið JH so nevnir Gásadals-Martin og Bíggjar-Hans, so eru -s og -ar her klípi (fuge-element), sum víst í Faroese: An Overview and Reference Grammar (2004), ein bók, sum
august 2008 sótu omma og Oleva systir hennara og prátaðu saman niðriundir við nátturðaborðið um gamlar dagar. Tað var sera lívsjáttandi at síggja tær flenna saman um farnar løtur. Babba og eg komu tá ásamt [...] sjómanstak við ommu, klappaði hann henni á herðarnar og segði, “Far tú bara heim aftur til Norðradals og arbeið. Tú ert sterk sum ein miðalmaður!” Og júst sum omma bleiv fimtan, varð alt arbeiðið hjá gummuni [...] um tann stuttliga spillopparan, fosturbeiggjan Erlot, sum altíð fann upp á okkurt “puss” í skúlanum og heima (skúlagongd var bert fjórðu hvørja viku). Eina ferð hevði hann stappað draktina hjá sær
Dánial á Dul Jacobsen talar. www.gospel.fo Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11.00 Halgunarmøti, kl. 14.00 Sunnudagsskúli. Møti kl. 18.00 eru avlýst vegna jarðarferð og ervið. Mánadag kl. 17 [...] kl. 10.00-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 11.00 »Lesibólkur«. kl. 14.00-16.00 Boccia í kjallaranum, Alma Poulsen Fríggjadagin 22. september kl. 10.00-12.00 Vælgerandi handverksætlan á loftinum. Øll [...] Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. Amnesty International Føroya Deild Tinghúsvegur
kemur inn í skiftirúmið eftir dystin. Lagið er gott eftir stóru upplivingina, men Símun klárar ikki ar halda sær. – Eg fór inn á WC og stongdi hurðina, og so fór eg bara at gráta, sigur Símun um torføra [...] feldur. Løtu seinni javnar Fram. Keflavík sendir nú alt fólkið fram, men verður revsað í hinum endanum. Meistaraheitið regnar burtur í móruni. Símun stendur eftir við eini kenslu av, at hann er blivin [...] Tað er serliga eitt mál, ið Símun er kendur fyri á landsliðnum. Frammanfyri yvir 30.000 áskoðarum á Ramat Gan leikvøllinum í Tel Aviv í Ísrael tekur Símun Samuelsen øll á bóli. Ísrael hevur í
www.filadelfia.fo Evangeliihúsið, Tróndargøta Fríggjadagin kl. 21 byrjar hvítusunnustevnan í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Eingi møti og eingin sunnudagsskúli sunnudagin vegna hvítusunnustevnuna í Ít [...] Stevnan endar við møti kl. 18 Barnamøti í fimleikarhøllini kl. 18.45. Øll innimøtini verða í Ítróttarhøllini. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Sørvági Barnaansing verður á øllum kvøldmøtunum [...] Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17.00: Telduprát. Vegleiðing á staðnum kl. 14-16.00: Boccia í kjallaranum, Alma Poulsen Fríggjadagin 9. juni kl. 10-17.00: Opið hús Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum
vátum klæðum og við oljuklæðum at halda varmanum. Óblíð fráferð Fjórða dagin fingu vit boð frá fútanum, at vit skuldu verða heimsendir við ymiskum føroyskum skipum. Samstundis læt hann okkum vita, at [...] vegna barnalammilsi, sum gekk har. Teir tosaðu so frá báti við smiðin, og hann lovaði at hava boltarnar klárar til kl. 9 um morgunin eftir. Um hetta mundi fór maskinmaðurin á Sannu inn móti lendingini
ógvisligu vóru, tá ið Poul Johannes forlisti við »Havfrúnni« í 1949, og tá ið hann í 1967 saman við beiggjanum strandaði á Kellingini. Ljósá er niðursetubygd av Eiði. Tey fyrstu niðursetufólkini kallaðust Jógvan [...] vóru Poulina og Sofus Poulsen. Abbin í faðirætt var kallaður Jóannes í Gimbrunum. Omman var úr Oyndarfirði, Elsebeth undir Garði. Tey fingu seks børn, sum vóru: Hans Pauli f. 1891, giftist við Súsonnu
blá Legði ómóð inn á Havnarvág Í teimum fyrsti trimum reglunum sipaði Hans Andreas til ávísar havnarmenn, sum høvdu drukkið whisky – skotadøgg – og høvdu verið ólátaðir. Teir høvdu skorið fløgg niður [...] væl av børnunum hjá systkjunum. Hetta kom ikki minst til góðar hjá teimum 11 børnunum hjá beiggjanum William Smith. Thomas Mikal greiðir frá, at Hanna fyri hann og systkini var sum ein onnur mamma, sum