Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiels spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti HC Erlangen. Kiel vann greiðan 37-28 sigur á Erlangen. Í steðginum var Kiel á odda 18-15 [...] 18-15. Elias skoraði tvey mál og legði upp til trý mál. HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Við 1:05 sæst Elias finta verjuna og málverjan og skjóta eitt vakurt mál: ##med2##
Komandi sunnudag klokkan 16.30 taka Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof á heimavølli móti rumenska liðnum, Potaissa Turda í undankappingini til EHF European League. Leygardagin 3. september [...] áttandapartsfinalurnar, og fyri Elias og liðfelagarnar hevur tað stóran týdning vinna seg í bólkaspælið aftur. Elias væntar tó torføra mótstøðu. Potaissa Turda endaði á einum triðja plássi í bestu rumensku [...] rumensku deildini farna kappingarár. Elias slær fast, at tað er sera týðandi, at Sävehof fær eitt gott útgangsstøðið í tí fyrra dystinum í Partille. Systkinabarn Elias, Óli Mittún er nú eisini partur av hópinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Porto í millumbólki 3 í EHF European League. Tað endaði við trivaligum 32-22 sigri til Kiel. Porto var munandi [...] Vojvodina hevur einki stig. Í millumbólki 4 leiktu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt javnleik 34-34 móti Toulouse. Heimaliðið var á odda 19-18 í steðginum, Jóhan skoraði trý mál. Flensburg [...] munandi betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kiel frammanfyri 14-12. Elias var toppskjútti hjá Kiel við seks málum. Kiel og Melsungen eru fremst í bólkinum við sjey stigum hvør fyri fýra dystir. Porto
Sävehof, ið skal spæla móti Magdeburg á útivølli. Magdeburg vann greitt 39-28 (20-13) á franska Aix á útivølli. Slovenska, Gorenje vann 32-31 (16-16) á spanska La Rioja á heimavølli. Aftaná átta dystir hevur [...] Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist saman við Sebastian Karlsson toppskjútti hjá Sävehof í EHF European League dystinum móti kroatiska liðnum, Nexe. Sävehof vann greitt 33-23 aftaná eina hálvleiksleiðslu [...] 16-12. Elias og Sebastian Karlsson skutu sjey mál hvør fyri Sävehof. Sambært Göteborgsposten var Sävehof greitt tað betra liðið og vísti onga náði móti kroatisku gestunum. Sävehof vann seg upp á annað plássi
Gjøgnum alt 2021 hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørt jaliga vart við seg í Sävehof, ið kann hyggja aftur á eitt vunnið meistaraheiti í 2021, umframt góð avriki í EHF European League. Elias hevur vunnið hjørtuni [...] sigurin á Kekkia hjá A-landsliðnum. Ígjár sendi Elias eina video-jólaheilsu út til fjeppararnar hjá Sävehof, har hann til teirra gleði kundi staðfesta, at hann eisini spælir við Sävehof í 2022. Elias sigur [...] ár aftrat. Dreymurin hjá Elias er at spæla í týsku bundesliguni, men tað verður so í fyrsta lagi í 2023. HER ber til at síggja og hoyra jólaheilsuna Elias og Sävehof løgdu út á YouTube ígjár: ##med2##
Tá var støðan javnleikur 18-18. Elias slapp upp í part, og hann skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. Hákun slapp ikki at spæla nakran serligan leiklut í dag. Elias mátti tíverri út við skaða, og nú [...] ##med2## Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European League á heimavølli móti Nantes. Sama dag taka Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof móti Jóhan og liðfeløgunum [...] liðfeløgunum í Flensburg í fyrru fjórðingsfinaluni í somu kapping. Mikukvøldið klokkan 19.45 spælir Kiel á útivølli fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League móti franska liðnum, Montpellier.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga. Í kvøld skoraði Elias heili 14 mál, og legði upp til trý onnur mál, tá lið hansara, THW Kiel í ZAG Arena høllini í Hannover vann 40-34 á liðnum hjá Vilhelmi [...] 17 spælir Kiel dyst á útivølli móti Leipzig. HER ber til frá Dyn Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum Recken Hannover-Burgdorf-THW Kiel 34-40 (19-19). Í brotinum sæst Elias skjóta tvey mál og [...] Hannover megnaði leingi at geva Kiel ein skarpan gang, men seinastu løtuna slitnaði millum liðini. Elias hevur í fýra bundesliga-dystum higartil hetta kappingarárið skotið heili 37 mál. THW Kiel hevur fullan
Besti leikarin í bundesliguni, Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá THW Kiel heldur fram við at bumba bóltarnar í málið hjá mótstøðuliðunum. Í dag var Elias aftur stórskjútti. Hann skoraði 10 mál, umframt at [...] mál, tá Kiel á heimavølli í Wonderino høllini leikti javnleik 31-31 móti Rhein-Neckar Löwen. Harald Reinkind hevði møguleikan at leggja Kiel á odda 32-31 beint áðrenn lúðurin í høllini ýldi á seinasta sinni [...] sinni, men málverjin hjá Rhein-Neckar bjargaði skotinum. Elias skoraði fýra tey seinastu málini í dystinum, og saman við málverjanum, Andreas Wolff átti hann stóran lut í, at Kiel framvegis er ósigrað í
Eisini móti Magdeburg á útivølli hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu góðar fríspælingar og mál. Liðið hjá Eliasi, Sävehof tapti ígjár 25-31 móti oddaliðnum í bólki C í European League. Svenska Aftonbladet [...] t hevur sett Elias í samband við Magdeburg, men enn er einki staðfest um eitt møguligt skiftið til Magdeburg á sumri í 2023. Komandi týskvøld spælir Sävehof seinasti dystin í bólkaspælinum móti slovenska
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur vart við seg tá Sävehof spældi dyst í bólki C í EHF European League ígjár. Sävehof vann 35-31 á Gorenje á útivølli í Slovenia. Elias skoraði sjey mál uppá 11 má [...] níggju málum. Í steðginum var Sävehof á odda 16-15. Móti dystarenda skoraði Elias tvey mál sum vóru avgerandi fyri, at munurin á máltalvuni fall til Sävehof. Elias gjørdi nøkur rimmar mál, harímillum ein [...] hevur gjørt tað framúr í EHF European League við fýra sigrum í fimm dystum, harímillum tveir sigrar á útivølli. Magdeburg er oddalið í bólki C við níggju stigum. Sävehof og Nexe hava átta stig. La Rioja