VIDEO: Elias væntar harða mótstøðu í European League undankappingini

(Video) Fyri Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnar hevur tað týdning, at Sävehof vinnur seg í enn eitt bólkaspæl

Komandi sunnudag klokkan 16.30 taka Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof á heimavølli móti rumenska liðnum, Potaissa Turda í undankappingini til EHF European League.

 

Leygardagin 3. september leika liðini returdystin í Rumenia.

 

Í fjør vann Sävehof seg í áttandapartsfinalurnar, og fyri Elias og liðfelagarnar hevur tað stóran týdning vinna seg í bólkaspælið aftur.

 

Elias væntar tó torføra mótstøðu. Potaissa Turda endaði á einum triðja plássi í bestu rumensku deildini farna kappingarár. Elias slær fast, at tað er sera týðandi, at Sävehof fær eitt gott útgangsstøðið í tí fyrra dystinum í Partille. 

 

Systkinabarn Elias, Óli Mittún er nú eisini partur av hópinum hjá Sävehof.

 

HER ber til at hoyra og síggja eina videosamrøðu sum YouTube-rásin hjá Sävehof hevur gjørt við Elias um komandi dystirnar móti Potaissa Turda í EHF European League undankappingini:

##med2##