at fólkið har fær at vita , hvat veruliga er hent í Kosova, hvat teirra landsmenn hava gjørt móti ósekum sivilum. JÚST her kemur eisini kirkjan inn í myndina. Hon hevur sum er stóran týdning fyri serbiska [...] MEN sjálvandi er tað ikki allur sannleikin. Og tí eiga vit í hesi avdúkingartíð ikki at stempla allar serbar sum barbarar. Tað vildi verið eins barbariskt. Tí er tað so umráðandi at brúka vit og skil og [...] kenslur, tá tað nú skal ruddast upp. Og nettup hetta er uppgávan hjá ST-dómstólinum, sum helst flestu okkara enn geva lítlan ans. Men veruleikin er tann, at nettup hesin altjóða dómstólur hevur kanska
dø?, syngur kend donsk songkvinna. Tað er eingin ivi um, at hesin kendi býurin í Italia er nakað heilt serligt. Venedig ella Venesia, sum hann eitur á føroyskum, er ein av teim fáu býunum í heiminum, sum [...] selja eitthvørt. Nógv er tað sama og prísurin tykist vera avtalaður. Tað er ringt á eini so stuttari ferð sum hesari at venja seg við liran sum gjaldoyra. Sløk hálv onnur miljón lirar er 5000 føroyskar krónur [...] fyri søgn er, at hetta er ein vinna, har bert menn arbeiða. Gondolirnar eru við smala skrokkinum og flata botninum sera væl egnaðar til sigling eftir smølum kanalum. Ein túrur við á eini gondol er avgjørt
verður munurin neyvan hesaferð. Hans Fróði Hansen er ein av fimm spælarum, sum hevur leikbann hesaferð, tí hann fekk reytt í Fuglafirði. Harumframt er Jóhannis Joensen rættiliga ivasamur, tí hann hevur [...] verið mannað við Jóhannis Joensen og Allan Mørkøre, men hvørgin av teimum er við hesaferð, so tað verður áhugavert at vita, hvat venjarin Ion Geolgau finnur upp á hesaferð. [...] seinastu dystunum, hann hevur spælt. Men hann var ikki við seinast, tá B68 vann 2-0 á B71, og hann er ivasamur aftur til dystin móti føroyameistarunum HB í Gundadali í morgin. Brasilski áleyparin hevur
Tað er onki at siga til, at panikkur kom í, tí sjóverja var ongin. Løgtingsnevndin, sum varð sett á ólavsøku 1898 at viðgera hetta álvarsmál, er skelkað og stendur púra spyrjandi og gitir. Tað er framvegis [...] skal skjótast út av hekkuni? At enda er tað ein trygdarspurningur: Er tað heilt vandaleyst at broyta eina kenda mannagongd og eitt kent arbeiðslag til nakað, sum er heilt nýtt og ókent? Í Føroyum vita vit [...] heima og landsins myndugleikar sær als ikki far um, hvat fór fram á fiskivinnuøkinum í grannalondunum. Og fyri so vítt var heldur onki nýtt í tí. Hvat tað var fyri fiskireiðskapur, sum hetlendingar við
býráðsformannin á Tvøroyri, hvat hann hevði fortalt danska vinnulívsmanninum. ?Eg fortaldi honum heilt stutt um oynna og um býin. ? Eg fortaldi honum, at ein útjaðari, sum Suðuroyggin er, stríðist eitt hart stríð [...] sera fryntligur, hann var lættur á fótum og hann var lættur í sinum tosi. Og at hann eisini er sera gløggur, er tað ongin av okkum, sum ivast í. ? So vit á Tvøroyri eru sera takksom fyri, at hann vildi leggja [...] Maersk McKinney sjálvur sum vildi sleppa at síggja Tvøroyri. Og tað var kanska ikki so løgi, tí tað er onki yvir at dylja, at tvørafólk og hendan stóra, danska fyritøkan hava heilt serlig áhugamál hjá hvørjum
kvinnur, ið eru hálva og fulla tíð á arbeiðsmarknaðinum. Tey alment løntu fáa sum er fulla løn í farloyvistíðini, men hvat hetta kostar, ber ikki til at meta um. Umframt rinda allir stovnar, uttan mun til [...] kosta. - Til stuttleika kann eg nevna, at ein sum arbeiðir í 40 ár til eina løn, sum er 12.500 krónur um mánaðin, ið jú er miðallønin í Føroyum, og rindar 0,6% av lønini í ein barnsburðargrunn, bert rindar [...] Barnsburðargrunnur er eitt mál, Javnstøðunevndin hevur arbeitt nógv við, og nú kvinnuráðstevna var herfyri í Norðurlandahúsinum fyri kvinnur í útnorðri, var grunnurin aftur á dagsskránni. Javnstøðunevndin
sumri í ár 2000, tá sáttmálaskeiðið er lokið. Men um Herfølge finnur ein keypara, sum er sinnaður at rinda teimum ein prís, sum teir eru nøgdir við, og um hetta felagið er sinnað at gera ein sáttmála við meg [...] sum eg ikki kann venda mær frá, so eri eg sinnaður at taka av. Stór tøl Tað er greitt, at FCK er einasta danska felagið, ið er upp á tal sum møguligur keypari av føroyska málverjanum, men sum vit hava skilt [...] fatur á málverjanum, er Hibernians. Hetta er eitt kent fótbóltsfelag í Edinburgh. Í summar fluttu teir upp í bestu deildina í Skotlandi, og sambært upplýsingum frá tíðindastovunum, so er venjarin hjá teimum
samsvaraðu við tey sum stóðu í rað nummar 303. Tey tølini sum merktu, at hann er vorðin millióningur Taki tað róligt Men hvat ætlar nýggi millióningurin so at brúka peningin til? ? Tað havi eg ikki hóming [...] ein part av vinninginum til at gjalda fyri húsini, hann eigur á Skála. Hvat hann fer at brúka restina til, veit hann ikki enn. Tað er alt ov nýtt, hetta við øllum milliónunum. ? Dansk Tipstjeneste hevur [...] tilboðnum ætli eg mær at taka av, sigur danin, sum gjørdist føroyingur burturav. ? Hóast tað er trupult í dag, so er eingin ivi um at eg framyvir fari at hava bæði beinini á jørðini, sigur Janus Uldall. Skalt
stødd málsliga. Eitt er vist, og tað er, at skúlin stendur fyri stórum avbjóðingum í framtíðini, tá ið tað snýr seg um undirvísingina í móðurmálinum. Ikki skúlað Jógvan A. Johannessen er varin við at siga [...] lært heima. - Ella hava tey fingið ov vánaliga frálæru í skúlanum. Móðurmálið er høvuðsgreinin í skúlanum og móðurmálið er tað vit skulu nýta í frálæruni í øllum lærugreinum. Tað nyttar lítið at hava ein [...] móðurmálinum, um hinir lærararnir ikki nýta eitt gott mál, tí tað er frálæran, hvussu málið verður framborið, sum stendur eftir. - Tað er sáddur ein lítil ivi um frálæruna á teim hægru lærustovnunum. Har
Tað, sum eg sakni í allari hesari skrivingini, tað er hvat útlendingar halda um t.d. fótbólt okkara. Nú hava vit haft tveir góðar landsdystir, har føroyingar stóðu seg væl. Tað bleiv eisini skriva síðu [...] við føroyingar íroknað Allan S. Alt sæð gjøgnum okkara heimligu brillur, men tað er ikki nóg mikið. Ikki eitt orð um hvat útlendingarnir, leiðararnir, spælarnir, journalistarnir hildu um dystirnar og spælið [...] fingu eina góða søgu burturúr, ella vit føroyingar fingu okkurt at vita, hvat vit áttu at gjørt øðrvísi. Agurkutíð ella ikki, tað er ov lítið áhugavert, í báðum bløðunum at lesa tað sama umaftur, barnaga