Tað, sum eg sakni í allari hesari skrivingini, tað er hvat útlendingar halda um t.d. fótbólt okkara.
Nú hava vit haft tveir góðar landsdystir, har føroyingar stóðu seg væl. Tað bleiv eisini skriva síðu upp og síðu niður, um hvørt fótafet hjá teim føroysku spælarunum og viðtalur bert við føroyingar íroknað Allan S. Alt sæð gjøgnum okkara heimligu brillur, men tað er ikki nóg mikið.
Ikki eitt orð um hvat útlendingarnir, leiðararnir, spælarnir, journalistarnir hildu um dystirnar og spælið.
Kundi hent at teir høvdu okkurt at umborið seg við, at tað gekk sum tað gekk, kann vera at teir høvdu heilt aðra áskoðan á dystin. leikararnar, dómarnar, umhvørvið ella okkurt annað, sum okkum ikki kemur til hugs.
Góðu blaðskrivarar, ikki bert ítróttarskrivarar, royni og tosi við so nógvar útlendingar sum gjørligt nú teir eru her. Kundi hent at tit fingu eina góða søgu burturúr, ella vit føroyingar fingu okkurt at vita, hvat vit áttu at gjørt øðrvísi.
Agurkutíð ella ikki, tað er ov lítið áhugavert, í báðum bløðunum at lesa tað sama umaftur, barnagarðstrupulleikar, sjúkrahústrupulleikar, rennibreyt ella ikki, ferjutrupulleikar - hvør segði/gjørdi hvat trupulleikar.
Latum okkum fáa sjónarmið útlendingana, so vit ikki sovna í okkara egnu nalvaskoðan og sjálvgóðsku.
Jógvan E. Joensen