Framsýningin í Fríðriksvág er opin til tann 9. august og opið er gerandis frá klokkan 16 til 17:30 og leygardag frá klokkan 10:30 til 12:00. [...] verk hansara ikki verið at sæð ofta. Suni F. Jacobsen er kendur sum táttayrkjari og eigur hann mangan kendan V4 tátt og manga landaplágu. Gøtumaðurin starvaðist nógv ár í Tinganesi, men fór frá fyri nøkrum [...] síggja, hvat vendur upp og hvat vendir niður, boða fyrireikararnir frá. Hann dugir sera væl at lýsa vakurleikan í føroysku náttúruni. Vælgerandi er at síggja myndir hansara av húsum og øðrum sporum, ið menn
90 minuttirnar. Og sjónin var einki serlig. Eftir dystin helt Brian Little, venjarin hjá Hull, at avrikið mundi vera eitt tað vánaligasta í hesum árinum. Macclesfield Town vann 1?0, og sambært Hull venjaranum [...] úr Sogndal og til Hull hevur hann átt fast pláss á besta liðnum. Leygardagin var hann kortini ikki millum teir fyrstu ellivu. Hull venjarin, Brian Little, setti Julian Johnsson á beinkin, og har var hann [...] spæla tvær ferðir á útivølli, og tað skuldu verið møguleikar fyri, at Julian Johnsson skjótt fór at endurvinna miðvallarplássið. Fyrri dysturin verður ímóti Rockdale, og leygardagin skulu teir spæla í
Hetta tí at arbeiðsgevin rindar helvtina av lønini, og tískil verður viðkomandi í minni mun ávirkaður av loftinum. Hevur ein hinvegin 10% arbeiðsføri og vinnur 24.500 krónur um mánaðin, so liggur ein eftir [...] tey av okkum, sum hava fullan arbeiðsførleika og ikki hava kropsligar og sálarligar avbjóðingar. Hví skulu vit nú revsa tey uppaftur meira, sum arbeiða og geva sítt íkast til samfelagið, hóast tey hava [...] óansæð hvussu nógva útbúgving tey fáa sær, og uttan mun til hvat starv tey hava, so ber tað ikki til at fáa meira í løn enn tað sama. Arbeiðsgevin rindar 10% av lønini, meðan tað almenna rindar tað írestandi
(Susvim) 59.37 og silvur í 100 frí (føroyskt met og juniormet) § Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 5:08.00 og gull í 400 blandað (føroyskt met og juniormet) § Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:07.54 og gull í 200 [...] Svimjifelag umboðaði Føroyar. Og tað gjørdi hon væl, við at vinna gull við stórum føroyskum meti og juniormeti, 5:08.00 frammanfyri donsku Miu Steen Duus, sum vann silvur við 5:09.54, og Lauru Findahl Andersen [...] Suðuroyar Svimjifelag og Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag seg so í 200 metra frísvimjing. Vár var í næstseinasta riðli, og vann rættiliga yvirbevísandi sín riðil við 2:10.19 frammanfyri Silju N
hondbólti vera leiktar. Klokkan 18:00 spæla kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum fyrstu FM-finaluna í høllini á Hálsi, meðan menninir hjá VÍF og H71 klokkan 20:00 spæla FM-finalu í Vestmanna. Til ber at fylgja [...] Nú hava vestmenningar hug at draga frá aftur í Vestmanna. Teir føra nú við einum máli, nú tað resta 10 minuttir. VÍF venjarin, Ingi Olsen, hevur júst tikið time-out fyri at geva leikarunum eitt sindur av [...] um at fáa mál. Nú er støðan 22-22. 46 minuttir: Tað gongur skjótt fyri seg hvønn vegin í Vestmanna, og seinastu løtuna er dysturin fullkomiliga koppaður á høvdið. Nú er tað VÍF, ið er á odda við einum máli
í 1. umfari í Premier League verið. Manchester City og Manchester United byrjaðu, har tey sleptu fyri summar. Manchester City vann 2-0 á West Ham, og Manchester United tapti á heimavølli móti Brighton. [...] Newcastle 1 1 0 0 2:0 3 6 Brighton 1 1 0 0 2:1 3 7 Leeds 1 1 0 0 2:1 3 8 Chelsea 1 1 0 0 1:0 3 9 Brentford 1 0 1 0 2:2 1 10 Fulham 1 0 1 0 2:2 1 11 Leicester 1 0 1 0 2:2 1 12 Liverpool 1 0 1 0 2:2 1 13 Manchester [...] Brighton. Manchester United fekk minkað um munin við sjálvmáli, men hóast nýggjan venjara í Erik ten Hag, og eina djarva spæliætlan við bóltinum, so vóru fleiri av gomlum avbjóðingunum at síggja aftur í dag.
g, miðlamultitasking og Koronaskúli. – Bókin vendir sær til øll, sum eru áhugað í tøkninýtslu hjá børnum og ungum og teirra læring og menning: foreldur, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðingar, sigur [...] av bókini, sum viðger í dýpdina, hvussu tøkninýtsla ávirkar læring og menning hjá børnum og ungum og tekur støði í neuro- kognitións- og menningarsálarfrøði. ##med2## Millum evnini, ið bókin viðger eru: [...] er Gitte Klein, sálarfrøðingur, lærari og Master í Positivari sálarfrøði, ið hevur skrivað bókina. Gitte Klein hevur seinastu 10 árini vegleitt foreldrum, skúlum og stovnum í mun til tøkninýtslu. Anna Sofía
fyri øllum leiðarum og patruljuførarum í Havn og á Argjum. Lívsins Orð Barnamøti leygardagin kl. 27. Sunnudagin kl. 17 møti. Keldan í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Heidi og Erlandi. Sunnukvøldið [...] Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag [...] Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í K
upp á einstøku uppgávuna, og hon kennist stór hesa ferð: - Vit spældu 1-1 á heimavølli, og í Streymnesi taptu vit eitt sindur misvísandi 1-0. Tað verður tætt aftur hesa ferð, og vit fara eftir sigrinum, [...] ger, at vit nú spæla frítt, og tað hevur hilnast væl, sigur EB/Streyma liðformaðurin Egil á Bø. Zsolt Zekeres er meniskskaddur og er farin aftur til Ungarn. René Tórgarð og Hans Pauli Samuelsen hava verið [...] Hansen. Jens Martin Knudsen, Jóhan Troest Davidsen, Christian Høgni Jacobsen og Hjalgrím Elttør hava verið í Litava, og Bogi Løkin og Einar Hansen hava verið á U-21 landsliðnum. Einar Hansen noyddist út longu
tænastu- og starvsmenn, soleiðis: a. Flutningskostnaður við egnum bili við Strandfaraskipum Landsins 100 ferðir aftur og fram árliga. b. Koyripeningur millum heimstað og Tórshavn 100 ferðir aftur og fram árliga [...] væl og virðliga endurgoldin fyri útreiðslur, sum tey hava av at ferðast millum bústaðin og arbeiði. Endurgjaldið er fleiri ferðir størri enn tað, sum vanlig fólk, ið eisini ferðast millum bústað og arbeiði [...] arbeiði, fáa í ferðaendurgjaldi – og nú er ætlanin eisini at skerja hetta endurgjald hjá vanligum fólki. Í Norðoyggjum er munurin millum endurgjald til løgtingsfólk og vanlig fólk upp í 67.000, hóast fólk