– Tøknin hevur eisini otað seg inn á gerandisdagin hjá børnum og ungum í ein mun, sum eingin hevði ímyndað sær bara fyri fáum árum síðani.
Soleiðis skrivar Gitte Klein, sum júst hevur latið úr hondum bókina »Talgilda framtíðin – hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt?«
– Stóra broytingin á tøkniliga økinum hevur elvt til spurningin: Hvussu fyrireika vit børnini til hesa tøkniligu framtíðina?
Í kvøld klokkan 19 verður bókaframløga í skúlanum við Løgmannabreyt av bókini, sum viðger í dýpdina, hvussu tøkninýtsla ávirkar læring og menning hjá børnum og ungum og tekur støði í neuro- kognitións- og menningarsálarfrøði.
##med2##
Millum evnini, ið bókin viðger eru: Snildfon í skúla er ikki snild, Pisakanningin, sBøkur, Google ávirkanin, Talgildisbúgving, miðlamultitasking og Koronaskúli.
– Bókin vendir sær til øll, sum eru áhugað í tøkninýtslu hjá børnum og ungum og teirra læring og menning: foreldur, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðingar, sigur høvundurin.
Tað er Gitte Klein, sálarfrøðingur, lærari og Master í Positivari sálarfrøði, ið hevur skrivað bókina. Gitte Klein hevur seinastu 10 árini vegleitt foreldrum, skúlum og stovnum í mun til tøkninýtslu. Anna Sofía Andreasen hevur teknað permumyndina, og Bartal Páll Klein hevur teknað myndir inni í bókini. Bókin er 168 blaðsíður.
Bókaframløga verður sum nevnt í skúlanum við Løgmannabreyt í kvøld klokkan 19. Á framløguni fer høvundurin at greiða stutt frá innihaldinum.
– Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar hon.