ÚTISETI
Síðani Julian Johnsson síðsta summar flutti úr Sogndal og til Hull hevur hann átt fast pláss á besta liðnum. Leygardagin var hann kortini ikki millum teir fyrstu ellivu. Hull venjarin, Brian Little, setti Julian Johnsson á beinkin, og har var hann sitandi allar 90 minuttirnar.
Og sjónin var einki serlig. Eftir dystin helt Brian Little, venjarin hjá Hull, at avrikið mundi vera eitt tað vánaligasta í hesum árinum. Macclesfield Town vann 1?0, og sambært Hull venjaranum var tað væl sloppið. Gestirnir sendu fleiri ferðir í træverkið, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu fingið tvey ella trý mál afturat.
Málið fingu teir tá 2. Hálvleikur var fimm minuttir gamal. Síðstu løtuna vóru teir á heimaliðnum undirmannaðir, tí ein av vónsviknu monnunum hevði hevnt seg og harvið givið dómaranum orsøk at vísa honum reyða kortið.
Vónirnar hjá Hull at røkka triðja plássinum, sum ber beinleiðis uppflyting við sær, kámast í hvørjum. Men enn er góður møguleiki at røkka endaspælinum um uppflytingarpláss. Skal hetta eydnast, so er neyðugt, at aðrir bollar koma á suppuna í komandi dystunum.
Í hesi vikuni skal Hull spæla tvær ferðir á útivølli, og tað skuldu verið møguleikar fyri, at Julian Johnsson skjótt fór at endurvinna miðvallarplássið. Fyrri dysturin verður ímóti Rockdale, og leygardagin skulu teir spæla í Swansea.










