Gulldeymurin skal ikki órógva

Tað kennist bæði á EB/Streymi og NSÍ, at tað í dag ikki verður nóg mikið við sannlíka javnleikinum.

Um hesa tíðina í fjør kendist favorittstøðan tung í Sundalagnum. Tað sást aftur á avrikunum, og tað kostaði FM heitið.

Tvær tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur eftir leikligan aldudal aftur verið á gamla sporinum, men tað verður lítið prátað um FM møguleikan:

- Steypakappingin bjargaði árinum. At vit hava vunnið meiri, enn vit áður hava megnað, ger, at vit nú spæla frítt, og tað hevur hilnast væl, sigur EB/Streyma liðformaðurin Egil á Bø.

Zsolt Zekeres er meniskskaddur og er farin aftur til Ungarn.

René Tórgarð og Hans Pauli Samuelsen hava verið á landsliðsferð í Litava, og Arnbjørn Hansen var á U-21 landsliðnum.

Í Runavík er FM spenningurin stórur. Liðformaðurin, Óli Hansen, undirstrikar, at tað á liðnum ikki verður fokuserað upp á FM, men upp á einstøku uppgávuna, og hon kennist stór hesa ferð:

- Vit spældu 1-1 á heimavølli, og í Streymnesi taptu vit eitt sindur misvísandi 1-0. Tað verður tætt aftur hesa ferð, og vit fara eftir sigrinum, sigur Óli Hansen.

Jens Martin Knudsen, Jóhan Troest Davidsen, Christian Høgni Jacobsen og Hjalgrím Elttør hava verið í Litava, og Bogi Løkin og Einar Hansen hava verið á U-21 landsliðnum. Einar Hansen noyddist út longu í steðginum mikudagin, men hann er tøkur aftur.