Verkfall er, og tað er so langt millum partarnar, at onki røkist fyri einari semju. Seinasta uppskotið frá semingsmonnunum var ein lønarhækking á 3,20 krónur um árið. Arbeiðarafeløgini siga 8,20 krónu
Per Stig Møller kemur í Vágar mánamorgunin 12. mai klokkan 9.50 og fer avstað aftur týsdagin 13. mai klokkan 17. Á stuttu føroyaferðini verða bæði fundir og útferðir. Mánadagin verður fundur millum lø
Mikudagin 14. mai verður buldur og brak á Fólkatingi. Út ímóti kvøldi kemur uppskotið fyri hjá Tórbirni Jacobsen um at avtaka hernaðarligu revsilógirnar fyri Føroyar. Uppskotið er eitt aftursvar til,
Føroysk málnýtsla kúgar kvinnur. Tað er boðskapurin í doktararitgerðini hjá Kirsti Dee Hansen, sum hon leygardagin 3. mai vardi á lærda háskúlanum í Gøteborg. Málfrøðingurin Kirsti Dee Hansen hevur no
Mitt í sáttmálatrætuni og verkfalsrokinum á privata arbeiðsmarknaðinum er ein annar torførur sáttmálaknútur, sum skal loysast. Nú landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki góðkennir nýggja sáttmálan mi
Tað er øllum greitt, at sáttmálin, sum SEV og maskinmeistararnir undirskrivaðu í mars, hevur stóran týdning á nógvum øðrum økjum í samfelagnum. Hann hevur eitt nú lagt støðið undir lønarkrøvunum hjá a
Tá telefonin ringdi tíðliga sunnudagin 23. mars, visti eg beinanvegin hví. Tað var pabba, ið segði at Bjarti var farin. Eg hevði sitið leygardagin seinnapartin og um kvøldið hjá honum. Hann svav fyri
So fór hann um sýnina, um tað liðið, ið bert gongur tann eina vegin. Tú var alt ov ungur at fara. Hvussu long lívsleið er einum tillutað, vita vit ikki. Orðini, sum prestur segði, eru røtt. Tað er ikk
Andlát 30. apríl Ansa Djurhuus, Tórshavn, ættað av Stykkinum, 89 ár. Ísak Matras, ættaður av Norðoyri, 73 ár 1. mai Pól Justinussen, í Klaksvík, ættaður úr Svínoy, 84 ár 2. mai Louisa Williamsdóttir,
Føðingar 25. apríl fingu Gunnvør á Norði, Miðvági, og Jóhan P. Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 28. apríl fingu Annbritt Brynjolvsdóttir, Hoyvík, og Jan Thomsen, Kl