Tað er øllum greitt, at sáttmálin, sum SEV og maskinmeistararnir undirskrivaðu í mars, hevur stóran týdning á nógvum øðrum økjum í samfelagnum.
Hann hevur eitt nú lagt støðið undir lønarkrøvunum hjá arbeiðarafeløgunum, sum nú eru í verkfalli. Hetta er orsøkin til, at Karsten Hansen ikki vildi góðkenna sáttmálan, tí hann óttaðist fyri ovurstórum lønarhækkingum í øðrum sáttmálasamráðingum.
Tí er spurningurin nú, um arbeiðarafeløgini fara at slaka í sínum lønarkrøvum, um maskinmeistararnir fara góðtaka eina lægri lønarhækkan enn upprunaliga avtalað.
? Hatta fái eg ikki gjørt viðmerkingar til, tí enn er einki ítøkiligt hent á tí økinum. Vanligt er at tá ein sáttmáli er undirskrivaður, so verður arbeitt út frá honum, sigur Ingeborg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon hevur áður sagt og endurtekur enn einaferð, at støðið bleiv lagt við sáttmálanum millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Maskinmeistararnir í lyklastøðu
Tí kunnu maskinmeistararnir nú koma í eina lyklastøðu viðvíkjandi sáttmálasamráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Um teir góðtaka eina lægri lønarhækkan, enn sáttmálin, sum var galdandi frá 1. mars, sigur, kann tað geva semingsmonnunum grundarlag fyri at kalla partarnar innaftur til samráðingar.