Fara ikki aftur til gamla sáttmálan

SEV boðaði í tíðindaskrivi hósdagin frá, at tað nú aftur fer at umsita eftir gamla sáttmálanum við Maskinmeistarafelagið, men tað góðtekur formaðurin í felagnum undir ongum umstøðum

Mitt í sáttmálatrætuni og verkfalsrokinum á privata arbeiðsmarknaðinum er ein annar torførur sáttmálaknútur, sum skal loysast.
Nú landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki góðkennir nýggja sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið, mugu partarnir eftir øllum at døma finna eina aðra loysn, sum Karsten Hansen kann góðtaka.
SEV boðaði í tíðindaskrivi hósdagin frá, at tað nú fer aftur til tann gamla sáttmálan, og SEV ásannar eisini, at tað var skeivt at gjalda lønir eftir nýggja sáttmálanum uttan landsstýrisins góðkenning.
? Vit góðtaka undir ongum umstøðum, at farið verður aftur til tann gamla sáttmálan, sigur ein avgjørdur Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hesin trupulleiki verður tó ikki aktuellur fyrr enn síðst í mánaðinum, tá SEV aftur skal gjalda sínum maskinmeistarum løn. Tí er líkt til, at partarnir eru komnir fram til eina aðra loysn, áðrenn næstu lønarútgjaldingar frá SEV.

Nógv fundarvirksemi
Fríggjamorgunin var øgiligt fundarvirksemi í bygninginum hjá SEV á Landavegnum. Klokkan hálvgum níggju var fundur millum SEV og embætisfólk á Fíggjarmálastýrinum. Landsstýrismaðurin sjálvur var ikki við á fundinum.
? Einki nýtt kom fram á tí stutta fundinum, sigur Petur Alberg, aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum. Hann sigur, at landsstýrismaðurin langt síðan hevur gjørt greitt, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan.
? SEV fekk munnliga at vita á fundi tann 28. mars frá landsstýrismanninum, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan, tí lønarvøksturin var ov høgur, sigur Petur Alberg. Tó fekk SEV ikki skrivliga fráboðan um hetta fyrr enn hósdagin í hesi vikuni.
Síðani varð nevndin í Maskinmeistarafelagnum boðsend á fund við SEV klokkan níggju. Hesin fundurin endaði stutt fyri klokkan tíggju, tá umboðsráðið hjá SEV hevði fund.
SEV og Maskinmeistararnir samdust um nýggjan fund klokkan 14 seinnapartin fríggjadagin.
? Vit fara á fundin fyri at lurta eftir, hvat SEV hevur at siga okkum, sigur Jógvan Nybo undan fundinum.

Onga viðmerking
Annars høvdu høvuðspersónarnir ikki nakrar viðmerkingar til støðuna fríggjamorgunin. Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður í SEV, boðaði frá, at hann ongar viðmerkingar hevði til nakran av fjølmiðlunum.
? Vit hava avtalað nýggjan fund klokkan 14, er tað einasta, eg vil siga, segði Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann legði tó afturat, at nýggjar sáttmálasamráðingar als ikki vóru á skránni á fundinum fríggjadagin.
Talan er tí enn ikki um, at SEV og Maskinmeistararnir fara undir nýggjar samráðingar, hóast núverandi sáttmáli ikki verður góðkendur.Teir 45 maskinmeistararnir, sum starvast hjá SEV, hava longu fingið løn tvær ferðir eftir nýggja sáttmálanum.
Sáttmálin var annars galdandi í tvey ár frá 1. mars at rokna. Lønirnar hjá maskinmeistarunum skuldu hækka 4,3% 1. mars 2003 og 4,3% 1. mars 2004. Eftirlønargjøldini skuldu hækka 1% svarandi til 0,8% í virði tann 1. mars í ár og tað sama aftur komandi ár. Nú er óvist, hvussu verður við hesum sáttmálanum.