Føroyskt brak á Fólkatingi

Nú skulu hernaðarlógirnar, sum vóru settar í gildi fyri Føroyar, standa sína roynd á Fólkatingi. Eitt samt løgting vil burturbeina lógirnar, sum lýstar beint ímóti føroyskum vilja. Fleiri danskir andstøðuflokkar halda hánt um leiklutin hjá stjórnini

Mikudagin 14. mai verður buldur og brak á Fólkatingi. Út ímóti kvøldi kemur uppskotið fyri hjá Tórbirni Jacobsen um at avtaka hernaðarligu revsilógirnar fyri Føroyar.
Uppskotið er eitt aftursvar til, at danska stjórnin hevur sett eina røð av hernaðarlógum og fyriskipanum í verk fyri Føroyar beint ímóti løgtingsins vilja. Síðan tá hevur løgtingið eisini einmælt samtykt eitt ríkislógartilmæli um at taka lógirnar av aftur.
Sostatt er tað eitt einmælt løgting, ið reisir seg ímóti donsku stjórnini, og fyri einaferð skyld hevur føroyski fólkatingsmaðurin í Norðuratlantsbólkinum allar Føroyar aftan fyri seg.
Uppskotið er stutt og ljóðar soleiðis: »Idet Folketinget anerkender og respekterer, at Færøerne er en selvstændig juridisk enhed, pålægger Folketinget regeringen at tilbagetrække den militære straffelov fra 1973 med senere ændringer, som regeringen uden landsstyrets viden og imod et enigt Lagtings beslutning har bekendtgjort på Færøerne.«
Í grundgevingunum til uppskotið førir Tórbjørn Jacobsen fram, at framferðin hjá donsku stjórnini í hesum máli er ódemokratisk. Víst verður til, at málið tók seg upp, tí føroyingar sjálvir reistu tað. Landsstýrismaðurin við lógarmálum bað upprunaliga um, at gamla hernaðarliga revsilógin, sum loyvdi deyðarevsing í krígstíð, varð tikin av. Samstundis varð áherðsla løgd á, at føroyingar onga lóg nýttust á økinum. Hetta var eisini í samsvari við eina landsstýrissamtykt frá 1991, har føroyingar frábóðu sær at fáa nýggju hernaðarligu revsilógin frá 1973 setta í gildi.
Men danska stjórnin gekk í móti hesum. Ríkisumboðið lýsti eina røð av hernaðarligum lógum fyri Føroyar. Grundgevingin var, at Føroyar sum tann einasti parturin í danska ríkinum ikki kundi liggja í hernaðarligum lógloysi.
Tórbjørn Jacobsen staðfestir í viðmerking til uppskotið, at verða lógirnar ikki tiknar aftur, so hava orðini um tríggir javnbjóðis partar í ríkisfelagsskapinum fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Spennandi verður at fylgja orðaskiftinum í Fólkatinginum, tí fleiri danskir andstøðuflokkar hava funnist harðliga at donsku stjórnini fyri at seta lógina í gildi uttan at spyrja føroyingar eftir. Hetta er annars ein siðvenja, sum hevur verið galdandi líka síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948.