Altjóðagerð, Sjálvbjargni og Samhaldsfesti Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um at skipa politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri. Samgongan hevur sett sær fyri [...] serfrøðingabólkur settur at greina allar møguleikar fyri tilknýti til ES, herundir eisini hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES. Við støði í frágreiðingini verður viðgjørt politiskt, hvussu víðari verður [...] kommunala útjavningarskipan. ? Serskipanir í skattaskipanini verða eftirmettar við atliti til, um tær eru gagnligar fyri búskapin. ? Progressiviteturin í skattaskipanini verður varðveittur. ? Skattasteðgur
sum teir á staðnum eru góðir til. Vit fingu sjúklingar, sum høvdu brotið beinið. Hetta kundi so vera spjálkað av "heimadoktarum" og hetta dugdu teir. Men fleiri av hesum trøllmonnum eru komnir til trúgv [...] ikki kann skiljast. Tey kunnu eisini koyra gløður í munnin og ganga í eldi uttan at brenna seg. Øll eru rædd fyri trøllmonnunum. Hetta er nógva staðni í Etiopia og serliga har kristindómur og heiðinskapur [...] væl. Tað ræður um at koma skjótt til viðgerðar. Tað høvdu verið nógv slangubit hesa tíðina. Húsini eru so ótøtt, at slangurnar krúpa inn um náttina. Konsomenn tilbiðja summi sløg av slangum, og tað verður
tiltøkum, sum hava verið alt hetta árið . Um dagarnar eru komin ikki færri enn trý bind av ”almennu” havnarsøguni umframt tey tvey bindini, sum eru komin frammanundan. Henda útgávan er enntá ikki liðug [...] hava tveir partar í Miðvikuni, sum koma at snúgva seg um tvær systrar í Havn, sum eisini eru ímynd av Havnini. Tær eru Anna Askham og Martha Matras. Anna man vera elsta fólk, sum hevur livað alla sína tíð [...] har tað higartil hava verið 128 partar av lívssøgu nógvum teirra, sum hava myndað Havnina, og sum eru jarðað í gamla kirkjugarði í Havn. Her er heldur ikki liðugt enn. Tvær systrar við 100 ára gamlari
grein í samband við hesi greinarøð. Máttu avstað aftur Símun skrivaði í 1980: Mikudagin 26. marts eru 50 ár liðin, síðan Ernestine fór á land á Selvogsnesi. Átta mans sjólótust. Ein fekk skaða undir b [...] Kjølbro Pápi, Jóan Magnus Høgnesen, varð føddur á Skála 12. september 1898 og vaks upp í Lorvík. Foreldrini vóru Rasmina Rasmussen úr Uppistovu á Skála og Høgni Høgnesen Uppi við Garð í Lorvík. Pápi var [...] liggja. Brúdleypið mátti útsetast Hóast eg ikki veit tað fyri vist, so hugsi eg mær, at mamma og pápi eru komin saman uppi hjá Dáva, tí mamma tænti har eitt tíðarskeið. Tey giftust 20. desember 1923. Brúðarvígslan
februar av Tvøroyri yvir á Suðurlandið, men General Gordon spurdist ikki aftur. Teir eru komnir nakað nær Íslandi, tá ið teir eru burturgingnir, tí Poul Johannes Beder í Vági, vanliga nevndur Pollurin, førdi [...] 85 ár kann tykjast at vera ein long tíð. Men kortini eru fleiri sum minnast hesa tíðina, og sum eisini kunnu greiða frá henni. Men tað er greitt, at hesi fólkini fara at fækkast. Tískil hevur høvi verið [...] høvdu í Miðvikuni við Dinnufíu Ferjá frá Gjógv. Men afturat Kristinu farast tvey suðuroyaskip. Hesi eru Helena við 20 monnum og Karin við 13 monnum. Í 1922 ferst Norðlýsið úr Fuglafirði á veg til markna
Christian, bóndi á Krónni. Hann var beiggi tann kenda útróðrarmannin Jóan Karl á Skála, sum nógvar søgur eru um. Har vóru eini 10 systkin. Seks av teimum fóru til Lorvíkar. Sum sagt í undanfarnum parti handlaði [...] teirra 13 børnum fødd. Tað vóru fleiri fólk, sum doyðu ymsa staðni í landinum og eisini í Gøtu. Foreldrini hjá mær høvdu havt meslingar frammanundan, so har bilti ikki. Eg minnist eisini grindadansin. Har [...] Gøtu Vit fara í hesum parti at umrøða nøkur onnur av húsunum í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu. Hetta eru húsini í Mortanstovu, á Kletti og Tjørnustovu Mortanstova Í 1911 búðu í Mortanstovu Maren Fredrikka
Musikkmenn kundu kanska havt kallað hetta eitt tjóðskaparligt tema við variatiónum. Og variatiónirnar eru so nógvar í verkinum, at tær fáa illa verið fleiri. Tað er tí helst klókt at lesa yvirskriftir og [...] m í hesum bókum, sum Petur Jacob hevur skrivað. Innihald Og hvat stendur so í hesi bók? Kapitlini eru nógv, bæði sum høvuðskapittul og undirevni, so sum nevnt var omanfyri. Ógjørligt er í viðfangi sum [...] a ritgerð um torvið og allan tann kurlturform, sum arbeiðið við torvinum var. Sum fyrsta kapittul eru ikki færri enn einar 55 síður um torvið. Tað er bæði spennandi og lívgandi lestur hjá teimum, ið sum
eini triðu viðgerð. Eftir fyrstu viðgerð burdi krabbin verið minkaður so mikið nógv, at hægst 15% eru eftir. Eftir aðru viðgerð burdi krabbin verið horvin so mikið nógv, at hann ikki kann síggjast í blóð- [...] ”Læknasamtalan, sannleikans tími, kom langt um leingi tríggjar til fýra vikur aftaná, og hevði eg bæði foreldrini við mær. Við tað sama sum eg trakkaði innar, sá eg á læknanum og sjúkrasystrini, at tey ikki høvdu [...] Síggj ikki trupulleikar, men heldur avbjóðingar. Tey tingini, sum vit ofta taka sum eina sjálvfylgju, eru als ikki ein sjálvfylgja. Tíverri veit man ofta ikki, hvat man hevur, fyrr enn man hevur mist tað.
limir, tað misti frá sær. Ja, vit limirnar mistu teir bestu, tí er sorgin nu nívandi tung, burtur eru nú garparnir reystu, sorgin tyngir tí gomul og ung. Konfirmatión Eg konfirmeraðist sjálv í 1931 í [...] forlovað tá, hóast eg bert var 16 ár. Hetta var sjálvsagt sera ungt, men var eisini mest sum í loynd. Foreldrini vistu av ongum, og vit komu bert saman á kvøldi. Men heilt loyniligt kann slíkt ikki vera, og tey
fimmtitvey ár eru liðin, síðani tit giftust, er tað komið væl upp á loggið. Men eg veit, at tit taka undir við systkinabarninum hjá Karsteni, Líggjasi á Váli, tá ið hann syngur: Mong ár eru liðin, men vitna [...] børnunum hjá Jógvani, elsta beiggjanum hjá Ragnhild, búðu har, tá tey gingu í skúla í Klaksvík. Foreldrini hjá Ragnhild vóru Anna og Jóannes Joensen. Hann var bóndi í Heimistovu í Svínoy. Ragnhild vaks [...] sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg, Ingibjørg og Fríðgerð. Símun og Hans Jacob eru báðir farnir. Anna, mamman, doyði 23. oktober í 1944 bara 43 ára gomul. Tá var Ragnhild ikki meiri