Yvirskriftin á samgonguskjalinum er Altjóðagerð, Sjálvbjargni og Samhaldsfesti. Við fyrivarni fyri redaktionellum broytingum sær samgonuskjalið millum ABC-flokkarnar soleiðis út... Klokkan 17 halda ABC-flokkarnir tíðindafund í Løgtinginum, har samgonguskjalið verður undirskrivað og almannakunngjørt.
Við fyrivarni fyri redaktionellum broytingum, sær samgonuskjalið millum ABC-flokkarnar soleiðis út.
----------
Samgonguskjal millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin
Altjóðagerð, Sjálvbjargni og Samhaldsfesti
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um at skipa politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri.
Samgongan hevur sett sær fyri at skapa stabil viðurskifti í samfelagnum og at reka ein virkisfýsnan, sjálvbjargnis og samhaldsfastan politikk.
Føroyar skulu sambært egnum mentunarligum, vinnuligum og landafrøðiligum fortreytum gerast partur av altjóða samfelagnum, sum dregur fólk og íløgur til sín.
Altjóða- og uttanríkismál
Altjóða virksemi
Fyri at vaksa um búskapin og harvið tryggja vælferðina, verður áherðsla løgd á at føra ein virknan uttanríkispolitikk og altjóða handilspolitikk.
Hildið verður fram at vaksa og menna møguleikar okkara í altjóða høpi við at knýta sambond, skapa bestu marknaðaratgongdir og vinna okkum fríhandils- og samstarvstarvsavtalur. Umboðanin í millumtjóða felagsskapum verður styrkt.
Umráðandi er at fáa okkum nøktandi royndir á uttanríkispolitiska økinum. Tí verður umboðan Føroya mótvegis umheiminum áhaldandi styrkt í samstarvi við onnur fyri at náa málinum um vaksandi vinnumøguleikar og harvið øktum búskaparligum vøkstri.
Uttanríkisráðið ger samstarvsavtlu við danir og onnur norðurlond um at nýta teirra sendistovur kring allan heim. Møguleikarnir verða gagnnýttir fyri at útbúgva føroyingar á hesum sendistovum.
Sendistova verður latin upp í Moskva fyri at røkja okkara handilsligu áhugamál við Russland.
Vit skulu áhaldandi gerast virknari í menningarsamtarvi.
Føroyar skulu vera sjálvstøðugur limir í Norðurlandaráðnum.
Nýggjur Evropapolitikkur
Nýggjur Evropapolitikkur verður skipaður. Hann hevur til endamáls, at Føroyar og Evropa skulu nærkast í nýggjum og tøttum samstarvi.
Tvey kanningar- og útgreiningararbeiði skulu fáast frá hondini skjótast gjørligt:
Verandi kanningararbeiðið um møguleikan fyri EFTA-limaskapi verður væntandi liðugt innan eitt hálvt ár.
Føroyar skulu taka lut í evropeiska samstarvinum um tey fýra frælsini ? vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi. Nýggi samstarvsleisturin skal eisini nøkta framtíðar tørv innan skúla og útbúgving, gransking, mentan, heilsufrøði, fólkaheilsu og annað. Føroyar skulu gerast partur av evropeiska flogferðslusáttmálanum
Samgongan vil vita og ikki gita um møguleikarnar fyri tættari sambandi við ES. Tí verður ein skjóttarbeiðandi serfrøðingabólkur settur at greina allar møguleikar fyri tilknýti til ES, herundir eisini hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES.
Við støði í frágreiðingini verður viðgjørt politiskt, hvussu víðari verður farið fram.
Menningarsamstarv
Ásannandi, at vit hava skyldu at vísa samhaldsfesti við umheimin, verður menningarsamstarvið framhaldandi útbygt og ment.
Fíggjar- og búskaparmál
Rembingarnar í altjóða og heimliga búskapinum kunnu hava við sær minkandi inntøkur í landskassan. Samgongan miðar tí ímóti at fáa avlop á fíggjarlógina, at føra ein varnan búskapar- og fíggjarpolitik, at tálma sveiggjum í búskapinum og at víðka inntøkugrundarlagið.
Endamálið er at fáa ein sterkan og sjálvberandi búskap.
Tí vera hesi tiltøk sett í verk:
? Langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar bæði fyri rakstur og løgur.
? Játtanarskipan landsins verður endurskoðað.
? Fíggjarlógararbeiðið verður skipað við støði í einum árligum orðaskifti um politisku/búskaparligu raðfestingarnar hjá landsstýrinum.
? Grunnur verður settur á stovn til møguligar oljuinntøkur og inntøkur frá einskiljingum. Reglur um inn- og útgjald skulu útgreinast.
? Avtalur verða gjørdar árliga við kommunur og kommunal samstarvsøki um bindandi fíggjarkarm fyri rakstur og løgur.
? Arbeitt verður við at gera eina kommunala útjavningarskipan.
? Serskipanir í skattaskipanini verða eftirmettar við atliti til, um tær eru gagnligar fyri búskapin.
? Progressiviteturin í skattaskipanini verður varðveittur.
? Skattasteðgur verður á lønarinntøkum. Samtykta broytingin í skattastiganum pr. 1. januar stendur tó við, og lætti verður givin við at taka sjúkrakassagjaldið av.
? MVG-afturberingin í sambandi við sethúsabygging verður umløgd, so eggjað verður til at fremja orkusparandi tiltøk í samband við íbúðar- og sethúsabygging.
? Rentustuðulin verður endurskoðaður. Hægsta mark fyri stuðul fyri hvørt matrikulnummar verður ásett, stuðulin verður lækkaður fyri nýggj lán og kannað verður, hvussu stuðulin til verandi lán stigvíst kann lækkast. Rentustuðul skal vera treytaður av, at lántakarin rindar avdráttir av láninum og verða avmarkaður til ávist áramál.
? Lóggáva um nýggja eftirlønarskipan verður gjørd.
? Fyri at tryggja, at fíggjarorka landskassans verður gagnýtt á mest skynsama hátt, verður farið undir at endurskoða almenna raksturin eftir hesum leisti: 2009: Almannamál, 2010: Skúla- og mentamál, 2011: Vinnu- og tilfeingismál.
Samgongan er somuleiðis samd um at fremja hesi vælferðarpolitisku átøk á fíggjarøkinum:
? Barnafrádrátturin verður hækkaður.
? Sjúkrakassagjaldið verður avtikið. Serlig innkrevjingarskipan verður gjørd fyri fólk í DIS, FAS og øðrum líknandi skipanum.
Samfelagsíløgur
Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjar- og búskaparpolitikkinum er at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar, at vælferðin hjá føroyingum verður ment, at samfelagnum verður tryggjað eitt trygt støði fyri menning og sjálvbjargni, at neyvt samsvar verður millum privat og alment fyritakssemi og íløgur, og at vinnuni verður tryggjað kappingarføri.
Við verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virksemið kring landið.
Fimm tær tyngstu íløgurnar fyri samfelagið eru hesar:
? Landssjúkrahúsið: Hildið verður fram við út- og umbyggingini av Landssjúkrahúsinum.
? Skúladepilin í Marknagili: Endalig byggiskrá, kostnaðarmeting og fíggingarháttur verða gjørd, so arbeiðið upp á skúlan kann byrja sum skjótast.
? Flogvallarviðurskiftini: Ætlanin um at leingja flogvøllin verður framd, eins og kanningar viðvíkjandi alternativum flogvallarmøguleikum halda áfram.
? Sandoyartunnilin: Arbeitt verður víðari við verkætlanini at gera fast samband um Skopunarfjørð herundir við at finna fíggingarleist. Tá liðugt er at gjalda til Norðoyatunnilin næsta ár, verður samsvarandi árlig upphædd flutt til Sandoyartunnilin, og farið verður í gongd í 2011
? Skálafjarðartunnilin: Farið verður undir samráðingar við privata felagið um gerð av Skálafjarðartunlinum.
Stjórnarmál
Stjórnarskipan
Arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram í grein 25 nevnd umboðandi allar flokkar á tingi.
Yvirtøkur
Endamálið við øllum yvirtøkum er at fáa lóggávumyndugleika á økjum, sum vit ynskja at fáa at virka eftir politiska viljanum her heima. Tí verða hesi mál yvirtikin:
? Flogferðsla og umsiting av loftrúminum
? Ídnaðarhugverksrættur ? patent o.a.
? Fíggjarrættur
? Útlendingamál
? Upphavsrættur
? Sakførarastarvssemi
? Sjórættur, loðs, uppmerking og vitaverk
? Revsirættur
? Persóns-, húsfólka- og arvarættur
Fyrireikingar verða gjørdar til at seta føroysku veðurtænastuna í verk
Ríkisveiting
Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010.
Rættartrygd og lógarmál
Útlendingamál
Útlendingamálið skal yvirtakast. Orðaður verður politikkur, ið hevur til endamáls, at útlendingar fáa holla kunning um rættindi og skyldur.
Lógardygd
Dentur verður lagdur á at menna dygdina í lógarverki okkara, serliga við atliti at rættartrygd borgaranna, og at lógarverkið verður dagført og nútímansgjørt.
Rættartrygd
Samgongan fer at styrkja rættarstøðu og rættartrygd hjá ymiskum samfelagsbólkum, har lóggávan ikki veitir neyðuga trygd, tí hon ikki er dagførd ella neyðugar lógarásetingar ikki eru gjørdar.
? Fyri menningartarnað skal sonevnda verjumálslógin og tilknýttar ásetingar í revsilógini dagførast sum skjótast, eins og greiðar fyriskipanir skulu gerast fyri virkseminum á stovnum og sambýlum.
? Nýggja sálarsjúkulógin skal samtykkjast og setast í verk sum skjótast.
? Rættindi hjá brekaðum skulu ásetast í lóg fyri seg, eins og ST-sáttmálin fyri brekað verður settur í gildi fyri Føroyar.
? Rættindi hjá gomlum skulu ásetast í serstakari eldralóg.
? Rættindi hjá brúkarum skulu styrkjast við lógardagføringum og nýggjum lógarásetingum
Fiskivinnu- og tilfeingismál
Burðardygg fiskivinna
Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardyggar og geva størst møguligt búskaparligt avkast.
Hildið verður fast við fiskidagaskipanina. Arbeitt verður víðari við at gera neyðugar tillagingar av skipanini.
Arbeitt verður áhaldandi við at fáa lívfrøðiligu ráðgevingina at hvíla á so neyvum grundarlagi sum gjørligt. Økis- og gýtingarfriðingarnar verða varðveittar og støðugt eftirmettar við atliti at verju av høvuðsfiskasløgunum.
Miðað verður eftir at gagnnýta alt tilfeingið, so at allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í framleiðsluni.
Umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði.
Endurskoðan av fiskirættindum
Skipað verður fyri, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum, soleiðis at brúksskyldur fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið.
Sett verður skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtingssamtykt fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal eisini viðgera spurningin um útlendska kapitalpartin í vinnuni og spurningin um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskidøgum. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi á ólavsøku 2010.
Miðað verður eftir at gera skipanina fyri útróður einfaldari. Royndarveiða eftir ótroyttum fiskasløgum verður ment. Fiskiveiðieftirlitið verður hert.
Betraðir veiðumøguleikar
Menningarætlan verður gjørd fyri veiðumøguleikar uttan fyri føroyskt sjóøki.
Virðisøking
Fiskiríkidømið eigur í mest møguligan mun at virðisøkjast í føroyskum øki. Hagreiðingin skal fara fram á slíkan hátt, at mest møguligt fæst fyri vøruna.
Flutningskostnaður av rávøru skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum.
Trygd á sjónum
Skipaeftirlitið verður raðfest við atliti at altjóða samstarvi og dagføring av regluverki. Hølistrupulleikarnir hjá Trygdarmiðstøðini verða loystir.
Landbúnaður
Landbúnaðarlóggávan verður eftirmett, og neyðugar broytingar gjørdar.
Alivinnan
Alivinnan skal vera grundarlag undir víðari menning av dygdarvørum, sum skapa inntøkur í altjóða kapping. Sandoyggin skal vera lívfiskaøki.
Kolvetni
Út frá tí arbeiði, sum gjørt er á landgrunninum, og teimum møguleikum, sum eru fyri at finna kolvetni, er umráðandi við støðugum leitivirksemi.
Vinnupolitikkur
Vinnan er grundarlagið undir vælferðini, og neyðugt er at tryggja framhaldandi menning í tøttum samstarvi við vinnuna.
Tí skal vinnupolitikkurin hava sum endamál at tryggja fjølbroyttari inntøkugrundarlag, at slóða fyri betri maknaðaratgongd og tryggja støðug og álítandi viðurskifti. Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga og umhvørvisliga burðardyggar.
Ein fortreyt fyri góðum vinnumøguleikum er tíðarhóskandi ferðasamband bæði loftvegis og sjóvegis.
Miðað verður ímóti at menna vinnuligan vøkstur m.a. við:
? gransking og menning, t.d. innan kunningartøkni, ílegu- og biotøkni
? íverksetaraátøkum
? førleikamenning av arbeiðsmegini
? betri marknaðaratgongd
? útlendskum íløgum
? betri hagtalsgrundarlagi
? kappingarførari FAS skipan
? styrktari vinnugransking
Útflutningsframi
Hildið verður fram við arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar í útflutnings- og ferðavinnuhøpi, soleiðis at vit fáa greiðan kappingarsamleika. Skipanin av hesum arbeiði verður endurskoðað.
Ferðavinnan
Ein yvirskipað ætlan fyri menning og marknaðarføring av Føroyum og ferðavinnuni verður gjørd, so hon kann gerast vinnuligt íkast fyri alt landið.
Vakstraravtala skal gerast fyri at styrkja ferðavinnuna. Avtalur skulu gerast um, hvat hvør einstakur aktørur skal taka sær av.
Mentanarútflutningur
Nýggir útflutningsmøguleikar innan eitt nú tøknilig framtøk, tónleik og list verða stuðlaðir. Harumframt verða ítróttur og list nýtt sum marknaðarføringarátøk fyri aðrar vinnur.
Einskiljingar
Einskiljingartilgongdin heldur fram. Einskiljingar kunnu fremjast, tá tær eru til gagns fyri samfelagið og vinnubygnaðin. Vinningur av einskiljingum fer til konsolidering og í grunn.
Útlisiteringar
Almennar tænastur - tó ikki tær, sum fevna um kjarnutænastur innan vælferðarøkið - kunnu verða bodnar út til privat feløg at reka, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyrimun.
Brúkaraviðurskifti
Til tess at tryggja rættindi borgaranna verða nýggj keypilóg, lóg um fastognarkeyp og meklaravirksemi samtykt.
Ferðslutrygd
Arbeiðið at skapa trygg ferðsluviðurskifti heldur fram. Fyrireikingar verða gjørdar at gera hálkubreyt. Dentur verður lagdur á at minka um ferðsluvanlukkur og miða ímóti, at eingin skal lata lív í ferðsluni.
Arbeiðsmarknaðarmál
Barsilsskipan
Barsilsskipanin skal framhaldandi betrast fyri foreldrini og gerast smidligari. Miðast skal ímóti, at hon verður longd upp í eitt ár.
Eftirlønarviðurskifti
Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin verður styrktur, soleiðis at útgjaldið úr Samhaldsfasta kann hækka munandi. Nýggj eftirlønarskipan, ið byggir á uppsparing hins einstaka og á lívrentuhugtakið, verður sett í verk.
Seming
Nýggj lóg verður gjørd um seming á arbeiðsmarknaðinum.
Javnstøða
Virkað verður fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars.
Arbeiðsloysisskipanin
ALS-skipanin verður endurskoðað viðvíkjandi útgjaldinum, millum annað við atliti til sjófólk og førleikagevandi útbúgvingum fyri ófaklærd.
Útlendsk arbeiðsmegi
Skipaður verður ein smidligur arbeiðsmarknaður, har vinnan kann fáa útlendska arbeiðsmegi eftir tørvi. Lóggávan á økinum verður yvirtikin og skipað soleiðis, at hon á bestan hátt tænir arbeiðsmarknaðinum.
Útbúgving
Grundstøðið undir einum væl virkandi samfelag er ein góð útbúgvingarskipan, og tí verður alstórur dentur lagdur á útbúgving frá barnagarði til hægri lestur.
Pedagogiska økið og fólkaskúlin
Nýggir lógarkarmar verða gjørdir fyri pedagog- og læraraútbúgvingarnar, og fyrireikingar verða gjørdar til eina pedagoghjálparaútbúgving.
Eftirútbúgvingardepil verður skipaður á Læraraskúlanum, har møguleiki eisini verður at útbúgva lærarar at undirvísa børnum við serligum tørvi, eitt nú innan orðblindni og autismu.
Skiftið frá barnagarði til skúla verður styrkt við formligum samstarvi millum barnagarð og fólkaskúla, og ítøkiligar menningarætlanir verða gjørdar til næmingar við serligum tørvi.
Miðað verður eftir at styrkja byrjunarundirvísingina við m.a. menningarætlanum og tvílæraraskipan í 1. flokki.
Samtyktar lógarbroytingar á fólkaskúlaøkinum verða miðvíst settar í verk, m.a. at gera felags lesiætlanir fyri alt landið, at dagføra og styrkja eftirmetingina at skipa undirvísingartilboð til atferðartruplar næmingar og at halda fram við námsfrøðiligari gransking.
Ársverkið í fólkaskúlanum verður eftirmett, og neyðugar tillagingar gjørdar.
Betri samstarv skal fáast millum fólkaskúla og miðnám, og miðað verður eftir at skipa 10. flokk í størri eindir, møguliga í samstarvi við vinnu- og miðnámsútbúgvingarnar.
Arbeitt verður víðari við ætlan um eftirskúla.
KT í fólkaskúlanum skal vera natúrligur partur av námsfrøðini og sjálvsagdur partur av læraraútbúgvingini. Dentur skal leggjast á at útvega føroyskt undirvísingartilfar.
Sernám
Hildið verður fram at um- og samskipa tað sernámsfrøðiliga økið fyri at betra tænastuna mótvegis borgaranum, og greiningarmiðstøð skal skipast í samstarvi millum Mentamálaráðið og Almanna- og heilsumálaráðið.
Ljós verður varpað á orðblindni og viðurskiftini hjá tunghoyrdum.
Miðnám
Tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar verða dagførdar og mentar sambært álitinum frá 2007.
Farið verður undir at dagføra og menna yrkisútbúgvingarnar, herundir matvøru-, kokka- og tænastuútbúgvingar.
Førleikagevandi útbúgvingar fyri vaksin verða skipaðar kring landið.
Hægri lestur
Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis-, undirvísingar- og granskingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð. Møguleiki skal eisini vera fyri fjarlestri.
Nýggjar útbúgvingar verða skipaðar á hægri stigi so sum útbúgving innan seafood-management.
Vinnuháskúlin verður mentur til eisini at kunna skipa útbúgvingar á bachelor-stigi.
Nevnd verður sett at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar maritimar útbúgvingar saman á einum stað.
Gransking og ES-samstarv
Gransking, menning og nýskapan verða tryggjað bestu kor, og Granskingargrunnurin verður styrktur. ES-granskingarsamstarvið verður ment.
Lestrarstuðul
Lestrarstuðulsskipanirnar verða endurskoðaðar. Kannað verður, hvussu lestrarstuðulsskipan kann gerast til fjarlesandi.
Mentan
Rikin verður ein virkin mentanarpolitikkur, og málini í Visjón 2015 ?Mál og Vegir? eiga stigvíst at verða sett í verk. Mentanargrunnur landsins verður styrktur, og týðing og tónlist verða raðfest.
Farið verður undir fyrireikingar til tjóðleikhús.
Tiltøk at menna og tryggja mentanararvin verða sett í verk. Í hesum sambandi verða hølistrupulleikarnir hjá søvnunum loystir.
Tiltøk verða gjørd fyri at verja um søguliga arv okkara, m.a.bandatilfar, føroysk húsdjórasløg, krígsminni og hvalastøðina.
Kringvarpið og sendinetið
Fíggingin av kringvarpinum (kringvarpsgjaldið) verður endurskoðað.
Public-service sáttmáli verður beinanvegin gjørdur við Kringvarpið.
Deyvatulkingin skal styrkjast.
Ungdóms- og ítróttarmál
Sett verður nevnd at orða ein ungdóms- og ítróttarpolitikk.
Miðað verður eftir at stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða kappingum.
Føroyar eiga at vera sjónligar í altjóða ítróttarsamstarvi, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum.
Frítíðarfelagskapir verða stuðlaðir í sambandi við millumtjóða virksemi.
Úrvalsítróttur og úrvalsítróttarfólk verða stuðlað.
Føroyskt mál skal styrkjast
Samgongan fer í mest møguligan mun at fylgja tilmælunum frá Málstevnunevndini.
Føroyskt mál skal inn á fartelefonir og teldur.
Stuðul verður veittur til framleiðslu av margmiðlatilfari (spølum, videofilmum o.ø.) til børn.
Fólkakirkjan
Arbeiðið við at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í Fólkakirkjuni.
Almannamál
Vælferð og trivnaður hjá øllum samfelagsbólkum er ein avgerandi fyritreyt fyri einum góðum samfelag í framhaldandi menning. Vit skulu skapa betri umstøður, so vit í Føroyum framhaldandi kunnu hava ein høgan burðartíttleika, fólkið kann støðast og trívast, og útisetar koma heimaftur, m.a. við at betra umstøðurnar hjá ungum familjum og forsyrgjarum annars, betri bústaðarmøguleikum,og betri møguleikum fyri samvirkan millum familjulív og arbeiðslív. Eisini skulu vera betri umstøður fyri ættleiðing.
Sosialfrøðilig gransking
Almannapolitiska vitanargrundarlagið skal styrkjast við at fáa gongd á sosialfrøðiliga gransking, m.a. við phd-verkætlanum í almannaverkinum.
Nýggj almannalóggáva
Almannaskipanirnar skulu háttast so, at fólk í mest møguligan mun kunnu hava ein virknan leiklut í samfelagnum. Nýggj føroysk forsorgarlóg verður smíðað til tess at tryggja korini hjá fólki við skerdum uppihaldsmøguleikum og hjá førleikatarnaðum. Har skal eisini ásetast eitt minstamark fyri uppihaldstørvi. Arbeiðið skal verða liðugt í 2011.
Atkoma hjá førleikatarnaðum
Rættindi hjá brekaðum verða tryggjað við lógarásetingum. Atkoma hjá førleikatarnaðum til almennar eins væl og privatar bygningar skal tryggjast í nýggjari byggireglugerð.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari við at gera betri skipanir m.a. um vard størv og endurbúgving, so fólk við skerdum førleika fáa betri atgongd til at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum annars. Almenni setanar- og starvsfólkapolitikkurin skal eisini viðvirka til hetta, eins og almenn arbeiðspláss yvir ávísa stødd skulu binda seg til at taka fólk í vard størv.
Barna- og ungdómsrættindi
Barna- og ungdómsráð verður skipað við umboðum frá feløgum og fakfólkum. Lógin um barnavernd verður endurskoðað. M.a. skulu møguligir fyrimunir lýsast við at samskipa alt barnaverndarøkið undir einum felagskommunalum myndugleika.
Umstøður skulu skapast fyri, at børn við víðfevndum sálarligum ella likamligum breki og børn við atferðar ella tilknýtistrupulleikum í minst møguligan mun verða send av landinum, men heldur kunnu fáa nøktandi menningartilboð í Føroyum.
Bústaðir til fólk við serligum tørvi
Farið verður undir at fremja íløguætlan fyri nýbygging og nútíðargerð av bústøðum til fólk við serligum tørvi, tað veri seg menningartarnaðum, sinnisveikum ella børnum og ungum við tørvi fyri serligari umsorgan.
Eldrarøktin
Í eldrarøktini verður hildið fram við at stuðla bygging av røktarheimum og sambýlum, soleiðis at tørvurin fyri búplássum til røktarkrevjandi verður nøktaður í samgonguskeiðinum. Nýggj eldralóg skal gerast til tess at tryggja rættindi og tænastur fyri eldri. Styrkt verður um starvsfólkaorkuna og trivnaðin í eldrarøktini.
Pensjónsviðurskifti
Lógarverkið um almannapensjónir og samhaldsfasta eftirlønargrunnin skal endurskoðast, so pensjónirnar kunnu betrast. Í fólkapensjónini skulu broytingar gerast sambært tilmælinum frá eftirlønarbólkinum, m.a. skal samansetingin viðvíkjandi grundupphædd og viðbót broytast og mótrokningin av aðrari inntøku lækkast.
Bústaðarætlanin
Bústaðarpolitiska ætlanin hjá ABC-samgonguni verður framd. Tað snýr seg um lutaíbúðalóg við tilknýttum broytingum í mvg-lóg og rentustuðulslóg, leigulóg við tilknýttum broytingum í skatting av leiguinntøkum og umskipan av Húsalánsgrunninum.
Heilsumál
Í heilsuverkinum skulu fyribyrgjandi, viðgerandi og røktarligu heilsutænasturnar styrkjast m.a. við bygnaðarligum broytingum og samskipan.
Dygdarmenning av sjúkrahúsverkinum
Sum høvuðsstovnur í heilsuverkinum skal sjúkrahúsverkið dygdarmennast og nútímansgerast sambært álitinum um Framtíðar sjúkrahúsverk. Í høvuðsheitum skal hetta bera í sær, at:
? Sjúklingar skulu hava betri tænastu, sjúklingaumboð setast, viðgerðar¬ætlanir gerast fyri høvuðssjúkuøkini, og bíðitíðirnar styttast stigvíst móti tveimum mánaðum.
? Strategiskar menningarætlanir skulu gerast fyri heilsustarvsfólk við størri denti á eftirútbúgving og áhaldandi førleikamenning.
? Sjúkrahúsini skulu samskipast til betur at kunna virka sum ein eind, bæði við yvirskipaðari leiðslu og við at skipa tvørgangandi funktiónir millum sjúkrahúsini.
? Sjúkrahúsverkið skal knýtast at viðurkendari góðskustýringar¬skipan fyri at tryggja, at sett mál um dygd og trygd verða rokkin og støðugt eftirmett.
? Fastar mannagongdir skulu skipast um samskifti og samstarv um einstaka sjúklingin millum sjúkrahúsini, kommunulæknar og Nærverkið.
? Samstarvið við sjúkrahús uttanlands skal víðkast. Reglurnar fyri visitatión til viðgerð uttanlands verða endurskoðaðar.
? Nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum heldur fram sambært langtíðarætlan. Viðv. Klaksvíkar sjúkrahúsi verður arbeiðsbólkur settur at gera eina tilráðing um nútíðargerð.
? Arbeiðið við at seta í verk Talgildu Heilsuskipanina fyri sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina skal fulførast í 2009.
? Fíggjarstýringin og gagnnýtslan av tilfeinginum skal effektiviserast út frá niðurstøðunum í sonevndu búskettanalysuni av sjúkrahúsunum.
Uppafturvenjing
Sambært álitinum um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni skal uppafturvenjing skipast kring landið sum serlig eind undir Nærverkinum. Í tí sambandi skulu Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús verða miðstøðir fyri uppafturvenjingini.
Barnatænastan
Barnatænastan skal styrkjast til betur at kunna røkja øktar uppgávur sambært lógini um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung.
Kommunulæknaskipan
Kommulæknaskipanin verður endurskoðað og styrkt, herundir eisini kommunulæknavaktin.
Fólkaheilsuætlanin
Sambært Fólkaheilsuætlanini skal Fólkaheilsuráðið styrkjast fyri at kunna skipa fyri hesi uppgávu. Tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar skal veitast øllum í miðal aldri. Heilsuátøk skulu fremjast fyri øktum likamsvirkni og heilsugóðum kosti, eins og fyribyrgjandi átøk móti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
Heilsufrøðilig gransking
Heilsufrøðiliga granskingin verður styrkt, bæði við ílegugransking og við at skapa betri møguleikar fyri phd-granskingverkætlanum í heilsuverkinum.
Fyribyrgjandi átøk móti krabba
Út frá niðurstøðunum í arbeiðinum við krabbameinsheildarætlanini verða fyribygjandi kanningar settar í verk.
Sjúkrakassaskipan
Sjúkrakassaskipanin skal nútímansgerast og sjúkrakassagjaldið takast av.
Sjúklingahotell
Umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Keypmannahavnar til viðgerðar, verða bøttar.
Samferðsla- og samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum og fyri vinnuna og trivnað í landinum sum heild.
Langtíðar samferðsluætlan
Samferðsluætlanin 2008-2020 verður viðgjørd politiskt, og íløgur verða raðfestar út frá henni. Langtíðar íløgukarmar og landsfevnandi útbyggingarætlan viðvíkjandi framtíðar samferðslukervinum verður orðað og samtykt.
Arbeitt verður við at finna leist fyri fígging av samlaða samferðslukervinum, soleiðis at allir borgarar í landinum verða javnt settir viðvíkjandi flutningskostnaðinum.
Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast.
Rørslutarnað í ferðsluni
Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni skulu betrast vísandi til ST-sáttmálan fyri brekað.
Kommunumál og økismenning
Økismenning og útoyggjapolitikkur
Sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki verða nýggir almennir stovnar lagdir úti um landið, har tað kann gerast við fyrimuni.
Ein endalig loysn skal verða funnin viðvíkjandi orkutørvinum á útoyggj. Miðað verður eftir at knýta royndir við varandi orku saman við hesum.
Við støði í Visjón 2015-ætlanini og álitunum um útoyggjapolitikk og økismenning verður ætlan løgd fyri, hvussu tilmælini verða fylgd. Menningarætlan verður gjørd fyri hvørja oyggj sær.
Kommunureformur
Samgongan fer undir ein kommunureform vísandi til samtykta talið av kommunueindum. Reformurin verður settur í verk 1. januar 2011. Innihaldið í reforminum er fíggjarlig útjavningarskipan, blokkstuðul og flyting av ábyrgdarøkjum frá landi til kommunur.
Kommissión, sum skal vera liðug á ólavsøku 2009, verður sett at fyrireika:
? Útjavning
? Blokkstuðul
? Allýsing av ábyrgdarøkjum, so sum eldraøkið, fólkaskúlin, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita
Broytingarnar í kommunubygnaðinum skulu geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág.
Umhvørvi, orka og náttúruvernd
Vit eiga at taka ábyrgd av tilfeingi og umhvørvi. Miðvís ætlan verður løgd fyri at minka um luftdálkingina, sum hevur til endamáls, at vit lúka altjóða krøv um niðurskurð í útláti av verðurlagsgassum. Serliga verður hugsað um Kyoto og um ta avtalu, ið verður gjørd í Keypmannahavn í 2009.
Reinorkubúskapur
Miðað verður eftir at flyta Føroyar yvir í ein reinorkubúskap. Miðvís tiltøk verða sett í verk til tess at gera tað møguligt. Alt alment byggarí eigur at ganga á odda við reinari orku.
Orkuráð
Orkuráð verður skipað til tess at ráðgeva og upplýsa borgarar og vinnu um orkusparandi og umhvørvisvinarliga bygging. Krøv verða sett til bjálving, og virkað verður fyri, at vinna bæði á sjógvi og á landi fylgir altjóða mátum fyri orkunýtslu.
Varandi orkukeldur
Varandi orkukeldur skulu mennast, eitt nú sjóvarfalsorka, vindorka, sólorka, alduorka, vatnorka og jarðhiti. Yvirskipaði orkupolitikkkurin eigur at vera ein landspolitisk uppgáva.
Agenda 21
Til tess at menna samstarvið millum land og kommunu á umhvørvis- og veðurlagsøkinum verður Agenda 21 verkætlanin styrkt.
Náttúruvernd
Nýggj náttúruverndarlóg verður samtykt, lendisskipanir verða gjørdar, eins og ein landsplanur verður orðaður, ið leggur upp fyri framhaldandi útbygging av landinum eins og náttúruvernd og vernd av søgu-mentunararvinum.
Samskipandi tilbúgvingarleiðsla
Nýggj tilbúgvingarlóg verður gjørd. Tilbúgvingarmyndugleikin verður greitt skipaður, so samskipandi tilbúgvingarleiðslan er á einum stað, og ábyrgdarøkini og avgerðarrætturin eru greið.
Umhvørvisavgjøld
Umhvørvis- og avgjaldspolitikkurin má knýtast saman til tess at røkka teimum yvirskipaðu veðurlags- og umhvørvismálum, ið vit átaka okkum. Revsingin fyri dálking á landi og á sjógvi verður herd, eins og skipanir, ið fyribyrgja oljudálking, verða mentar.