funnu tær upp á at klæða seg út sum klovnar, og so fóru tær í føðingardag. Og tær vaktu mikla gleði millum børnini. Marjun hevur arbeitt við børnum í mong ár og er námsfrøðingur. Sjálv sigur hon, at henni altíð [...] Tá leggja tær altíð leiðina fram við onkrum barnagarði ella líknandi. ? Tá vit eru komnar í klæðini og lagið er í topp, so er tað ikki so lætt at tveita búnan beinanveg. Ein kemur ikki niður aftur á jørðina [...] og rýma frá øllum rokilsinum í rúminum, tá tær eru tilreiðar. Og so fara tær avstað við bilinum. Ein dagin hevði Marjun ella Kaktus gloymt at keypt okkurt, so tær steðgaðu í Mylnuni, og hon leyp inn. ?
illani, men í útgangsstøði er støðan altíð álvarslig. Teimum tørvar í fyrsta umfari akutta hjálp á sjúkrahúsi og síðani uppvenjing í tryggum kørmum. Hetta hevur sjálvandi eisini verið veruleikin í Suðuroy [...] vórðu settar av á Fíggjarlógini fyri 2023 til stovnin, so í mai 2023 kundi gongd setast á umbyggingina. MTV metti tá, at bygningurin kundi verða klárur til at taka í nýtslu hálvan oktobur 2023 og í dag kunnu [...] fólk í Suðuroynni, sum ynskja og hava fakligar førleikar og menniskjansligar eginleikar til at arbeiða við fólki, sum hava avbjóðingar, kunnu velja at búseta seg í Suðuroynni, og hava eitt starv, sum gevur
ttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgtinginum í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri, Runavík, Leirvík [...] frádráttin. Vónand halda tit orð. Skal heldur økjast Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur [...] mótmæli í samband við uppskotið um stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøku av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum. Talan er um LM-037/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg
elsta er 16. Nansy gjørdist pedagog í februar í 2004 og hevur síðan 1. oktober í 2008 verið leiðari á dagstovninum hjá Runavíkar kommunu, sum hevur leigað seg inn í Kelduna í Skálafirði. Ein góð fyribilsloysn [...] heimaftur til Føroya til jólar í ár 2000 og helt fram at lesa her heima. - Eg fór í farloyvi í eitt hálvt ár, og tað passaði okkum væl, sigur hon. Nansy og maðurin búðu í Danmark í hálvt triðja ár tilsamans [...] út á nýggju stovnarnar, eins og nøkur børn flyta út í barnagarðin við Mýrarnar í Runavík. - Vit hava havt umleið 40 børn í Kelduni, og talið av starvsfólki hevur verið 16. Eg haldi, at Keldan hevur riggað
Konghøll í fjør. Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum og drívandi megi í verkætlanini, handaði teimum, sum høvdu tikið lut í arbeiðinum, hvør sín ravn úr glasi sum tekn um, at verkætlanin var komin mál. Tilfarið [...] Nyholm Debess, sett í starv á deplinum. Samstarvið við Sjóndepilin og aðrar partar bæði í Føroyum og uttanlands heldur fram. Máltøknidepilin er skipaður undir Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi [...] við fleiri máltøkniligum loysnum í framtíðini. Verkætlanin byggir á samstarv við Árnastovnin í Íslandi, og fíggingin er norðurlendsk. Harumframt verður longu granskað í maskintýðing og áskoðanargreining
sjálvfylgja í dag. Tá eg var barn, høvdu vit hønur í kjallaranum, lomb vórðu flett í køkinum, og í grannahúsinum var kúgv í kjallaranum. Eg helt altíð, at tað var so hugnaligt at hyggja at, tá konan í húsinum [...] sítt spæl um miðnáttarleitið, komu skótarnir í Vákstún við kyndlum og stillaðu seg framman fyri stóra pallin í Vágstúni. Tá trein so Karin Jacobsen - Karin í Grótinum, kallað, á pallin og helt eina frálíka [...] tað var, tá eg vaks upp. Tá vit gingu í skúla, var tað vanligt at fáa eina oyrafiku ella verða sett í skammikrók. Tað er óhugsandi í dag. ##med4## Tá eg fór í starv á sjúkrahúsinum, sluppu mammur ikki at
ofta skemtiligari viðmerking. Fyrst í 90-unum skiltust okkara vegir, tá ið vit tríggir fóru í onnur størv. Andrias varð tó verandi á Grannskoðaravirkinum, eitt starv hann hevði, inntil hann andaðist. Hóast [...] hittast, sita vit á eini matstovu í Runavík og skriva minningarorð um okkara góða vinmann. Vit hava mangan spurt okkum sjálvar, hvussu tað bar til, at tað fall so væl í lag okkara millum, og at vit hildu [...] Samuelsen í Havn, bert 61 ára gamal. Fyri okkum tríggjar var hann bara Samuelsen. Vit høvdu mist ein góðan og trúfastan vinmann. Vit fýra hittust á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein síðst í 80-unum
Marstein úr Klaksvík, á sumri í 1956. Tey fingu børnini Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist í januar í ár, 66 ára gamal. Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína [...] valdømi, har hann aftur varð valdur í 1974. Frá 1978 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann umboðaði í Løgtinginum, inntil hann gavst í politikki í 1994. Jógvan Sundstein var løgtingsformaður [...] realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum. Í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar á handilsskúla og síðani fór hann undir at útbúgva seg sum grannskoðari. Hann fekk í 1963 prógv
fiskavirkið í Runavík, var hennara starvsstað í 30 ár. Hon røkti starv sítt á fiskavirkinum heilt fram til mánaðin áðrenn hon doyði. Eisini hevði mamma í nógv ár vaskiarbeiði á Stíggjanum í Saltangará [...] vaksin tóku lut í arbeiðnum ið hoyrdi til húsið. Eitt nú hoygging, seyðahald og annað. Sum tíðin gekk funnu tú og babba saman og bygdu tykkum hús í Runavík. Tit fluttu inn í húsini í 1970 og hava tit [...] sváru tíð. Í hesum sambandi leita tankar okkara aftur á lívið hjá mammu. Rituvíkin var karmur um barna- og ungdómsár hennara. Mamma var næstyngst í systkinaflokkinum sum vaks upp í hesi hugnaligu
cand. scient. í djórafrøði (zoologi) á Århus Universiteti í 1970. Í 1994 vardi hon doktararitgerð sína um grindahval í Norðuratlantshavi. Dorete kom í starv á Fróðskaparsetrinum sum lektari í lívfrøði á heysti [...] annan lívfrøðing fulla tíð í starv hjá sær. Dorete var í mong ár leiðari á Føroya Náttúrugripasavni. Miðskeiðis í 1980-unum fór Setrið undir at fyrireika bachelorútbúgvingar – m.a. í lívfrøði. Fyrstu bachelorarnir [...] lestur á donskum universitetum. Í 1980 varð Føroya Náttúrugripasavn skipað í tríggjar deildir, og Dorete kom tá at starvast bæði á Setrinum og á Náttúrugripasavninum. Í hesum lá m.a., at hon framhaldandi