sínamillum í EM-kappingini í 2011. Peter Leko, sum í síni tíð var í topp 5 í heiminum (2003), legði aftrat, at Føroyar vóru fantastiskar. - Nú eri eg eisini sera áhugaður í hondbólti, og eg undraðist í summar [...] liðum í EM-endaspælinum í Portugal, í fótbólti hava teir eisini fleiri góð úrslit, og sama er í talvi. Hvussu kunnu teir standa seg so væl við so fáum fólki, helt hann undrandi fyri. Puerto Rico í dag Í [...] Í dag telva Føroyar móti Puerto Rico. Góðar tríggjar milliónir fólk búgva í karibiska oyggjalandinum. Føroyar hava javnan dystast móti Puerto Rico á talvolympiadum, dysturin í dag er tann áttandi í røðini
E. Petersen, sum í kvøld fekk møguleikan á sentrala miðvøllinum, tí Hákun Edmundsson var í miðverjuni fyri leikbannaða Jens Joensen, átti uppleggið, tá ið Uros Stojanov setti hol á. Í yvirtíðini av fyrra [...] vongverjanum í vinstru var sentralur í uppspælinum, og Tóki á Lofti skoraði. AB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, og fuglfirðingar iðra seg sjálvandi um, at toppskjúttin Uros Stojanov, sum í kvøld skoraði [...] heimavøll 27. juli. Soleiðis var tað eisini í kvøld, og úrslitið var, sum tað so ofta hevur verið. Tølini siga, at tað endar ofta javnt, og soleiðis var tað eisini í kvøld. ÍF var tvær ferðir frammanfyri, og
fyrsta ferðin, at HB í ár hevur vitjan av KÍ. HB hevur tvær ferðir verið í Klaksvík, og í báðum førum hevur talan verið um málríkar uppgerðir. Í fyrsta umfarinum vann KÍ 4-3, og í 17. umfarnum vann HB [...] hevur ikki vant í hesi vikuni. Vøddaskaðin í búkinum, sum hevur vitjað um hesa tíðina á árinum seinastu 3-4 árini, er aftur upp á spæl. Í HB vóna teir tó, at Jákup verður førur fyri at spæla í morgin. Meðan [...] Tølini siga, at vit standa okkum best í Gundadali, og tað kann ikki sigast annað enn at vera ynskistøða, at vit í tveimum teimum síðstu umførunum skulu spæla móti KÍ og B36 í Gundadali, verður sagt úr HB. Allir
Føroya Tele kunnu luttaka í atkvøðugreiðsluni. Hvør atkvøða kostar 5 kr. Sms atkvøðurnar telja helmingin av endaliga úrslitinum. Limirnir í dómsnevndini atkvøða somuleiðis hvør í sínum lagi, og teirra samlaðu [...] av teimum seks planetunum, ið tit kunnu atkvøða um á sms, frá nú og fram til 26. januar á miðnátt. Í dómsnevndini sita fimm serkønir dómarar, ið umboða ymisk umhvørvi og leiklutir innan føroyskan tónleik [...] at øll hava ein brennandi áhuga og stórt forvitni, tá tað snýr seg um føroyskan tónleik. Tey, ið eru í nevndini, eru Niels Uni Dam, Urd Johannesen, Sólarn Solmunde, Malan Eyðunsdóttir og Heri Ellingsgaard
Neyðuga uppsparingin verður sett í verk í eini skiftistíð. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig árliga, upp í 15 prosent í 2028. Nógv gjalda longu til egna [...] ásetur eftirlønaruppsparing í Føroyum frameftir, verður nú sent í hoyring, og siktið er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í vár. Upskotið ásetirr, hvussu eftirlønaruppsparingin í Føroyum verður frameftir [...] fer út í hoyring. Í hesum sambandi sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum: "Nýggja skipanin hevur stóran samfelagsligan týdning. Hon skal vera stabil og tryggja allar føroyingar í framtíðini
sigur Janus Petersen. Vikuskiftis Sosialurin tosar við Janus Petersen, fráfarandi forstjóra í BankNordik, og hann greiður frá júst hvør ósemjan millum forstjóran og nýggju nevndina var. Les meira í Vikuskiftis [...] - Tá nevndin í Bank Nordik varð skift út í mars í ár, so var tað byrjanin til endan hjá Janusi Petersen. - Tú kanst siga, at tað var eitt slag av uppreistri móti mínum ætlanum og tí, sum undanfarna nevnd [...] Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøturnar í Havn hóskvøld og kring landið fríggjadag.
stóru menn fara í so harðliga í hann í luftduellunum. Var fluttur longur aftur á vøllin í seinna hálvleiki og megnaði at fylla onkur av tómu økjunum, sum skotar høvdu gjørt sær dælt av í fyrra hálvleiki [...] bjargingar í seinna hálvleiki, sum forðaðu fyri einum enn størri skrædli. Jákup á Borg Skotar royndu ofta at bróta ígjøgnum í síðuni hjá Jákupi, og serliga í fyrra hálvleiki var tað strævið hjá honum. Í seinna [...] hevði kós í málhornið, men málmaðurin sló bóltin til horna. Janus Joensen Hevur ikki sannført um sín leiklut á liðnum, hóast hann hesaferð spældi nakað fríari í seinna hálvleiki, enn hann gjørdi í fyrra hesaferð
Sum lítlibeiggi í høvuðsstaðaðarøkinum hevur AB í mangar mátar havt eitt slag av undirlutakenslu mótvegis teimum báðu stóru feløgunum, HB og B36. Ikki tí. Tá AB var í Formula-deildini í 2007 eydnaðist tað [...] høldar móti teimum báðum grannunum, og í steypakappingini sendu teir eisini B36 út. Men í samlaða roknistykkinum hava argjamenn kortini altíð verið teir minnu í høvuðsstaðnum. Men hetta broyttist mánadagin [...] minuttum spurdist tó úrslit burturúr. Janus M. Joensen varð dømdur fyri at toga Johan Ellingsgaard niður í brotsteiginum, og so fekk Klæmint Matras møguleikan úr 11 metrum. Í fyrstu atløgu bjargaði Tórður Thomsen
nir vunnið so at siga alt sum vinnast kann. Við H71, bæði í Føroyum og í heimsins størstu hondbóltskapping, Partille Cup - og í Lundaspelen í Svøríki. Síðani stóð Danmark fyri skotum. 16 ára gamal fór [...] deildin í Danmark, og skuldi undir at spæla endaspælið, tá ið kappingarárið brátt endaði í vár. Nú hevur felagið skrivað sáttmála við 18 ára gamla føroyingin, sum sostatt nú er yrkisleikari í vaksnama [...] eyguni í Danmark av álvara farin at lata seg upp fyri Hákuni og hinum føroyingunum - og nakrar mánaðir eftir - gjørdust teir heimskendir í ungdómshondbólti, tá ið teir vunnu European Open-kappingina í Svøríki
Maribor-leikararnir eru fyrst í tjúgunum, meðan H71 hevur fleiri í seinnu helvt í tjúgunum. Elsti leikari á vøllinum verður aftur í kvøld Ári Dam, meðan 17 ári gamli Janus Dam Djurhuus er yngstur. Hann [...] og Maribor Branik verður leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Allir H71-leikarar uttan Ári Dam leiktu sín fyrsta dyst í Evropa Cup kapping fríggjakvøldið [...] evarska lítið yngri í miðal enn fríggjakvøldið. Men tað er ikki tí teir ungu hoyvíkingarnir hitta so garvaða mótstøðu. RK Maribor Branik hópurin er bert eitt knapt hálvt ár eldri í miðal. Teir flestu