Siðvenja er, at AB eigur heimavøll 27. juli. Soleiðis var tað eisini í kvøld, og úrslitið var, sum tað so ofta hevur verið. Tølini siga, at tað endar ofta javnt, og soleiðis var tað eisini í kvøld.
ÍF var tvær ferðir frammanfyri, og AB svaraði tvær ferðir aftur, og harvið var úrslitið 2-2.
ÍF hevði risa møguleika at skora sigursmálið, tá ið tað restaðu átta minuttir. ÍF vann brotsspark, og Uros Stojanov tók sær av royndini úr ellivu metrum. Men Bjarki V. Mørk tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan og bjargaði.
Gundur E. Petersen, sum í kvøld fekk møguleikan á sentrala miðvøllinum, tí Hákun Edmundsson var í miðverjuni fyri leikbannaða Jens Joensen, átti uppleggið, tá ið Uros Stojanov setti hol á.
Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki javnaði AB. Jákup Nolsøe Olsen hálvbjargaði, og Bjarki C. Nielsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði.
Gundur E. Petersen legði ÍF á odda 2-1. Uros Stojanov takkaði fyri seinast og legði upp til málið.
Tá ið AB javnaði til 2-2 var talan um fínt uppspæl. Asbjørn Heðinsson á vongverjanum í vinstru var sentralur í uppspælinum, og Tóki á Lofti skoraði.
AB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, og fuglfirðingar iðra seg sjálvandi um, at toppskjúttin Uros Stojanov, sum í kvøld skoraði sítt 11. mál, misnýtti brotssparkið og harvið møguleikan enn einaferð at leggja ÍF á sigurskós.
##ms##
AB – ÍF 2-2 (1-1)
0-1: Uros Stojanov 33.
1-1: Bjarki C. Nielsen 45.
1-2: Gundur E. Petersen 49.
2-2: Tóki á Lofti 57.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
AB: Bjarki Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson (Ári Arge, 84.), Gert Drangastein, Sørin Samuelsen, Asbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti (Janus Svabo Samuelsen, 78.), Rógvi Poulsen, Eli Christiansson, Jasper Van Der Heiyden – Adeshina Lawal (Bartal S. Petersen, 73.), Bjarki C. Nielsen
Gult kort: Bjarki C. Nielsen, Tóki á Lofti, Eli Christiansson
Venjarar: Tommy Brimsvík og Símun Samuelsen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Hákun Edmundsson, Jan Ó. Ellingsgard, Andy Ó. Olsen – Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Gundur E. Petersen, Dánjal á Lakjuni (Ari Ó. Ellingsgaard, 69.) – Filip Djordjevic, Uros Stojanov
Gult kort: Karl Løkin, Gundur E. Petersen, Sjúrður Pauli Nielsen
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus, Ólavur Larsen