Ungt H71-lið ímóti ungum Maribor-liði

Bæði H71 og Maribor hava miðalaldur undir 23 ár. Sí hóparnar her

Evropa Cup dysturin ímillum H71 og Maribor Branik verður leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Allir H71-leikarar uttan Ári Dam leiktu sín fyrsta dyst í Evropa Cup kapping fríggjakvøldið. Tað er eisini ein sera ungur H71-hópur, ið eisini er eitt evarska lítið yngri í miðal enn fríggjakvøldið.

Men tað er ikki tí teir ungu hoyvíkingarnir hitta so garvaða mótstøðu. RK Maribor Branik hópurin er bert eitt knapt hálvt ár eldri í miðal. Teir flestu Maribor-leikararnir eru fyrst í tjúgunum, meðan H71 hevur fleiri í seinnu helvt í tjúgunum. Elsti leikari á vøllinum verður aftur í kvøld Ári Dam, meðan 17 ári gamli Janus Dam Djurhuus er yngstur. Hann hevur fýra javnaldrar afturat sær í hópinum.

Hóparnir síggja soleiðis út:

H71

1. Ári Dam 32 ár

2. Sakaris Aniano Sakarisson 17 ár

3. Pætur Thomsen 23 ár

4. Rúni Vest Højgaard 28 ár

6. Leivur Mortensen 20 ár

10. Vilhelm Poulsen 20 ár

11. Hans Kári Hansen 30 ár

14. Sigmundur Dahl 27 ár

16. Hørður Trygvason 19 ár

18. Pætur Mikkjalsson 22 ár

23. Hilmar Leon Jakobsen 23 ár

25. Elias Ellefsen á Skipagøtu 17 ár

26. Janus Dam Djurhuus 17 ár

45. Peter Krogh 29 ár

61. Pauli Mittún 17 ár

71. Bogi Hansen 17 ár

22,4 ár í miðal

 

Maribor

5. Luka Kljun 23 ár

7. Nejc Planinsek 19 ár

8. Nikola Spelic 28 ár

10. Dani Zugan 21 ár

12. Martin Kojcanic 21 ár

13. Tadej Sok 30 ár

14. Jan Hocevar 19 ár

17. Filip Jerenec 24 ár

18. Adrijan Milicevic 21 ár

22. Andraz Velkavrh 23 ár

23. Nikola Ranevski 29 ár

30. Izidor Budja 19 ár

31. Julian Ernest Jerebie 24 ár

41. Mark Ferjan 21 ár

77. Jan Sivka 22 ár

22,9 ár í miðal

Sí eisini um Evropa Cup dystirnar hjá H71 (trýst)

Myndir: Fyrri Evropadysturin hjá H71 á Maribor

H71 skiftir ein U17-vinnara út og tríggjar inn

Samrøður og samanumtøka frá fyrsta dystinum (H71 - Maribor 25-24)

H71 vann Evropadystin – men tað kundi verið enn betri

Elias verður ikki við (grein undan fyrra dystinum)

Hilmar Leon spælir! (grein undan fyrra dystinum)

Hetta er mótstøðan hjá H71 (grein undan fyrra dystinum)

Kjartan um Evropa Cup (grein undan fyrra dystinum)

H71 vil endurskapa finalupottin á Hálsi (grein undan fyrra dystinum)

FM1 sigur eisini frá Evropa Cup (grein undan fyrra dystinum)

Sjálvboðið arbeiði og stuðlar eru avgerandi í Evropa Cup (grein undan fyrra dystinum)