limirnir í enska skemtibólkinum, Monty Python, eru nú fýra, eftir at Terry Jones, andaðist í gjár, 77 ára gamal, eftir at hava verið sjúkur seinastu árini. Terry Jones var í sekstiárunum við at stovna Monty Python [...] of Brian og The Meaning of Life. John Cleese skrivar í dag á twitter, at "tað kennist løgið at ein maður við so stórum førleikum og endaleysum treysti, er fánaður so blídliga. Av hansara mongu avrikum
Khagendra Thapa Magar, sum er deyður 27 ára gamal, verður umrøddur sum ein maður við einum smittandi smíli, sum kundi fáa øll hjørtu at smelta. Guinnness-metbókin skilir millum mobil og ikki mobil menniskju [...] føddur, var hann so evarska lítil, at hann passaði inn í ein lógva. - Tað var trupult at hava hann í bað, tí hann var so lítil, sigur pápin. Í 2018 var ein dagur hjá Khagendra Thapa Magar við í einum dokumentari [...] Lívið kann vera avbjóðandi, tá tú bara vigar seks kilo - og tú ikki passar inn í heimin sum ein miðalhampa maður. Men, Khagendra Thapa Magar læt ikki hæddina steðga honum í at fáa tað besta burtur úr lívinum
ferðsluvanlukku í 2018, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. 2019 varð tó ikki eitt eins gott ferðsluár. Ein 51 ára gamal maður læt lív, sum fylgja av skaða, hann fekk í ferðsluóhappi. Hetta var í juni 2019 [...] ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Tí er tað ein ov høgur prísur fyri føroyska samfelagið og fyri tey avvarðandi, at ein er deyður í ferðsluni í 2019. Síðani 1928 eru 289 fólk deyð í ferðsluni [...] 100.000 íbúgvar – 5 ára miðal) Seinastu 5 árini (2015-2019) eru 7 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tað eru 7 ov nógv! Men tað gongur spakuliga rætta vegin, tí samanborið við 5 ára miðaltalið fyri einum
Ein 38 ára gamal maður varð í Føroya rætti seinnapartin í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin var skuldsettur fyri hóttanir móti bæði mammu síni og unnustu síni, umframt harðskap og grovan harðskap
trupult var sleppa tætt at vanlukkustaðnum. Førarin, sum var ein 73 ára gamal maður, varð staðfestur deyður á staðnum, eftir at hann var bjargaður út úr førarahúsinum. Tey avvarðandi eru kunnað um vanlukkuna [...] Seinnapartin í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni. Løgreglan sigur, at ein dumpari bakkaði útav ovarliga í grótbrotinum, har hann skuldi vippa [...] sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vóru skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at ikki var lætt at bjarga føraranum, tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons og trupult
høvið. Ein teirra var Sonne Smith, sum fortaldi frá einum degi, tá hann fyri mongum árum síðan hitti Erhard Mortensen á gomlu brennistøðini í Havnardali. Tá hevði hesin fryntligi og lítillátni maður bjóðað [...] tan í 1939, og hóast hann nú er farin um tey áttati, ber hann aldurin sera væl. Tá hann var 15 ára gamal, flutti hann við familjuni til Havnar. Hann fór ikki í skúla, men beint til arbeiðis, og hann starvaðist [...] Seinnapartin týsdagin hin 31. desember - nýggjársaftan - helt Erhard Mortensen 80 ára føðingardag í felagshúsinum hjá Tórshavnar Bátafelag á Bryggjubakka 20 í Vágsbotni. Her varð dekkað til eini 70 fólk
Ein 59 ára gamal maður varð handtikin um 7-tíðina í morgun av føroysku tollmyndugleikunum. Tollvaldið fann umleið eitt kilo av hashi fjalt í einari donkraft. Hesum boðar ákæruvaldið frá í dag. Maðurin
Ein 22 ára gamal maður er í vikuni varðhaldsfongslaður í 28 dagar fyri tvífalt dráp í Grønlandi. Hendingin fór fram í Manitsoq náttina til mikudagin hin 18. desember í ár. Grønlands Politi sigur í tíð [...] yr, at dómarin gjørdi av at varðhaldsfongsla unga mannin. Hann er skuldsettur fyri at hava dripið ein mann miðskeiðis í sekstiárunum og eina kvinnu í byrjanini av fimmtiárunum. Løgreglan fann tey bæði
doyðu, og í 1967 varð ein norsk kvinna skotin. Í 1967 varð ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, sum var ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin [...] frá dóminum. Breyt vápnalógina um náttina Í august 2011 var ein 42 ára gamal maður dømdur fyri at stinga fútan í lærið við einum knívi. Sami maður var eisini ákærdur fyri at hava brotið vápnalógina, fyri [...] politinum í Havn Á sumri í 2002 skjeyt ein 39 ára gamal maður eftir politinum við Sundsvegin í Havn. Tað var ikki talan um nakran skaða. Rætturin valdi at geva manninum ein sokallaðan kombineraðan dóm, sum merkti
eina vend, og ákærin boðaði í gjár frá, at ein maður aftrat skotmanninum er ákærdur. Ákærin í Føroyum boðaði í gjár á Twitter frá, at ein 39 ára gamal maður var skuldsettur fyri harðskap og hóttanir um [...] innsatsleiðaranum hjá løgregluni í sambandi við skottilburðin í Miðvági 9. desember. Ítøkiliga er 39 ára gamli maðurin ákærdur fyri at hava hótt við og roynt at skalla innsatsleiðaran hjá løgregluni. Haraftrat [...] er maðurin ákærdur fyri at hava hótt tann kommunulæknan, ið bað um at fáa løgregluna á staðið. 39 ára gamli maðurin var til grundlógaravhoyr 10. desember, og ákærin boðar frá, at maðurin varð varðhald