Teir seks limirnir í enska skemtibólkinum, Monty Python, eru nú fýra, eftir at Terry Jones, andaðist í gjár, 77 ára gamal, eftir at hava verið sjúkur seinastu árini.
Terry Jones var í sekstiárunum við at stovna Monty Python saman við John Cleese, Eric Idle, Terry Gilliam, Michael Palin og Graham Chapman, sum andaðist í 1989.
Umframt at spæla fleiri leiklutir í sjónvarpsrøðini, Monty Python's Fying Circus og filmunun, ið bólkurin gjørdi hareftir, leikstjórnaði hann eisini filmarnar The Holy Grail, Life of Brian og The Meaning of Life.
John Cleese skrivar í dag á twitter, at "tað kennist løgið at ein maður við so stórum førleikum og endaleysum treysti, er fánaður so blídliga. Av hansara mongu avrikum, var tað størsta fyri meg leikstjórnin av Life of Brian. Lýtaleyst. Tveir farnir, fýra eftir"
Eric Idle eggjar á twitter fólki at minnast gleðini, hann gav fólki, hóast syrgiligu støðuna.
- " Eg elskaði hann frá tí løtu eg sá hann á palli á Edinburgh Festivalinum í 1963. So nógvur látur, fullkomnar gamansløtur á pallinum og uttanfyri hava vit havt við honum. Tað er ov syrgiligt um tú kendi hann, men um ikki, so fert tú altíð at smílast um mongu undurfullu og stuttligu løturnar hann gav okkum."