leygardagin, og tað haldi eg, at suðringar eru spentir uppá, sigur Mannbjørn. Vónandi verður verðið gott -Vónandi verður veðrið gott, tí tað hevur nógv at siga fyri feløgini í bygdini, at tey fáa nakað [...] tónleikakaffistovan við aftur og millum onnur verða Spice Girls og Backstreet Boys á Skránni, sigur Mannbjørn. Mannbjørn gleðir seg eisini at fáa Regin Vágadal til Vágs at royna seg. - Regin skal royna [...] latin í sum neytakonur og ymiskt annað frá gamlari tíð, verða við. - Fyri tveimum árum síðani vóru t.d. tvíburðar, umboð fyri Johonnu TG 326, Ljómur og ein 1. flokkur frá 1943/44 og ein frá 1996, sigur Mannbjørn
Royndin Fríða, ið genturnar rógva, og Vágbingur, ið er 10-mannafar við monnum, sigur Arni Brattaberg, formaður í kappróðrarfelagnum. - Men tað ber næstan ikki til at manna bát, umdirtøkan er alt ov lítil [...] bátar og tann nýggjasti er so 5-mannafarið Royndin Fríða, sum Kaj Hammer hevur bygt í ár. Hinar bátarnar hevur Niclas í Koltri bygt, greiðir Arni frá. Royndin Fríða - Vit fingu eitt gott tilboð og fingu [...] hini 5-mannaførini til Svøríkis og fingu Royndina Fríðu hampiliga bíliga og úrslítið hevur verið rímuligt nýggja bátinum. Ein róður er vunnin, sigur Arni, sum ikki væntar, at menninir gera seg galdandi millum
fyri nøkrum vikum síðani. Tað sigst, at fyrimunur er at hava langar armar, um ein ætlar sær at royna at lyfta havinum, tí ikki er lætt at fá rætta takið á tí. Óivað verður tað ein spennandi løta, tá sterki [...] Vágadal, fer undir hesa stóru avbjóðing. Hildið verður, at havið er komið undan bakkanum í Sumba í farnu øld. Menn meta tað at viga um 400 pund, men nú, tað skal til Vágs, skal tað vigast, fyri at fáa røttu [...] hoyggjhúsi í Sumba. Tað sigst, at Sumbingar hava havt til frægd at lyfta tí, men eigararnir siga seg ikki vita, at nakar hevur lyft tí alt tað teir minnast. Tó frættist fyri stuttum, at ein Vágbingur í a
ið ofta dugir at fáa tað skemtiliga fram, heldur í hesum sambandi fyri, at orsøkin til lækkingina í burðartalinum er, at ungar familjur eru fluttar og at orsøkin ikki bara er tann, at barnastyrkurin er [...] vera, at nógv foreldur búgva uttanlands og koma so heim í frítíðum, her tey kenna seg hoyra heima og hava røtur, at doypa síni børn ella at giftast. - Í dag skulu eisini attestir til alt her og nú og tað [...] børn fødd og skuldi hin helvtin verið líka góð, so kanska vit eru komin uppá eini 36. Men ilt er at spáa um framtíðina og eisini at vita hvør, ið er upp á vegin. Tað gongur ein ikki runt og veit, skemtar
samstarva og skifta við prestarnar í Hvalba og á Tvøroyri eisini, sigur Heri. - Her er gott at vera, fólk hava verið fitt og lagalig at fáast við og sum eg plagi at siga, og eisini sigi her, at eg havi ongantíð [...] Anders Nielsen og Armgarð Arge, fødd Mortensen. Vit søktu um at fáa 3. árið eisini og fingu tað partvís, sigur Heri. Til Íslands - Síðani legði eg leið mína til Íslands og søkti um at fáa tað, eg hevði lisið [...] av jørð í Svínoy og Heri hoyggjaði og gekk á fjall og var til skips við snellu undir Føroyum og við Ísland. - At hava roynt sjólívið er sjálvandi ein fyrimunur nú, tá ferðast skal til og frá Suðuroynni,
kærleika og frið, meðan tit brutu gamlan sið, og oyðslið bara bleiv við og við. Nú tosa tit øll um 80'ini við háð og spott, men tit livdu faktiskt bæði gott og so flott, at tað mátti enda við armóð og neyð [...] enntá steðga kríggi við løgtingslóg, og so gingu tit so heilag og frelst og sæl oman og niðan í Mjørkadal. Eg visti væl at tað var kávalótir ? tit livdu jú feitt ? og tað skrivaði eg longu í áttatieitt. Tá [...] um. Men tað er í fínasta lagi ? ong eingin skal halda at eg klagi. Tí soleiðis er at hava rætt ? feilurin við tí sum eg sigi er, at tað er alt for satt. Og samtíðarsannleikin skal særa, so ikki at vera virdur
in stillisliga sjálvur vísir á, at hann hugsar um umhvørvið, at hann er serliga dugnaligur til tað, hann tekst við, at hann eisini er virkin á Falklandsoyggjunum, og at hann telist millum 100 teir størstu [...] bakkanum smílir og bjóðar vælkomin. Mjúkir klassiskir og livandi tónar blanda seg við røddir ? fyri tað mesta mannfólkarøddir ? í rúminum. Klokkan er farin av 17.00 henda mikudagin og uttan fyri Listaskálan [...] er heitt og fjálgt. Fólkini, ið eru her, hava øll ? meira ella minni ? fingið serliga innbjóðing. Hetta eru menniskju við ávísari tign, tá tað snýr seg um tittlar. Stjórar, kanska undirstjórar og í øllum
ljósmála, at møguleikin var fyri at Suðuroy kundi fáa stóran part av hesi vinnu og at ætlanin er, at tað verður løgd ein støð á Drelnesi, verður hugt at viðurskiftunum í sambandi við veður og vind, so er [...] vinnumálum bleiv settur fyri at styrkja Tórshavn. Aftan á at hann, eins og tað stendur í Halgu bók um brøðurnar, sum vóru ósamdir og tann eini bað um at fáa sín part, tað fekk hann og hann brúkti hann eisini [...] beinanvegin á gosi og søgdu, at tað var skeivt, at A. P. Møller fær fótin fastan her á landi. Løgið at hesir donsku pengar skulu órógva føroyska samfelagið. Orsøkin er helst ikki, at tað eru danskir pengar
Frítíðarskúlanum í Havn sigur, at hvønn dag koma umsóknir inn, og hann væntar at tær verða fleiri um dagin, tá ið tað nærkast skúlabyrjan. ? Royndirnar frá í fjør vísa, at tað kortini eru nøkur, sum ikki [...] forskúlan, fólkaskúlan og frítíðarskúlan. Tilmæli kemur í heyst. Býráðið hevur við hesum heldur valt at steðgað upp fyri at finna út av, hvussu framtíðin við Frítíðarskúlanum skal verða, og at fáa skipað betri [...] Skipanin við Frítíðarskúlanum er á sama hátt, sum við barnagarðum og vøggustovum, tá ið tað ræður um, hvør skal gjalda. Tað vil siga, at kommunan og landið gjalda hvør síni 35 %, meðan foreldrini rinda tey síðstu
ferðini, skótarnir fara at skipa fyri legubáli og felagssangi við skótasmáttuna, og Bergur Debes Joensen, prestur, fer at halda miðsummarrøðuna. Tað er triðja árið á rað, at skótarnir skipa fyri miðsummartúri [...] varðunum undir Reyninum og suðir eftir. Á veg heim verður steðgað á við Heinastovu, smáttuna hjá skótunum á Argjum, har bál, miðsummarrøða og felagssangur verður. Eyðun á Borg fer at greiða frá á ferðini [...] hagan. Gonguferðin er almenn, og hini árini hava nógv fólk verið við - bæði børn, ung, vaksin og gomul. Farið verður frá Kirkju- og Missiónshúsium á Argjum sunnudagin kl. 13.30. og komið verður aftur umleið