Neyðugt er at umvæla neystið, um fólk skal trívast

- Kappróðrarfelagið fylti 55 ár fyri stuttum og húsið, neystið, er 45 ár og treingir til ábøtur. Takið er skift, men felagshølið og brúsur og wc og tílíkt má gerast, um fólk skal trívast, sigur Arni Brattaberg, formaður í felagnum.

Dagfinn Olsen


Fyrr var ikki trupult at manna bát í Vági, onkutíð vóru eini 10 bátsmanningar, men seinnu árini hevur gingið illa hjá Vágbingum at manna bát.

- Tveir bátar eru við í ár, nýggi báturin Royndin Fríða, ið genturnar rógva, og Vágbingur, ið er 10-mannafar við monnum, sigur Arni Brattaberg, formaður í kappróðrarfelagnum.

- Men tað ber næstan ikki til at manna bát, umdirtøkan er alt ov lítil, sigur Arni.

- Felagið eigur 4 bátar og tann nýggjasti er so 5-mannafarið Royndin Fríða, sum Kaj Hammer hevur bygt í ár. Hinar bátarnar hevur Niclas í Koltri bygt, greiðir Arni frá.


Royndin Fríða

- Vit fingu eitt gott tilboð og fingu selt hini 5-mannaførini til Svøríkis og fingu Royndina Fríðu hampiliga bíliga og úrslítið hevur verið rímuligt nýggja bátinum. Ein róður er vunnin, sigur Arni, sum ikki væntar, at menninir gera seg galdandi millum 10-mannaførini, men eitt heiðursmerki vóna teir at fáa, hóast støðan ikki góð í løtuni. Vónirnar eru eitt sindur betri fyri, at genturnar fara at klára seg betri við nýggja bátinum.

- Uttan góðan stuðul frá góðum sponsorum hevði tó ikki borið til at keypt nýggjan bát, sigur Arni, ið eisini fegnast um búnarnar, ið feløg í bygdini hava latið.

- Á jóansøku seta vit sjálvsagt nógv uppá at vinna á heimligum leiðum, sigur Arni. Men tá vera tvey 10- mannafør við afturat. Ormurin Langi verður mannaður til róðurin á jóansøku. Tað er fyrrverandi róðrarfólk, ið mannar bátin. Tað sigst, at eisini ein bátur av Tvøroyri verður við.


Felagið fingið súkludeild

Sum nakað nýtt, so hevur felagið víðkað um virksemið. Nú hevur felagið eisini eina súkludeild.

- Súklararnir í bygdini, Kári Brattaberg og Rógvi Johansen, vildu fegnir sleppa uppí og soleiðis hava eitt felag aftanfyri seg. Kanska fær tað meira verksemi í felagið, sigur Arni.

Eitt annað lítið felag í Vági, Billiardfelagið, manglar eisini eitt felagshøli og møguleiki er at byggja út, so kanska verður felagshøli gjørt til bæði feløgini.


Tiltøk á jóansøku

Í øllum førum er ætlanin at innrætta húsini.

- Vit hava tiltøk á jóansøku, 21 spæl, tombola og sølu av kaffi og vaflum, og so kemur inntøka frá kappróðrinum afturat. Peningurin kemur væl við, um nakað skal gerast við húsuni, sigur Arni Brattaberg.

- Tíverri er bert inntøka annaðhvørt ár og lítið virksemi er í felagnum, so roynast má at fáa meiri virksemi í felagið, heldur Arni.

Um 120 limir eru í felagnum. Nýggir rógvarar gerast limir og eingin sigur seg úr aftur felagnum, men millum virknu limir felagsins teljast næstan bert núverandi kappróðrarfólk.

- Miðalaldurin á manningini á Vágbingi er um 22 ár, bert tveir nýggir eru við.

Miðalaldurin á gentumanningi er um 17 ár og har er bert ein, sum ikki hevur róð áður, sigur Arni Brataberg, ið vónar at fáa góð úrslit og jóansøku.