Tað vísur roknskapur felagsins, sum er almannakunngjødur á vinnuvitan.biz í dag. Starvsfólkakostnaður hjá felagnum er vaksin í árinum úr 23,8 milliónum krónum til 27,1 milliónir krónur. Eginognin er vaksin [...] vaksin úr 17,8 til 23,4 milliónir krónur, og partaeigararnir hava fingið 4 milliónir krónur í vinningsbýti. Høvuðsvirksemið hjá Vaðhorn er at keypa, framleiða og selja fiskavøru, bæði innanlands og uttanlands
hektiskt, strævið, men gott ár, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður, og vísir serliga til starvsfólkið, ið tók stór tøk hetta farna árið. Framúr samstarv Í Føroyum eydnaðist til fulnar at finna eina [...] ár. Nú tikið verður samanum farna árið, eiga starvsfólkini stóra æru av, at úrslitið gjørdist so gott. Tað sigur nevndarformaðurin, Regin W. Dalsgaard og vísir á, at starvsfólkini stóðu stinn í fleiri k [...] og leggur afturat, at Thetis eitt nú hevur gjørt stórar íløgur í tól til kanningarstovuna fyri yvirskotið. - Virksemið er nú lagað til gerandisdagin, og vit hava aftur 11 starvsfólk á lønarlistanum. Men
vatn-, hita-og ventilatónsloysnum. Bárður Lisberg lærdi til rørsmið hjá P/F Mariu Poulsen í Havn, og nú hann arbeiðir sjálvstøðugt, hevur hann eisini gott samstarv við dygga veitaran í høvuðsstaðnum. - Eg havi [...] tí tað hevur longu nú víst seg, at ringarnir breiða seg í vatninum. - Eg byrjaði við at gera onkrar uppgávur í Havn, og nú eri eg hvørja viku onkran dag í Havn. Hann hevur eisini eitt so mikið gott samstarv [...] honum í fyritøkuni umleið aðru hvørja viku, og skuldi tað verið soleiðis, at hann fær onkur størri arbeiði, sum krevja meira fólk, hevur hann eisini gott samstarv við fyrrverandi starvsfelagar, sum kunnu hjálpa
og har varð upplýst, at fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn er avmarkað og ikki so gott, sum tað átti at verið. Ein orsøk til tað, er, at Tjaldrið einans er mannað helvtina av árinum. Tjaldrið varð bygt í [...] Tað er nú greitt, at tað verður ikki enn, at 46 ára gamla vaktar- og bjargingarskipið, Tjaldrið, verður pensjonerað. Tað gjørdi Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt fyri Løgtinginum [...] í 1976, og tí slepst ikki undan tekniskum trupulleikum og eitt nú er tað onkuntíð trupult at fáa fatur á. Tað hevur til tíðir verið trupult at fáa hendur á eykalutum; hetta ger, at skipið liggur nógv
bumba bert 100 metrar burtur. Hans Falkvard Hansen sigur, at hóast hesi fólkini nú búgva og hava tað gott á Sandi, hava tey eitt brennandi ynski um at sleppa heimaftur. - Tey hava familju, vinir og kenningar [...] Fyri góðari viku síðan komu tríggir flóttar úr Ukraina til Sands, og mánakvøldið handaði lionsfelagið í Sandoynni - LC Tindur - teimum eitt gávubræv. Hans Falkvard Hansen, formaður í LC Tindur, sigur, [...] heimlandinum, vóru sera fegin og takksomu fyri gávubrævið. - Tey fegnast eisini um allan blíðskap og alt tað hjálpsemi, sum tey hava fingið, síðan tey komu higar úr Ukraina, sigur Hans Falkvard Hansen. Hann vísir
køkur og okkurt gott til børnini, sigur handilseigarin. Skuldi onkur, sum ikki býr í høvuðsstaðarøkinum, ivast í, hvar Colorama-handilin á Hálsi er, so er Skemman nærmasti granni. Tað er sera innbjóðandi [...] er Jotun-merkið, ið bæði fæst sum oljumáling til uttandurabrúk og vatnbasserað máling til eitt nú betong og innandurabrúk. Hetta er norsk dygdarmáling til harðbalið veðurlag, og tískil er málingin eisini [...] Lady, sum er ógvuliga væl umtókt. - Vit hava eisini Beckers-máling, sum koyrir nógv upp á tað umhvørvisliga, og tað er serliga hesa máling, sum málarar brúka. Colorama hevur nógvar málarar sum viðskiftapartar
best at klippa runnarnar? – Tað er best at klippa teir áðrenn veturin, tí annars taka teir so nógvan vind á seg. Tað er tað sama við trøunum, áðrenn veturin kemur, tí tað er so nógvur vindur. Bæði [...] ætlanir eru um at planta blómur ella grønmeti til summarið. Jørðin í Føroyum er súr, tí tað regnar so illa, og tí er hon so útvaskað, og tað er orsøkin til, at vit fáa hesa kompaktu jørðina, greiðir [...] burtur og reinsa moldina og eftir tað leggja eitt lag av umsettum komposti á, sigur hon. Umsett kompost, ella sankutøð, er tilfar av eitt nú grønum køksrestum, sum til dømis hevur ligið í einum sankutøðkassa
um eitt í teirra eygum gott avrik móti Føroyum í Murcia í Spania ígjár. Føroyar vunnu 1-0 við einum góðum stútara hjá Patriki Johannesen í 39. minutti. Føroyar høvdu bóltin tað mesta av tíðini og hevði [...] sigur til Føroya hevði verið ein betri mynd av dystinum. Liktinsteinska blaðið "Volksblatt" heldur, at liktinsteinska liðið reisti seg aftaná stóra lúsingin móti Grønhøvdaoyggjunum, og tá er tað serliga
í august og tað varar í einar fimm vikur. Men tað verður alsamt truplari at finna avloysaraskip og støðan hjá íslendingum er eitt dømi um, hvussu trupult tað er og vóna tey at tað ber til at semjast við [...] játta pening til at útvega eitt eykaskip til suðuroyarsiglingina. Smyril er ovbyrjaður av farmi og endamálið við eykaskipinum er, at tað skal føra farm ímillum Suðuroynna og Havnina, men tað tekur eisini [...] avloysaraskip, men tað eru rætt og slætt eingi skip til taks, sum eru góðkend at sigla um okkara leiðir. Tí hava íslendingar nú snarað 190 stig og vilja ikki longur selja Herjólf 3 til Føroyar, tí so er
spakuliga upp frá X-aksanum, og hann vendi spakuliga aftur til lívið. Tað tók honum nakrar mánaðir at koma fyri seg aftur – men hendingin forðaði ikki fyri at hann vendi aftur til gerningin sum matrósur, táið [...] løturnar við bryggju, tá friður onkuntíð valdaði, og tað eina høgliga løtu bar til at fáa sær ein ráka upp í nevið. Heldur ikki tað forðaði fyri, at tørna varð til, tá tann tíðin var komin. Svøvnurin var ikki [...] at Skipafelagið hevði selt “Tjaldur” til Kili, og ístaðin hevði ognað sær gamla damparan “Astreu”, - smíðað í Finnlandi í 1941. Skipið varð skrásett í Panama, og tað gekk yvirhøvur illa í hond við rakstrinum