Eykaskip til Suðuroyar: Nú vilja íslendingar ikki selja skipið

Trupulleikin er, at tað er ómøguligt at fáa avloysaraskip fyri ferjur, sum fara í dokk

Íslendingar vilja kortini ikki selja Strandferðsluni Herjólf 3

Nakað fyri jól samtykti Løgtingið at játta pening til at útvega eitt eykaskip til suðuroyarsiglingina. Smyril er ovbyrjaður av farmi og endamálið við eykaskipinum er, at tað skal føra farm ímillum Suðuroynna og Havnina, men tað tekur eisini ferðafólk. Samstundis skuldi tað vera avloysaraskip fyri Smyril tá ið hann fer í dokk.

 

Í hesum sambandi hevði Strandferðslan gott eyga á íslendsku ferjuni, Herjólfur 3, og samráðingar vóru eisini við íslendingar um at keypa tað fyri einar 30 milliónir. Men síðani hoyrdist einki aftur, og enn hava samráðingarnar í hvussu so er ikki borið á mál.

 

Og nú sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, at íslendingar eru ikki longur sinnaðir at selja Herjólf 3. Hann sigur, at ein søla var treytað av, at íslendingar fingu avloysaraskip fyri ferjur hjá teimum, sum skulu í dokk. Í hesum sambandi hava teir kannað marknaðin fyri avloysaraskip, men tað eru rætt og slætt eingi skip til taks, sum eru góðkend at sigla um okkara leiðir.

 

Tí hava íslendingar nú snarað 190 stig og vilja ikki longur selja Herjólf 3 til Føroyar, tí so er stórur vandi fyri, at teir standa við ongum, tá ið teir hava brúk fyri tí. Jóan Petur Abrahamsen sigur, at tískil verður nú samráðst um at leiga Herjólf í tvey ár. Eydnast tað so íslendingum at finna eitt skip, ella at byggja eitt skip, eru teir sinnaðir at selja Herjólf, men so verður leigugjaldið ein partur av keypsprísinum.

 

Tað merkir, at so skal Herjólfur aftur til Íslands í heyst at verða avloysaraskip. Smyril skal eisini í dokk í heyst, men tað verður ikki samstundis, at bæði skipini skulu í dokk.

 

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at Strandferðslan er í somu støðu sum íslendingar og hetta er ein trupulleiki, Strandferðslan hevur víst á í fleir ár. Sum sagt skal Smyril í dokk seinast í august og tað varar í einar fimm vikur. Men tað verður alsamt truplari at finna avloysaraskip og støðan hjá íslendingum er eitt dømi um, hvussu trupult tað er og vóna tey at tað ber til at semjast við íslendingar um ein leigusáttmála. 

 

Herjólfur 3, er bygdur í Flekkefjord í Norra í 1992 og er 70,5 metrar langur og 16 metrar breiður. Sum vit hava skilt, siglur hann eini 14 míl, ella nakað seinni enn Smyril, og hann kann keypast fyri slakar 30 milliónir.

 

 

 

Íslendingar vilja kortini ikki selja Strandferðsluni Herjólf 3