Gott ár hjá Vaðhorn á Strondum

Vaðhorn Seafood P/F á Strondum hevði eitt gott ár í fjør, tá ársúrslitið var 9,6 milliónir krónur.

 

Tað vísur roknskapur felagsins, sum er almannakunngjødur á vinnuvitan.biz í dag.

Starvsfólkakostnaður hjá felagnum er vaksin í árinum úr 23,8 milliónum krónum til 27,1 milliónir krónur. Eginognin er vaksin úr 17,8 til 23,4 milliónir krónur, og partaeigararnir hava fingið 4 milliónir krónur í vinningsbýti.

Høvuðsvirksemið hjá Vaðhorn er at keypa, framleiða og selja fiskavøru, bæði innanlands og uttanlands.

Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at rakstrarroknskapurin hjá felagnum fyri 2021 vísir eitt yvirskot á kr. 9.582.269, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísir eina eginogn upp á kr. 27.357.253.

– Felagið hevur væl útbúgvin starvsfólk, har stórur dentur verður lagdur á vitan hjá hvørjum einstøkum starvsfólki, og verður hetta gjørt við skeiðum har fokus er á vitan.

– Felagið er tætt knýtt at ES marknaðinum, serliga Italia og Spania, og er búskaparliga gongdin í hesum londum ein parametur, sum má takast við í framtíðarvánirnar, skrivar felagið.

Búskaparliga gongdin í hesum londum sær nakað betur út nú, heldur felagið.

 

##med2##

– Eisini er felagið viðkvæmt fyri rentubroytingum og gjaldoyrasveiggjum, tá øll sølan er í EUR og innkeyp av frystum er í NOK. Hesi viðurskifti eru týdningarmikil fyri felagið. Nú frystur fiskur eisini er tøkur frá føroyskum skipum, kemur helst minni at blíva keypt frá Norra, og tí fær gjaldoyra í NOK minni ávirkan á felagið, skrivar P/F Vaðhorn Seafoodí ársfrágreðingini.

 

Jógvan Gregersen, stjóri, og Jens Martin Knudsen, rakstrarleiðari, á Vaðhorn Seafood