Fyri góðari viku síðan komu tríggir flóttar úr Ukraina til Sands, og mánakvøldið handaði lionsfelagið í Sandoynni - LC Tindur - teimum eitt gávubræv.
Hans Falkvard Hansen, formaður í LC Tindur, sigur, at ukrainarnir, sum eru flýddir undan bumbunum í heimlandinum, vóru sera fegin og takksomu fyri gávubrævið.
- Tey fegnast eisini um allan blíðskap og alt tað hjálpsemi, sum tey hava fingið, síðan tey komu higar úr Ukraina, sigur Hans Falkvard Hansen.
Hann vísir á, at fólkini úr krígsherjaða landinum, sum nú búgva á Sandi, búðu í kjallarum í fleiri vikur, áðrenn tey sluppu úr landinum.
Her hildu tey til, tí ráðiligt var ikki at vera aðrastaðni í húsinum. Onkra løtu á degnum noyddust tey tó upp at matgera, men eisini tá lúrdi vandin.
- Onnur kvinnan fortaldi, at tá hon tann eina dagin var komin úr kjallaranum og stóð og gjørdi døgurða, brast ein bumba bert 100 metrar burtur.
Hans Falkvard Hansen sigur, at hóast hesi fólkini nú búgva og hava tað gott á Sandi, hava tey eitt brennandi ynski um at sleppa heimaftur.
- Tey hava familju, vinir og kenningar har heima, og tey stúra fyri sínum kæru og gongdini í krígsherjaða heimlandinum, sigur formaðurin í LC Tindur.