stórt kaos, ein samanstúgvan av húsum, gøtum og býlingum so óskipað, so villingarsom og fyrst og fremst so veldug, at einki menniskja, um tað so brúkar alt sítt lív til tað, nakrantíð grynnir í henni. Ei [...] í síni grund spiltur. Málið er gjørt til eitt mál av lygnum. Hesar lygnir kunnu røkka so víða og so djúpt og fáa so stórt vald, at sjálvt lygnarin heldur seg siga sannleikan. Henda røðan hjá Pinter fær [...] óvæntaðan og órógvandi útgang, vakti hvøkk og øsing, tá hann kom fram, og tað hevur meira enn so hent seg, at fólk eru rýmd í øði, áðrenn leikurin var liðugur. Heimkoman tykist nevniliga at loypa á ein stovn
og virðiliga, so eingin ivi er um, hvaðani tað stavar, so er heilt øðrvísi við myndunum. Har er einki skrásett um, hvørt ið hevur tikið tær. Tá ið so eingin vitan hevur verið um Dollan, so hava søgufólk [...] søgufólk gitt sum frægast. Eg havi kunnað staðfest, at nógv av tí, sum er skrivað um hesar myndir, ikki kann passa. So hvørt hetta er staðfest, hevur verið komið nærri sannleikanum. Eitt dømi er Kevin Grant [...] uppstillingini við teimum hvítu klæðunum, so er tað eins sannlíkt, at tað er sami myndamaður, sum hevur tikið allar myndirnar, og tá kann tað bara vera Dollin. Tað er tí nógv, sum bendir á, at Armstrong hevur
kunnu vænta, at liva longri. Um so screeningin hevur nyttu ella ikki sæst við, at færri doyggja av hesum krabbameini. Screening merkir sostatt, at ein kannar frísk fólk fyri krabbamein, sum higartil ikki [...] verður tikin. Broytingarnar eru ofta so smáar, at tær ikki kunnu merkjast við at kanna bróstið við hondini. Orsøkin til hetta er, at broytingar við mammografi ofta eru so smáar og torførar at tolka, at neyðugt [...] kr/liviár Hetta er so hvat hvørt eyka liviár hjá tí screenaða ella viðgjørda kostar svenska samfelagnum. Í teimum londum sum ikki hava líka gott úrslit sum Svøríki verður kostnaðurin so mikið størri. Kanningar
macho Vit eru á eini útoyggj í Føroyum. Seks fólk hava meldað seg til eitt yvirlivilsisskeið og hava verið har í seks dagar nú. Hetta er seinasti dagur, so verða tey send til Havnar aftur, annaðhvørt við [...] verður kortini ikki til meira enn stereotypur. Pappfigurar. Deils er tað skrivað so grunnskygt, deils eru nógvir av leikarunum so óroyndir, at tað ikki verður meira spæl enn at kenslurnar sita uttaná klæðunum [...] leiklutunun enn. Hetta skuldi helst verið psykologisk realisma, so eitt minimum av trúvirði kundi verið ynskilig. Tó onkrir glottar eru, meir enn so, hjá øllum leikarum, men tann gysaratímin, sum tað kundi verið
eina ávísa útrokning, og sum fekk heitið ein turingmaskina. So fór hann eitt stig longur og ímyndaði sær eitt tól, hvørs skrá kundi broytast, so at tólið megnaði at útinna øll størv hjá øllum hugsandi t [...] tað hevur gildi fyri ein dag og er kanska bíligasti máti at ferðast uppá, um tú brúkar smogubreytina nógv. Eg finni ta svørtu Northern Line, hon gongur í ein beinan norðan, aftan á Camden Town greinar hon [...] tíð í myrkum kliva. Highgate er, sum tað skilst, ein av forstaðunum til London. Aftur í miðøld hava fólk búð her. Tíðliga í tíðini fóru aðalsmenn at byggja sær stásilig frítíðarhús her norði. Ivaleyst hevur
útvarpsrás, men hóast hetta, so var tað nakað einastandandi eisini at kunna síggja livandi myndir frá hesum. Maradona, Zico og Rossi Einum fótbóltsáhugaðum smádreingi so líkt, so var heilt skjótt, at nakrar [...] málmunin 1-1. At N?Kono gjørdist so víðagitin, komst serliga av, at hóast hitin í Spania hetta summarið lá um tey 40 stigini, meðan spælt var, so var málverjin í longum buksum, so hann ikki skuldi gerast ov [...] í heimsklassa. Eins og átta ár frammanundan, so gekk størsti parturin av hesi kappingini fyri seg um kvøldarnar og helt so á til langt út á náttina, og í so máta var hetta kanska talan um hugnaligasti HM
nýggjum. Spurningurin er so, hvussu tú gert, sigur Bergur og svarar sjálvur, at alt tykist at enda í kærleikanum. - Trúgvin hjá mammu kom serliga til sjóndar, við at hon bað nógv. Sjálvt um eg ikki sjálvur [...] til at reflektera yvir lívið. - Eftir mínum tykki er eitt órannsakað lív ikki vert at liva. Hvussu fólk so rannsaka sítt lív, má verða upp til tey sjálvi. Hendan bókin er bara mítt boð uppá eina lívshugsjón [...] sum síðani greinar seg í tvær og fleiri greinar fyri síðani at møtast aftur í vøkru krúnuni har træið so at siga hátíðarheldur seg sjálvt í eini nýggjari samanrenning millum tað gamla og tað nýggja, sigur
fyri Føroyar. Semja er neyvan altíð nakað, menniskju eiga at tráa eftir, og tað hendir seg meira enn so, at dyggar niðurstøður spyrjast burtur úr togan stættanna millum og samfelagsligum ella politiskum [...] Sjálvstýrisflokkinum ? frá síni støðutakan til samráðingaruppleggið hjá samgonguni. Sostatt bendir nógv á, at tann semja, sum mangur føringur hevur viljað havt, og sum hin samráðingarparturin ? danska stjórnin [...] Hóast tað kann tykjast, sum hann ikki longur er annað enn teoretiskur, eigur hann at vera nevndur. Men so eigur samstundis at verða nevnt, at skal hesin møguleiki kunna fetta sær á og gerast annað enn teoretiskur
hansara so smátt fóru at kaga undan á Klaksvíkar HF-Skeiði, miðskeiðis í 80 árunum! Við einum so hugvekjandi og flottum myndatilfari, slepst ikki undan, at tú sum lesari fert at vænta tær nógv av tekstinum [...] kvæðið um kópakonuna. Tað eydnast oftast at fáa fram sereyðkenni hjá teim ymsu súgdýrunum; men bókin er so mikið umfatandi, at tað er nærum ógjørligt at fáa væleydnaðar myndir av øllum dýrumunum. Talan er sjónliga [...] Ivasamt er kanska konsekvent at nýta orðið ?látra? um paring hjá nógvum ymiskum kópasløgum. Har er so at siga bara láturkópur ,ið ?látrast? (parast) inni í látrum. Tá ið frágreiðingar eru um dýr innan
speglmyndin av Sáru. Men skal lesarin sannførast um, at Annelena rúmar kenslum so sterkum og oyðandi, at tær fáa hana at fara so vítt, má lýsingin hava meira tyngd. Søgan sum spegl Ein søgulig skaldsøga kann [...] menniskjan er ikki egnað at liva undir so trongum korum, hvørki tá ella ídag. Vit kunnu t.d. bara hugsa um vísur sum Ebbe Skammelsøn, Flóvin Bænadiktsson og nógv eldri tekstir bæði verðsligar og religiøsar [...] blaðsíðu 167 hugsar Sára undir dómsviðgerðini: ...Andras var ikki har, hann var rýmdur, og hvussu hon so royndi, slapst ikki undan tí sannleikanum heldur. Tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna