hvat kann vera betur deyði, enn at doyggja á sínum lívs heysti, meðan man hevur tað gott? Eitt svenskt orðatak sigur: »At doyggja tá man hevur tað gott, kann bert vera gott«. Vit vóru barndómsvinir. Foreldrini [...] Havnardali. Arnbjørn fekk í føðingardagsgávu frá pápanum einar svimjubrillur, og sum hann fortaldi: »Man sær eitt 10-oyra á botninum sum onki«. Tá var lívsleiðin løgd. Føroya fyrsti froskmaður var ein veruleiki [...] er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan
ár eftirhondini. Eg kom sjálvur at kenna Árna aftur í 1983, tá hann og eg komu kenna hvønn annan, m.a. orsakað av samstarvinum við russarar, og vinir blivu vit frá fyrsta degi - og hava vit verið tað síðan [...] var eisini, tá vit arbeiddu saman um at menna keyp av russiskum fiski sum gjald fyri umvælingar, m.a fyri Skipasmiðjuna Føroyar, saman við Bjarna Joensen í 90’unum og síðani stóra arbeiðið við at fáa handlað [...] n og eitt altjóða heiðurstekin fyri at virka til at menna samstarv millum Russland og Danmark. Tá mann tosar um Árna, ber slettis ikki til at koma uttanum Marionnu, sum hevur staðið við hansara lið gjøgnum
segði tann heimleysi - sum ein farvælheilsan, ið vit ongantíð gloymdu: "Her i livet må man sgu være en Laudrup - man må drible sig igennem!" Rói og eg vóru samdir um, at vit skuldu sita fleiri dagar á s [...] ítarsta. Hesin ansur fyri tí skemtiliga kom okkum eisini til góðar í øðrum samanhangi, har Rói var við, m.a. í Føroyingafelagnum í Álborg. Har hevur mangur fingið ein góðan látur, tá Rói Árting læt sín skemtisans
nýferniseraðum gólvi og borðum við blekkglasi í miðjuni. Skróvan av taskum og bókum (sum gingu í arv mann eftir mann). Við síðuni av mær situr ein jarphærdur drongur, 6 ár og næstyngstur í klassanum (eg sjálvur [...] i tann 30. juli í 2005. Ein frálík 60-ára stevna – vit sungu og prátaðu saman, ein túr út í Grøv o.a. og so døgurði á Viðareiði - har ið vinabond blivu knýtt av nýggjum. Um hetta leitið var Herman farin
huga okkara. Maria var sjúkrasystir, og eg minnist eg hugsaði, at fittari og mildari kundi ein sjúkrasystir ikki vera. Rætt hevði eg, havi hoyrt at hon var ein sera dugnalig sjúkrasystir. Og lat meg siga [...] bindiklubban “MESKAN” (navnið er sett saman av fyrsta stavi í navninum hjá okkum 6 bindiklubbakonunum.) Har hava verið nógvar góðar løtur nú í skjótt 40 ár. Og næstan á hvørjum ári hava vit verið [...] makum og so ommubørnunum. Eitt kann eg siga tykkum, og tað vita tit eisini, at Maria elskaði sín mann, síni børn, síni svigarbørn og síni ommubørn, og tað var ringt hjá henni at fara frá tykkum. Minnist
var yvir 100 ára gomul, í umleið 25 ár. Hetta ber boð um, at hann treivst sera væl har umborð. Tað man í dag ikki vera so vanligt, at menn eru so leingi við sama skipi. Og hann duldi ikki fyri, at honum [...] ára gamal dugdi tú á at skyna streym, har tú dugdi at síggja, hvussu tað rak í Kalsoyarfirði. Tað man vera fáur níggju ára gamal, sum dugir tað í dag. Millum annað kann nevnast, at pápi var við til at [...] var eitt náttúrumenniskja, sum elskaði at vera úti í tí føroysku náttúruni. Okkum døtur lærdi tú m.a. eisini at knýta uppí og at egna, so vit tíðliga kundu klára okkum sjálvar reint peningaliga. Vit minnast
Tað var so hugnaligt, trygt og gevandi. Takk fyri tað. Tað er mangan soleiðis, at mann ikki skilir nøkur ting, fyrr enn mann hevur mist tey. Tá eg var tannáringur hugsaði eg ofta um, at meðan tú megnaði so [...] Ikki so elegant – men øgiliga komiskt! Takk fyri tað. Tú livdi eftir bønini, ið verður so nógv nýtt í A.A. “Gud gev mær sálarfrið at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta. Mót til at broyta tað ið eg kann, og [...] elskað. “Funeral Blues” Stop all the clocks, cut off the telephone, Prevent the dog from barking with a juicy bone, Silence the pianos and with muffled drum Bring out the coffin, let the mourners come. Let
Vørðufellinum. Ofta var kavi. Minnist bygdina hvussu niðaliga hon lá. Vóru nú langt uppi í fjøllunum. »Man nakað vera undir hasum stóra steininum«. Tú peikaði steinarnar út, og vit runnu og leitaðu. Her var [...] bókasavninum. Eg varnaðist hetta, bleiv hjartkiptur og hugdi upp. Tú ansaði hesum, tók bókina, gav mær eitt A4 ark at tekna uppá. Hoyrdi onki orð meira um tað. Minnist tá ið hárið skulda falla. Vit blivu øll førd [...] «Mangan dvaldi eg við strond«, »Hon stóð har við rokkin og spann«, »Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt« o.m.a. Minnist at tú altíð til síðst spældi »Nú dagurin at enda er«. Tey vóru ikki so fá, sum yvirnáttaðu
aldrin, at man spurdi, um man kundi koma, um hon orkaði ella hevði stundir til okkum. Har var onki sum æt at biðja ella bíleggja tí. Har stóð hurðin altíð opin, og man merkti aldrin, at man ikki var ynskt [...] ynskt, ella at man var til fortreð, ella at man var nakað stríð hjá ommu. Har var fult hús av børnum, svigarbørnum og ommubørnum nærum hvørt vikuskifti og hvørja feriu. Eg havi bara átt eina ommu – so hon [...] krússi, so eg akkurát fekk 5 samanlagdar mariukeks niður í heita drekkamunnin. Ja tað var luksus – tí man kundi eta so nógvar, ein vildi og bloyta tær so galið, ein vildi. Datt meginparturin í krússi, so fekst
dag 7. mars, hevði Julianna blivið 22 ára gomul. Tað er nógv man kundi sagt um okkara góðu vinkonu, Juliannu. Tað er ikki til at skilja, at hon sum bert 21 ára gomul, so brádliga varð tikin frá okkum [...] forbí, so var hon altíð klár við einum drekkamunni. Og tað var henni ongantíð nakar trupuleiki at baka okkurt gott afturvið. Vit minnast aftur á barnaárini, har vit ofta komu heim til foreldrini [...] foreldrini, Didde og Jógvan, og altíð føldi man seg vælkomnan har. Har var altíð so heimligt og hugnaligt, og tað er tað enn. Hetta førdi Julianna sanniliga víðari í sítt nýggja heim á Bíggjarvegnum, saman