hendan túrin vóru vit saman við okkara foreldrum í 2007 eisini saman við ommu og abba í summarhúsi í Danmark. Omma arbeiddi á Sjúkrahúsinum í Klaksvík í meir enn 40 ár, og oftani hava vit hoyrt fólk siga [...] var og er framvegis ein dyggur smeitur fyri okkum og at seta orð á tað, sum omma var fyri okkum, er svárt. Omma var ein av teimum fyrstu, ið vistu at vit vóru ávegis, omma var ein av teimum fyrstu, ið [...] ommubørnum. Í øllum hennara framtíðarætlanum vórðu vit íroknaði. Vit minnast fyri nøkrum árum síðani, tá hon bjóðaði ommusynunum til Suðuroyar ein túr at ferðast. Vit høvdu ongantíð verið í Suðuroy. Hon
hundrað árum síðani var. Heimi í bygdini í Kunoy fórust seks menn í aldrinum 16-50 ár. J. Símun Hansen skrivar soleiðis um henda dagin í Kunoy: Tað var ein avbera vakur dagur, tá ið hann kom úr kavi og lokkaði [...] úr Norðyggjum fórust, og at 25 menn í bestu árum sjólótust. Ein bátur var úr Svínoy, ein var úr Norðdepli, ein var úr Kunoy, og ein var av Skarði. Svínoyarbáturin fórst 13. desember, og hinir tríggir fórust [...] undirstrikað, tá ið talið á teimum, sum fórust í bestu arbeiðsárum verður samanhildið við fólkatalið í bygdunum. Sambært fólkateljingini í 1916 búðu 200 fólk í Svínoy. Í Kunoy búðu 146 fólk, og á Skarði búðu 21
Jónsson og eg sigldu í fjør ein túr runt um Ísland, ein ferð upp á 1400 fjóðringar. Vit sigldu í hvør sínum gummibáti, og vit tosaðu tá ofta um at gera eina slíka ferð til Føroya í ár, sigur Hilmar Kristjansson [...] Kristjansson. Hugnaligt í Gøtu Leygardagurin gjørdist ein serligur dagur hjá íslendingunum. Og hjá fólki í Eystur kommunu. Tí hendan dagin varð skipað fyri móttøku og tiltaki á bryggjuni í Norðragøtu, har heilsað [...] Jarnskor, sum hevði ein stóran fingur við í spælinum, at skipað varð fyri tiltøkunum leygardagin. Leygarkvøldið bjóðaði Eystur kommuna so til ein døgurðabita í Gøtubráð, sum er eldrasambýlið í Norðragøtu. Ferðast
minuttir hvørt til eina framløgu.Tað er samankók av henni, sum eru endurgivin í smærru greinunum í framhaldi av hesari í blaðnum í dag. Síðan var høvi hjá kirkjuráðslimunum at seta fram spurningar og valevnini [...] eitt sindur av roða í andlitinum. Prestarnir vóru fullkomiliga óvanir við hesa støðuna. Teir flestu hava í mong ár sitið í tryggum starvi, sum teir hava søkt, tí teir høvdu pappirini í lagi. Nú vóru onnur [...] valfundi í Miðlahúsinum í Havn. Hesin verður hildin 19. ella 20 september. Sjálvt valið fer fram sum uratkvøða og veljararnir atkvøða heima og senda atkvøðuna í brævi. 3. oktober er seinastu dagur, har møguleiki
støðuna settu tey í MBM seg ikki hendur í favn, men byrjaðu at leita upp nýggjar keyparar í øðrum londum. Eitt skifti vísti ein finskur keypari áhuga, men av tí at Finland eisini er við í ES, bar hetta heldur [...] hetta var ikki møguligt. Teir føldu seg nærum sum ein, ið er skuldsettur fyri eitt brotsverk. Er ein skuldsettur skal ein kunna prógva fyri ákæruvaldinum at ein er ósekur. - Men her skuldu vit fyrst prógva [...] er so, hvat fer at henda við skinnunum í framtíðini. Ein máti er at fara í samráðingar við ES um okkara landbúnaðarvørur. -Vit fyrihalda okkum bara til støðuna í dag. Og tí kunnu vit ikki siga nakað um
uppsjóvarskipini makrel nakrar dagar út í oktober mánaða í fjør, og verður heystið í ár, sum árið í fjør, kunnu vit vænta, at makrelur verður veiddur í føroyskum sjógvi í ein mánaða aftrat ella so. Tað tekur [...] eisini ført skipið fleiri túrar í ár. Rasmus hevur verið við Finni Fríða, síðan skipið kom, og fyri ta tíð var hann í nógv ár við Tróndi í Gøtu. Makrelrok Tá Sosialurin í morgun hitti Rasmus Mikkelsen, [...] skipini rokast aftur í makreli - og kanska enn meiri enn nakrantíð áður. Hetta var tað, sum hendi í síðstu viku. Eftir, at miðlar høvdu borið tíðindini um, at nú fór makrelveiðan í føroyskum sjógvi helst
26. oktobur í 2021. Striltið hevur gingist at bora tunnilin, tí tilfarið í loftinum hevur verið so leyst. Men tann 21. juli í ár varð so seinasta skotið í tunlinum latið av. Ein stórur dagur fyri okkum [...] Fámjinsvegurin varð tikin í nýtslu seinast í tríati árunum og fyrst í fjøruti árunum, varð lítið hátíðarhald Vesturi á Fløtti í Fámjin, har eitt nú navnframi Jens Oliver Lisberg vaks upp. Í hesum hátíðarhaldi [...] Viðareiðistunnilin varð asfalteraður aftur av nýggjum. Í ognarhaganum Miðhaganum í Norðara parti (Fámjinsmegin) er nartlað burtur úr vakra hamaranum í ovara borð í sambandi við nýggja tvíbreytaða vegin, sum Løgtingið
tungur í minninum hjá okkum øllum. Ein dagur, sum okur ongantíð fara at gloyma, tíverri. Men góðu minnini um teg, góði Heini, hava okur øll, sum hava kent teg, tíbetur. Okur vóru altíð í góðum hondum í húsinum [...] við Skúanesi eins og Sonni, bróður og Mortan, bróður. Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhaldið er fyri teimum sjólátnu, nógvastaðir í landinum og eisini her í Vági. At Heini var ein sera avhildin [...] og eisini her í Vági. Heini var eisini ein sera avhildin maður. Sera nógv fólk savnaðust eisini í Vági í dag at minnast teg og onnur, sum hava latið lív á sjónum gjøgnum árið og farnar tíðir. Her eitt
319 flogfarið í rutu, men samstundis verður eisini ein heilt nýggj prísskipan sett í gildi. - Hetta er ein prísskipan, har tað verður møguligt hjá ferðandi at fáa lágar prísir. Eisini verður møguligt at [...] Magni Arge. London Gatwick Eisini verður ein broyting í rutunetinum, tá ið flúgvingin upp á Ongland um ræður. - Vit fara í summar at flúgva til London Gatwick í staðin fyri London Stanstead. Hetta gevur [...] prísskipanin verður sett í gildi, verður møguligt hjá ferðafólki at sleppa einvegis úr Føroyum fyri 995 krónur, og úr Danmark fyri 848 krónur. Hetta tí avgjøldini í Danmark eru tað lægri enn í Føroyum. - Nýggja
jólapynti í Mauritius ella nakar jólatónleikur at hoyra. Hitin var nógvur og ringt var at koma í jólahýr. Sjálvt um meirilutin av fólkunum í Mauritius eru hinduarar, verða jólini hildin, men tó ikki í sama [...] Mauritius er nógv ymist at síggja. Í mínum steðgi reistu vit nógv runt og vitjaðu ymisk støð. Vestanfyri á oynni er ein stór park, ið eitur Casela. Har vóru vit ein dag. Í parkini eru nógv ymisk sløg av fuglum [...] fronskum. Urtagarðurin Ein av teimum síðstu døgunum gekk leiðin norðureftir, har franskmenninir gjørdu ein flottan urtagarð í 1725 ? Pamplemousses Botanical Gardens. Urtagarðurin verður í dag nógv vitjaður