Minningarorð um ommu okkara Jónbjørg Josephsen

f. 25.04.1942- d. 24.09.2011

Omma hevði verið 70 ár flaggdagin, og vit minnast, hvussu hátíðarligt tað altíð var, tá omma hevði føðingardag.
At missa verðsins bestu ommu var og er framvegis ein dyggur smeitur fyri okkum og at seta orð á tað, sum omma var fyri okkum, er svárt. Omma var ein av teimum fyrstu, ið vistu at vit vóru ávegis, omma var ein av teimum fyrstu, ið sá okkum og tók okkum í sín favn. Hjá okkum var onki uttan omma var har. Omma var hon, sum vit altíð vóru hjá um foreldrini skuldu okkurt. Ikki tí, abbi var har eisini, men tað var omma, sum var tann, ið vartaði okkum upp, sum gjørdi ymiskt saman við okkum og altíð setti hon okkum fremst. Omma dámdi sera væl at hava okkum sovandi hjá sær, og ikki var tað so sjáldan, at abbi var koyrdur úr songini, tí vit skuldu sova uppií hjá henni, og tá kundu vit oftani verða fýra ommusynir í songini. Omma var eisini tann, ið vísti okkum á Guds leiðir, fortaldi okkum um Guds orð, og var tað mest saman við henni, at vit hoyrdu um evangeliið.
Tá vit vóru lítlir, róptu vit hana fyri ommudrong ístaðin fyri bert at siga omma. Hetta komst av, at hvørja ferð hon sá okkum, sum var nærum dagliga, segði hon: »Åh nú er ommusa drongur her«, og vit hildu at hon so mátti eita ommudrong. Frá tí at vit eru komnir til verðina, hevur hon nærum sæð okkum dagliga, og fór onkur dagur uppímillum, ja so ringdi hon fyri at vita, hvussu vit høvdu tað, og hvat vit gjørdu.
Av tí at omma var komin nakað uppí árini, áðrenn hon gjørdist omma, so vildi hon náa so nógv sum møguligt saman við okkum ommubørnum. Í øllum hennara framtíðarætlanum vórðu vit íroknaði.
Vit minnast fyri nøkrum árum síðani, tá hon bjóðaði ommusynunum til Suðuroyar ein túr at ferðast. Vit høvdu ongantíð verið í Suðuroy. Hon og abbi leigaðu summarhús, og vit minnast, hvussu stórt vit hildu hetta verða at sleppa heilt til Suðuroyar at ferðast við ommu og abba. Umframt hendan túrin vóru vit saman við okkara foreldrum í 2007 eisini saman við ommu og abba í summarhúsi í Danmark.
Omma arbeiddi á Sjúkrahúsinum í Klaksvík í meir enn 40 ár, og oftani hava vit hoyrt fólk siga, hvussu fitt omma var, tá hon legði fólk at sova áðrenn skurðviðgerð. Øll kendu seg trygg í hennara hondum. Ommu dámdi væl at arbeiða á Sjúkrahúsinum og tey, ið arbeiddu saman við ommu, hildu nógv av henni. Men hóast omma var sera glað fyri sítt arbeiðspláss, so gleddi hon seg eisini til at fáa meir tíð heima, tá hon gavst at arbeiða sum 67 ára gomul.
Men stutta tíð eftir at omma var givin at arbeiða, gjørdist hon álvarsliga sjúk. Omma royndi alla tíðina at verja okkum ommubørn og segði við okkum, at hon fór heilt víst at gerast frísk aftur. Vit vistu um onkran, sum var deyður av somu sjúku, men tá vit spurdu ommu um hon fór at doyggja, so segði hon »nei omma verður frísk aftur«. Hóast omma var sera sjúk, so vildi hon ikki, at vit ommubørn skuldu merkja nakað. Hon gjørdi foreldrum okkara púra greitt, at hóast hon var sjúk og viðhvørt sera illa fyri av viðgerðini, so skuldu vit ommubørn framvegis koma til hana og sova hjá henni líka sum vit altíð høvdu gjørt.
Eitt dømi uppá, hvussu týdningarmikil vit ommubørn vóru fyri hana var, tá hon á sumri 2010 skuldi til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Omma plagdi at vera niðri til viðgerðir umleið annan hvønn mánað og hvørja ferð longdist hon sera illa eftir ommubørnunum. Hesa ferð setti hon sum krav, at hon skuldi hava tveir teir elstu ommusynirnir við, sum tá vóru 11 og 12 ára gamlir. Vit búðu á Hotel Tórshavn, og hóast omma var merkt av sjúkuni og nakað troytt, so skuldu vit uppliva alt tað, sum var møguligt og vit fingu ein ógloymandi túr. Hetta sigur nakað um okkara elskaðu ommu.
Omma var nakað heilt serligt afturat tí, at hon var verðsins besta omma. Hon var eisini nakað serligt fyri onnur. Hon hevði so stóran umsorgan fyri øðrum. Hon var altíð klár at hjálpa, lurta og altíð við tí góða orðinum og hetta viðførdi, at nógv vóru tey, ið leitaðu sær eftir ráðum og tí tryggleika, ið omma hevði so góð evnir at veita.
Til jarðarferðina hjá ommu hoyrdu vit úr Orðtøkunum kapittul 31 frá vers 14 -31 og hetta eru orð, ið hóska sera væl til ommu, tí soleiðis var omma.
Vit hava nógv góð minnir eftir ommu okkara og fara vit at lata ommu verða fyrimyndin í lívið okkara
Ærað verið minnið um ommu okkara Jónbjørg
--------
Karl, Súni og Jóhan