28. mars verður ein slóðbrótandi dagur fyri Atlantsflog, men ikki minni fyri ferðafólkini hjá felagnum.
Hendan dagin – 24 ára føðingardagurin hjá felagnum – setir Atlantsflog ikki bert nýggja Airbus 319 flogfarið í rutu, men samstundis verður eisini ein heilt nýggj prísskipan sett í gildi.
- Hetta er ein prísskipan, har tað verður møguligt hjá ferðandi at fáa lágar prísir. Eisini verður møguligt at kombinera ferðaseðlarnar tvørtur um flex og low, tað vil siga teir dýru prísirnar og teir bíligastu prísirnar, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog.
Tá nýggja prísskipanin verður sett í gildi, verður møguligt hjá ferðafólki at sleppa einvegis úr Føroyum fyri 995 krónur, og úr Danmark fyri 848 krónur. Hetta tí avgjøldini í Danmark eru tað lægri enn í Føroyum.
- Nýggja Airbus 319 flogfarið hevur munandi størri kapasitet enn British Aerospace flogførini, 144 pláss móti 95. Samstundis nýtir nýggja flogfarið umleið somu mongd av olju, sum verandi flogfør, og tí er eisini møguligt at seta oljuavgjaldið úr 280 krónum niður í 200 krónur, sigur Magni Arge.
Nýggja flogfarið fer í størstan mun at verða brúkt fram um tey gomlu, bæði tí tað er lutfalsliga bíligari at reka, men eisini tí ynski er um at fáa fleiri føroyingar at flúgva.
Røkkur langt
Nýggja Airbus 319 flogfarið hevur sum nevnt nógv størri kapasitet, og tekur ein triðing fleiri ferðafólk, enn verandi flogfør. Tað merkir, at tað verða eini triðingur fleiri ferðafólkat gjalda fyri ferðina, og tí kann Atlantsflog eisini seta prísirnar nakað niður.
- Loysunarorðið er at bíleggja í góðari tíð. Verður bílagt í góðari tíð, fáast eisini bestu prísirnir, tí her er sum við øllum, at tú fær tað, sum tú rindar fyri. Vil tú hava stóran fleksibilitet, fær tú hann eisini, men so mást tú eisini gjalda fyri hann, sigur Magni Arge.
Ein beinleiðis avleiðing av nýggju møguleikunum hjá Airbus 319, er ein beinleiðis ruta úr Vágum til Barcelona.
- Hetta er ein ruta, sum fólk hava víst stóran ans, og longu nú hava vit selt tveir triðingar av ferðaseðlum, sigur Magni Arge.
Byrjað verður at flúgva 17. juni og hildið verður fram til 19. august.
- Nýggja Airbus 319 røkkur vítt, og vit kunnu flúgva beinleiðis til eitt nú Las Palmas og eystursíðuna av USA. Ikki tí at vit hava nakrar ítøkiligar ætlanir um nakra rutur tann vegin, sigur Magni Arge.
Nýggja Airbus 319 flogfarið kostar eitt stað millum 240 og 250 milliónir krónur, og ein stórur partur er eginfígging, meðan restin er lán.
Tvær fráferðir um veturin
Nýggja flogfarið skal í størstan mun nýtast á Keypmannahavnar leiðini.
- Tað er á teirri farleiðini, at nógv størstur belegningur er, og tað er eisini tann farleiðin, ið hevur størstan møguleika at vaksa. Umframt tað verður sjálvandi eisini flogið við Airbussinum til Barcelona teir báðar summarmánaðirnar, sigur Magni Arge.
Tað er ein góður mánaði til flogfarið skal latast Atlantsflog, og nú teir seta tað saman í Hamburg gongur ógvuliga skjótt.
- Vit fáa flogfarið 22. mars, og so koma vit til Føroya við tí 22. ella 23. mars. Síðani skulu nakrar royndarflúgvingar gerast, og so miða vit ímóti at seta flogfarið í rutuflúgving 28. mars, sum eisini er 24 ára føðingardagurin hjá Atlantsflog, sigur Magni Arge.
Stjórin á Atlantsflog sigur, at teir framhaldandi fara at hava tvær fráferðir um dagin til Keypmannahavn, eina um morgunin og eina um kvøldið.
- Á tann hátt ber til hjá handilsfólki at sleppa til Keypmannahavn um morgunin og heim aftur um kvøldið, sigur Magni Arge.
Stóra avbjóðingin hjá flogfelagnum er sjálvandi, at ber ikki til at lenda í Føroyum, má flúgvast til eitt annað land at bíða.
- Og tað er stóra avbjóðingin hjá okkum. Hinvegin hava vit valt at seta eyka útgerð í nýggja flogfarið, sum vit eitt nú klára okkum betri í ringum sýni, sigur Magni Arge.
London Gatwick
Eisini verður ein broyting í rutunetinum, tá ið flúgvingin upp á Ongland um ræður.
- Vit fara í summar at flúgva til London Gatwick í staðin fyri London Stanstead. Hetta gevur betri møguleikar fyri ferðafólkini, tí fyri tað fyrsta liggur Gatwick nærri London, og hartil hevur flogvøllurin gott samband víðari út í Europa, sigur Magni Arge.
Flúgvingin til London verður annars víðkað í ár, so flogið verður hálvan mai heilt fram til miðan september.
Tað merkir so eisini, at væl ber til at gera fótbóltsferðir til London, tí Gatwick hevur eisini gott samband við bæði miðongland og Skotland, um so skuldi verið.
Og hjá teimum, sum vilja hava bíligar ferðir, er at verða skjótur úti, tí tess fyrri ferðaseðilin verður bílagdur, tess bíligari ber til at sleppa.
Sjónvarpið er í ferð við at gera eina dokumentarsending um dýru ferðirnar hjá Atlantsflog, men Magni Arge bedýrar, at nýggja prísskipanin hevur nakað við tað at gera.
- Hetta er ein beinleiðis avleiðing av nýggja flogfarinum, og tí veruleika, at Airbus 319 er bíligari í drift enn gomlu flogfeløgini, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog.