at einki mark er fyri hvat hon er før fyri at greiða. ? Tá eg ein dagin kom inn í ein handil í býnum, hevði handilsmaðurin samlað ein barnavogn. Hann fekk tað kortini ikki at rigga, men tá tey sóu meg lætnaði [...] skeiðvirksemi er á skránni. Tað er torført at skipa arbeiðið, tí alt er so óvist. Telefonin sum fyri 50 ár síðan Skulu telefonørindi avgreiðast, er best at royna kl. átta á morgni. Um hon er heppin, kunnu [...] Oyggin er til støddar sum Bornholm, har 50.00 fólk búgva. Har er nógvur fiskur at fáa, og fólkið dyrkar meis, rótfruktir og søt epli. Á oynni er ikki hungursneyð, sum aðrastaðni í landinum. Fólkið er rímiliga
fólkaatkvøða er ein góð leiðbeining til landsins myndugleikar. Ein slík vegleiðandi fólkaatkvøða gevur uttan iva eina góða mynd av, hvat føroyingar halda um fullveldisætlanina. Formaður Javnaðarfloksins [...] atkvøðugreiðslu. Men Edmund Joensen er alt annað enn samdur við sjónarmiðum Jóannesar. ? Ein meiningakanning er bert ein meiningakanning, eins og so nógvar aðrar, ið fjølmiðlar og onnur gera við jøvnum [...] urin er, eins og Sambandsflokkurin, andstøðuflokkur, ið ikki tekur undir við fullveldisætlanini. ? Var tað heilt rætt, so áttu allir flokkar á Løgtingi at tikið undir við uppskotinum, tí talan er um eitt
nú. NSÍ er framtíðarfelag í føroyskum fótbólti, um ein hyggur at, hvussu nógvar evnaríkar spælarar vit hava. Men aldur á spælarum merkir ikki nakað fyri meg. Um ein 16-ára gamal leikari hjá mær er góður [...] sæð Milan Cimburovic leika fótbólt kundu ivaleyst sagt, at hann er ein av teimum bestu útlendskum spælarum í Føroyum yvirhøvur. Og hetta er ikki løgið, um hugsað verður um tað støðið jugoslavin spældi fyrst [...] arbeiða í Hvalba, eru møguleikar norðanfyri nógv betri fyri at fáa góð úrslit. - Her á Runavíkar leiðuni er alt heilt øðrvísi. Felagið er stórt, vit hava tvey hundrað fólk íðkandi fótbólt í ymiskum deildum
ringasta av øllum er, at før-oyingar glaðbeintir importera alt hetta tvætlið úr tí danska fólka-skúlanum. Pauli í Sandagerði er fegin um nýggja starvið hjá sær í tí katólska skúlanum, tí har er støðan øðrvísi [...] verða meira nærverandi, har eg eri. Tað er eisini ein spurningur um orku, tí eg orki ikki tað sama nú, sum tá eg var 30. ? Eg havi skrottað mínar ambitiónir. Um tað er fínt ella ikki, kann verða líkamikið [...] Eg leggi einki í, hvat kemur at standa á gravsteininum hjá mær, ella hvat eftirtíðin fer at halda um meg og mín tónleik. Eg vil heldur verða nærverandi her og nú, tí tað kann koma ein stórur metorur um
Við endan av samrøðuni sigur Elsa, at um onkur er áhugaður í at hoyra meiri um arbeiði hjá henni ella er áhugaður at undirvísa í enskum í Japan, er ein vælkomin at seta seg í samband við hana: huusga [...] Joetsu í Niigata-økinum. 190.000 fólk búgva í hesum býnum. Elsa sigur, at í Japan er ein býur við hesum fólkatalinum ein lítil býur. Áhugin fyri Japan vaknar Í Joetsu gekk Elsa í studentaskúla, har hon [...] sum maskin-, pappír- og klædnaídnaði og eisini skipabygging. Alt hetta er við til at gera Osaka til ein stóran útflutningsbý. Har er stórt bankavirksemi, og kann býurin eisini prýða seg við heitinum sum
dagarnar til nýggjárs. Tað er hugnaligt at samlast um jólaborðið, taka ímóti gestum og fara út at vitja familju, vinir og kenningar. Tað er ein partur av jólahaldinum. Trupulleikin er bert, at vit eta alt og [...] afturvið. Harnæst er góð regla ikki at eta seg ov mettan, av tí at hetta er treystur kostur, sum kann geva bróstsviða og vaml. Fara vit til kaffiborðið aftaná, har smákøkur konfekt o.a. tílíkt er á borðinum, [...] saman, og at ein dressing er fyri seg á borðinum. Gott at eta nógv breyð afturvið Tað er eisini gott at hava nógv sløg av breyði til at taka: grovt breyð, drýl og bollar. ? Um gott breyð er á borðinum,
beinleiðis til okkum. Hvat er føðilandskærleiki fyri nakað? Hvat er tað, sum bindur okkum til eitt land? Tey flestu av okkum hava roynt at verið góð, ella fyri at siga akkurát sum er, hava roynt at fingið [...] eisini tað? Hvat serstakt er við okkum, tá vit meina at vit eru verd eina milliard til gávis um árið? Er tað hitt æviga smílandi andlitið hjá Óla Jacobsen, sum er vert milliardina? Ella er tað mín skaldskapur [...] stólinum aftaná. Talan er ikki longur um bara ein vanligan stól. Stólurin hevur so at siga luttikið í eins lukku, hevur fingið eitt mótvirði, er knappliga menniskjansliggjørdur, ja stólurin er næstan blivin heilagur
til hús! Í bátahylinum á Glyvrum sæst ein maður standa og rokast í báti sínum "Havørnin". Hann er í eini heitari húgvu og í teimum væl-upplýstu oljuklæðunum. Tað er hin 65 ára gamli rituvíkingurin, Benadiktus [...] stampar við sær. Tað er so tað mesta, sum hann plagar at hava við sær. Gággan roynist best Tað hava verið tíðir, tá fiskurin best tók tað eina slagið av agni. Og tí er natúrligt at spyrja ein so royndan útróðrarmann [...] Olsen, sum hevur róð út ein stóran part av lívi sínum. Við einum brosi um kinn tekur hann ímóti okkum, og hann hevur so einki ímóti at siga frá lívinum sum útróðrarmaður. Hann er júst afturkomin av útróðri
brúka auktiónsprinsippi. Tað er í hvussu er nógv í bendir á, at tað skal ein hugburðsbroyting til. Hvar hon skal byrja er stjórin í Fiskasøluni ikki í iva um. Hann heldur, at tað er burturvið, tá reiðararnir [...] Fiskasøluni á, at tað er komin meira og meira gongd á framleiðsluna av lidnum vørum. Hagtølini siga okkum eisini at so er, tí ein alt størri partur av føroyska útflutninginum er lidnar vørur, um enn tað [...] har teir fáa mest fyri hann. ? Tað ber ikki til at selja luft. So einfalt er tað. Tá talan er um at selja lidnar vørur, so er tað aloftast tí vit gera langtíðar sáttmálar við søluketur, og skulu vit tað
hann til Klaksvíkar at arbeiða á flakavirkinum. Talan er um góð 52 tons av upsa, sum eru keypt á uppboði í Aberdeen, í Peter Head og Scrabster. Hetta er fingið í lag í samstarvið við Símun Gullaksen í Klaksvík [...] í blokk. Stjórin á Kósavirkinum sigur, at fiskurin er ikki nóg góður til at gera nakað annað burturúr. Johan Páll Joensen vil ikki siga, hvat upsin er keyptur fyri. Men hann var bíligari at keypa á uppboðnum [...] hetta er so nýtt, hevur hann ikki fult yvirlit yvir útreiðslurnar, sum standast av hesum. So akkurátt, hvussu fíggjarliga úrslitið verður, veit hann ikki enn, umenn tað sær gott út fyribils. Er ein møguleika