otað seg longur og longur fram, og størsta sigurin higartil vunnu tvørákvinnur í gjár, tá tær vitjaðu Fleyr í Gundadalshøllini í Havn. Og tað var vorðið sum sigur, tí TB vann dystin 3-0! Óivað var hetta ein [...] sindur av mótstøðu tey bæði fyrru settini, men síðani koyrdi tað heim í triðja settinum. Hetta er onnur støða enn í fjør, tá TB var aftast í bestu kvinnudeildini, og komandi dystirnir koma at vísa, hvussu langt [...] kærkomin stig á Kambsdali í gjár, tá tað eydnaðist at vinna 3-0 á ÍF. Um dygdirnar hjá Drátti koma at roynast til meira enn fimtaplássið, fæst at síggja, men í øllum førum fingu vágakvinnurnar lagt sjógv millum
seg millum tey bestu. Kravið í so máta er tó greitt. Tvær ferðir trý skulu á kontina í teimum báðum seinastu umførunum. Hvørki meira ella minni. Sunnudagin vitjar Skála í Miðvági, har FS Vágar seinasta [...] hevur verið úti í ein mánað. Og so hevur Eyðfinn Fjallsbak eisini verið at sæð á vøllinum fyri fyrstu ferð síðani hann skeyt tvey av málunum, tá FS Vágar í triðja umfari vann 3-2 suðuri í Vági. Spurningurin [...] endurtaka bragdið frá í fjør, tá teir vunnu tríggjar teir seinastu landskappingardystirnar og harvið lyftu seg upp um strikuna. Fyri fyrst mugu teir tó hugsa um dystin nú sunnudagin, og so fæst at vita, hvørt
dlum at selja øl og vín. Men nú uppskotið hevur verið til viðgerðar í nevndini, er greitt, at tað hevur ongan livandi møguleika fyri at tað verður samtykt, tí allir flokkarnir eru samdir um at mæla løgtinginum [...] Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi. Miðflokkurin hevur ikki umboð í vinnunevndini, men tað er so vist sum amen í kirkjuni, at hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum. Av øllum flokkum á [...] rúsdrekka út í handlarnar, so verður tað munandi lættari at fáa fatur á, ikki minst tá ið hugsað verður um, at matvøruhandlarnir hava opið frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Løgtingsfólkini í Javnaða
halda teg sunna? - Ja, hvat er tað at vera sunn? Í mínum optikki er tað at halda kroppin sterkan og at vera sálarliga í balansu. Her hevur renning og at ganga í haganum heilt stóran týdning fyri mína sunnheit [...] rennitúrur kann gera undurverk, tá eg eitt nú komi móð heim úr arbeiði - ella kenni meg strongda. Nakrar kilometrar í renniskóm, og so er møðin burtur. Hon heldur fyri, at nú ljóðar hetta øgiliga frelst, sum hon [...] hvørja ferð, eg fari í renniskógvarnar, at eg tími avstað, serliga í oysregni og vindi. Óluva Zachariasen leggur aftrat, at hon fer sum oftast kortini, tí hon veit, hvat tað gevur sær. (Í VikuskiftisSosialinum
Jack Højgaard gjørdist áttati ár hin 31. mai í ár og hevur verið fiskimaður alt sítt raska lív, er hann framvegis virkin á sjónum. Eftir at hava átt bát og skip í eini 40 ár, dugdi hann ikki at gevast á sjónum [...] seta meg hendur í favn, tá bæði hugur og orka enn er til at rógva út. Jack Højgaard eigur útróðrarbátin, Hellisfoss, sum er einar 33-35 føtur langur. Hann hevur sett eitt sindur upp í hekkuna á bátinum [...] bátinum, og hetta hevur gjørt bátin nógv betri í sjónum. Jack hugsaði annars um at byggja slengrikjølar á bátin, men tað heldur hann ikki vera neyðugt nú. Umframt at rógva út, tá løturnar eru, fiskar Jack Højgaard
til leigu annaðhvørt fær eginpening í stuðli ella sleppur undan meirvirðisgjaldi. Hetta er bara ein partur í spurninginum, tí størsti trupulleikin í høvuðsstaðnum er í dag, at stóri eftirspurningurin hevur [...] sær síni egnu hús. Men nú er líkt til, at nakrir politikkar, m.a. landsstýrismaðurin, eru farnir at vísa málinum ans. Eisini aðrir politikkarar hava verið frammi. Býráðsformaðurin í Havn t.d. komin við uppskoti [...] spurningurin um leiguíbúðir, tí tey, sum t.d. leiga í einum nýggjum íbúðahúsum, kunnu ikki draga nakað frá. Tí má leigan vera hóskilig, og ein hóskilig lág leigu fæst ikki, um byggingin ikki annaðhvørt er stuðlað
borgaravendu tænastunum og at fáa nógv burtur úr teimum krónum, sum koma inn í skatti. Dømini um hetta eru fleiri. Eitt nú tá ið kommunurnar yvirtóku fulla ábyrgd av barnaansingini, og tá ið tær yvirtóku [...] barnaverndarøkinum. Eisini eru mong dømi um, hvussu tann kommunali myndugleikin – í góðum samstarvi við vinnuligar aktørar í lokalsamfelagnum – hava skapt og skapa framburð og vinnulig framstig, sum alt okkara [...] Hetta var ómetaliga stórur missur fyri samfelag okkara, ið vit longu nú síggja óhepnar fylgjur av. Ein annar týðandi grundarsteinur í samfelagsbygnaði okkara eru kommunurnar. Eg fari enn staðiligari at
var ein túr norðanfyri mánadagin í hesi vikuni; hann fekk 17 havhestaungar. Eftir øllum sólarmerkjum at døma, er havhestaungi nú á veg á sjógvin. Nær bestu dagarnir verða í ár, er torført at siga. Roknast [...] Fuglaveiða Í gjár, 26. august, var líradagur. Hetta er dagurin, tá ið menn plagdu at draga líra á plássum, har skrápur, sum er gamli fuglurin, byggir reiður. Skrápur reiðrast djúpt niðri í urðagróti og [...] veiða er ikki so vanlig sum havhestaveiða. Nógv minni er til av skrápi sum búfugli í Føroyum enn av havhesti, sum reiðrast í berginum um alt landið. Líri verður vanliga drigin upp úr holuni við króki, sum
fyrrenn nú í august, at hesi londini fara at keypa, so gongd er ikki komin á enn, og tí er tað ov tíðliga at siga nakað um tað enn. Hans Johannus á Brúgv sigur, at onkrir kinesarir hava verið í Føroyum [...] Fiskivinna Fyrr í ár var eitt sindur at hoyra um, at føroyska rækjuvinnan rættiliga var komin í trongstøðu, tí at prísurin á rækjum var lækkaður so nógv. Og enn tykist tíverri ikki, sum um nakar stórvegis [...] kanadisku rækjutrolararnir,sum fiskaðu í heimasjógvi. Seta álitið á kinesarar Hann sigur, at fiskasølan hevur sett sítt álit á, at prísurin fer at hækka, tá ið londini í fjareystri, einamest Kina, fara at
neyðugt at taka onkra ítøkiliga avgerð. T.d. hevði tað gjørt stóran mun, um vit kundu fingið Gekkin í SvF og V4 í ÚF at brúkt føroysku tølini. Fyrstu mánaðirnar kundu bæði føroysku og donsku tølini verðið brúkt [...] tøl Annað stig kundi verið at fingið skúlarnar at lært børnini føroysku tølini, tá børnini koma í skúla. Nú skúlin er vorðin føroyskur, hevði talbroytingin verið ein tignarlig gáva frá føroyska skúlanum [...] vórðu kroyst inn á okkum í 19. øld. Tað er heldur ikki nóg gott at hálvføroyska tølini: tretivu til tríti, hálvfjerðs til hálvfjórðs (31/2), hálvfemst til hálvfims (41/2). Neyvan fæst betri høvi at fara aftur