Dagsins Meining

Ein miðvísan íbúðapolitikk


 

Á hesum stað er fleiri ferðir víst á, at vit hava ikki nakran miðvísan íbúðapolitikk í Føroyum. Hetta er ídag eitt grátt øki, har tilvild og spekulatión ræður. Tá málið hevur verið reist her, hava vit fyrst og fremst hugsað um, at vit hava ikki nakra miðvísa íbúðabygging til tey, sum ikki eru før, ella sum ikki hava møguleika at byggja sær síni egnu hús.


Men nú er líkt til, at nakrir politikkar, m.a. landsstýrismaðurin, eru farnir at vísa málinum ans. Eisini aðrir politikkarar hava verið frammi. Býráðsformaðurin í Havn t.d. komin við uppskoti um at lata teimum, sum leiga íbúðir út, skattalætta. Hugsanin er, at tað eru fólk, sum kanska hava eina kjallaraíbúð, men vilja ikki leiga hana út, tí tey skulu gjalda skatt av leiguinntøkuni. Skattalætti skal eggja fólki til at leiga út. Øvugt heldur hann ikki, at tey, sum leiga, skulu fáa ein skattafrádrátt!


Tað stóra trotið á íbúðum verður ikki loyst við einum slíkum uppskoti. Sum er, kunnu allir húsaeigarar draga rentuútreiðslur frá, og fáa hana aftur sum rentustuðul. Tað merkir, at ger ein húsaeigari eina kjallaraíbúð, fer kostnaðurin upp í húsalánið, sum kann dragast frá. Skuldu vit fylt uppskotinum hjá býráðsliminum, skal hesin sethúsaeigarin eisini hava ein skattalætta. Tað kann ikki verða rætt. Sum er, hevur hann rætt til at draga útreiðslur fyri trygging, viðlíkahald og rentur frá!


Vit mugu hinvegin hugsa um at skapa eina betri lóggávu fyri íbúðabygging til bæði eigara- og leiguíbúðir. Serliga átroðkandi er spurningurin um leiguíbúðir, tí tey, sum t.d. leiga í einum nýggjum íbúðahúsum, kunnu ikki draga nakað frá. Tí má leigan vera hóskilig, og ein hóskilig lág leigu fæst ikki, um byggingin ikki annaðhvørt er stuðlað við eginpeningi frá landi ella kommunum. Tey, sum byggja síni egnu sethús, kunnu draga rentuna frá, og tí hevði verið rættast, at íbúðabygging til leigu annaðhvørt fær eginpening í stuðli ella sleppur undan meirvirðisgjaldi.


Hetta er bara ein partur í spurninginum, tí størsti trupulleikin í høvuðsstaðnum er í dag, at stóri eftirspurningurin hevur trýst sethúsaprísir og leigugjøld so høgt upp, at vanligir løntakarar hava ongan møguleika at keypa ella leiga eini hús ella íbúð. Hetta hendir samstundis sum vit ikki hava eina veruliga og tíðarhóskandi leigulóg, sum tryggjar leigaran. Tí má hetta seinasta eisini takast við í orðaskiftið.


At hava ein góðan bústað er ein grundleggjandi spurningur í lívi okkara. Eitt gott býli er somuleiðis treytin fyri góðum og tryggum uppvakstrarumstøðum. Hetta mugu politikkarar okkara gera sær greitt, nú teir eru farnir at geva hesum máli størri ans, og kanska fara at orða ein bústaðarpolitikk, sum má miðja ímóti, at øll hava ein góðan bústað, líka mikið hvussu inntøkan ella førleikin er!