Fiskasølan setir álitið á kinesarar

Prísurin á rækjum er nú tann vánaligasti í eini 10-15 ár. Fiskasølan setir álitið á, at prísurin fer at hækka eitt sindur, nú kinesarar fara at keypa til veturin. Men enn er onki hent

 

Fiskivinna


Fyrr í ár var eitt sindur at hoyra um, at føroyska rækjuvinnan rættiliga var komin í trongstøðu, tí at prísurin á rækjum var lækkaður so nógv.

Og enn tykist tíverri ikki, sum um nakar stórvegis glotti er at hóma.

? Prísurin á rækjum hevur ikki verið so vánaligur seinastu 10-15 árini, sum hann er nú, sigur Hans Johannus á Brúgv, stjóri á fiskasøluni.

Hann sigur, at fyri at gera tað ilt verri, er dollarin eisini munandi lækkaður seinastu tíðina afturat tí, at sjálvur prísurin er ógvuliga lágur og sostatt fæst enn minni fyri rækjurnar.

Og hann leggur afturat, at enn eru ongir glottar at hóma, sum benda á, at prísirnir fara uppeftir aftur.

?Enn ber ikki til at siga nakað positivt um rækjumarknaðin, sigur fiskasølustjórin.

Hann sigur, at prísurin er lækkaður so nógv, at eitt skifti løgdu teir kanadisku rækjutrolararnir,sum fiskaðu í heimasjógvi.


Seta álitið á kinesarar

Hann sigur, at fiskasølan hevur sett sítt álit á, at prísurin fer at hækka, tá ið londini í fjareystri, einamest Kina, fara at keypa til veturin.

Men tað er ikki, fyrrenn nú í august, at hesi londini fara at keypa, so gongd er ikki komin á enn, og tí er tað ov tíðliga at siga nakað um tað enn.

Hans Johannus á Brúgv sigur, at onkrir kinesarir hava verið í Føroyum og hugt eftir rækjum við tí fyri eyga at keypa.

?Men enn er at kalla onki selt, og hartil er prísurin vánaligur, so tað er ilt at siga, hvat spyrst burturúr.

Tann vánaliga støðan á rækjumarknaðinum hevur ført við sær, at rækjurnar, sum verða fiskaðar, fyri tað mesta verða lagdar á goymslu.

? Tað sigst, at tað liggur heilt nógv av rækjum á goymslu, men ongin vil siga, hvussu stórar goymslurnar eru.

Eisini føroyingar hava nógv á goymlu, men heldur ikki Johannus á Brúgv vil siga, akkurát, hvussu stórar tær eru.

? Goymslurnar eru stórar. Men tær eru kortini ikki størri enn so, enn at vit hava fult tamarhald á støðuni.

Hann sigur, at nakað síðani varð mett, at eini 20.000 tons av rækjum lógu á goymslu runt um í Evropa.

? Hinvegin brúka londini í fjareystri eini 30.000 um árið, og tað allarmesta av tí keypa teir vetrarhálvárið. So tað kann vera so skjótt, at goymslurnar minka aftur.

So hóast fiskasølustjórin ongan glotta hómar enn, hevur hann vónir um, at støðan fer at batnað komandu árini.

Hans Johannus á Brúgv sigur, at orsøkin til tað stóra prísfallið á rækjum er heilt einfalt, at tað verður fiskað meiri av rækjum enn tað verður etið.

? Men kemur gongd á søluna til eitt mú fjareystur, kann støðan broytast rættiliga skjótt til tað betra, leggur hann afturat.